Uni Arge bjargaði stig til Leiftur

Fleiri føroyskir fótbóltsspælarar hava í summarfrítíðini verið í Íslandi og roynt seg

Meðan flestu landskappingarnar í Europa halda summarfrí verður tað spælt av lívsins kreftum í íslendsku fótbóltskappingini, sum nú er hálvrunnin. Tíggju lið eru í bestu deildini, og nú hava tey øll spælt eina ferð móti hvørjum øðrum. Í hesi vikuni verður 10. umfarið spælt, og leygarkvøldið verður tað sæð við føroyskum eygum serliga spennandi, tí tá taka Páll Guðlaugsson, Jens Martin Knudsen, Uni Arge og hinir í Leiftri á Ólafsfirði ímóti ÍBV monnunum. Á liðnum hjá vestmannaeygingum er ein annar væl kendur føroyskur spælari, sum eitur Allan Mørkøre.

Fríggjakvøldið vóru Allan Mørkøre og hansara menn á Akranesi. Akranes plagar at standa seg væl í fótbólti, men higartil í ár hevur tað ikki gingið nakað serligt, og nú kappingin er hálvrunnin, er Akranes á trið aftasta plássi við sjey stigum, og tað er sama stigatal, sum tey bæði niðast staddu liðini, Keflavík og Fram, hava.

ÍBV er næstfremst við 18 stigum (teir eru tvey stig aftanfyri KR úr Reykjavík), og tí mundu teir í Akranesi kenna tað sum eitt hampuliga gott úrslit, tá teir megnaðu 1-1 móti ÍBV. Vestmannaeyingar komu á odda í 13. minutti, tá teir umsettu eitt brotsspark til mál. Sjey minuttir seinni javnaði heimaliðið við einum langskoti.

Akranes menn trýstu fyri at fáa øll stigini. Teir høvdu átjan royndir móti málinum, meðan ÍBV hevði trettan, og heimaliðið hevði níggju hornaspørk, meðan ÍBV hevði tvey. Ellivu hundrað áskoðarar hugdu at, og teir sóu eisini at Allan Mørkøre, sum spældi allar 90 minuttirnar, fekk eitt gult kort, tá seinna umfarið var tríggjar minttir gamalt.


Uni í hopla

Áhugin fyri fótbólti í Ólafsfirði er stórur, men har er fólkagrundarlagið ikki so stórt, og tað vóru 250 áskoðarar og hugdu at, tá Breiðablik vitjaði. Talan var um eina tætta og javna uppgerð, og leingi sá tað út til, at liðið hjá føroyingunum skuldi liggja undir.

Breiðablik kom á odda í síðstu løtuni undan hvíldini. Málið skoraði Salih Heimir Porche. Eitt korter fyri leiklok økti Hreiðar Bjarnason til 2-0, og tá mundi øll vón vera úti hjá Leiftursmonnum. Men so var tað, at Uni Arge vísti sítt máltev. Ellivu minuttir restaðu, tá hann minkaði um munin, og bara teir minuttir seinni stútaði hann í málið til 2-2.

Uni Arge var eisini eyðsýndur á annan hátt, tí tá 50 minuttir vóru farnir, fekk hann eitt gult kort. Leiftursmenn høvdu fjúrtan royndir móti málinum hjá Breiðablik, og tólv ferðir royndu gestirnir móti málinum hjá Jens Martini Knudsen. At sita á beinkinum er ikki altíð so lætt, og serliga ikki tá tað er so tætt og spennandi, sum tað var millum Leiftur og Breiðablik. Sambært upplýsingunum, sum vit hava fingið, so varð venjarin hjá Leiftri, Páll Guðlaugsson, skrásettur fyri eitt gult kort.

Leiftur hevur trettan stig, og teir eru eitt stig aftanfyri Fram, sum er á triðja plássi. Breiðablik er á fimta plássi, og teir hava tíggju stig.


Fleiri føroyingar

Tað ljóðaði leingi, at Sámal Joensen skuldi yvir til Íslands at spæla við Leiftri, men tað spurdist einki burturúr hesum. Leiftur leitar framvegis eftir einum miðvallara, og í vikuni, sum fór, vóru tveir spælarar har yviri til royndarvenjing. Annar teirra var Eyðstein Skipanes úr NSÍ, og hin var ein dani, sum eitur Kenneth Tange. Enn er einki avgjørt, um annar teirra skal spæla við Leiftri.

ÍBV og Allan Mørkøre hava eisini havt føroyska vitjan. Súni Olsen úr GÍ og mammubeiggi hansara, sum eitur Henning Jarnskor, hava verið í Vestmannaoyggjunum, og har hava teir vant við ÍBV. Henning spældi ein venjingardyst við næstbesta liðnum hjá ÍBV, og Súni Olsen spældi við unglingaliðnum. Teir eru báðir komnir aftur til Gøtu. Súni Olsen er so mikið plágaður av einum skaða, at hann var ikki førur fyri at taka lut í venjingini, tá U-18 landsliðið leygardagin vandi á Svangaskarði, har teir spældu venjingardyst móti U-16 landsliðnum, sum frá fríggjakvøldinum og til út á seinnapartin leygardagin var á venjingarlegu á Svangaskarði.