Samherji eigur í føroyska felagnum, Framherji, men løgmaður sigur, at eftir teimum upplýsingum vit hava, eru treytirnar fyri loknar, tí útlendingar kunnu í mesta lagi eiga 33 prosent í føroyskum reiðaríum [...] koma til aðra niðurstøð enn at Fas-skipanin er misnýtt. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú tað er komið fram, at íslendska felagið, Samherji, hevur goldið fiskimonnum í Namibia hýrur ígjøgnum [...] Nielsen ikki í, at myndugleikarnir fara at taka málið upp í kjalarvørrinum á teimum upplýsingum, sum eru komnir fram. Tað er eisini komið fram, at Samherji setti fólk, sum burtur av høvdu til uppgávu at sverta
at hesi tøl eru ikki so fjar frá tí, sum vit vita frá eini Gallup kanning i august 2013, tí tá royktu 27 prosent dagliga. Fólkaheilsuráðið sigur, at fremstu ráðini til tey, har lunguni eru viknað, er at [...] Starvsfólk hjá kommunulæknum kring landið fáa nú høvið til at brynja seg betri til at hjálpa fólki at halda upp at roykja. Fólkaheilsuráðið og Krabbameinsfelagið fara í næstum undir eitt samstarv um at
og má tí fáast frá hondini, áðrenn kuldin kemur. -Tí má forarbeiðið gerast um summarið, og kanska eru vit longu í seinna lagi, sigur Heini Eysturoy, sum tó vónar, at arbeiðið at umvæla ta syðru koyribreytina [...] ár og hina næsta ár. Menn hjá stovninum hava fresað tað ovasta oman á teirri syðru koyribreytini, og nú skal so eitt byggifelag gera sjálva umvælingina. Tað arbeiðið verður ætlandi liðugt í november. Næsta [...] týðandi ferðslulívæðr, tá fólk skulu til og frá ólavsøku og festivalum, og útlendingar í hópatali eru her og ferðast, ella um arbeiðið kundi bíðað eitt sindur. Áðrenn kuldin kemur Heini Eysturoy, leiðari
verður og vit loyva okkum at gita, at manglandi útmeldingin skyldast manglandi samskipan millum tey bæði avvarðandi aðalráðini, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. - Føroysku útflutningsátøkini eru skipaði [...] og Vinnuframagrunnurin, sum fíggjar vrksemið hjá stovninum varð verandi undir Vinnumálaráðnum , kann nú fáa stórar skaðiligar fylgjur fyri útflutningsvinnuna, sigur Vinnuhúsið. - Menningarstovan, og síðani [...] almenna hevur luttikið í hesum er, at sjónliggera Føroyar enn betri, við tað, at føroysku framsýnararnir eru savnaðir á einum felags øki og sostatt ikki gerast ósjónligir á heimsins størstu fiskivinnuframsýning
Uttanríkismálaráðið vísir á, at tað mangan er staðfest, at Føroyar eru ov lítið kendar úti í heimi, og at ógreitt er, hvat Føroyar eru kendar fyri. Tí heldur ráðið tað vera umráðandi, at føroyingar gera [...] betra og styrkja um okkara kappingarsamleika. Somuleiðis vil Uttanríkismálaráðið finna útav, hvussu vit kunnu gera vart við hesar styrkir og eyðkenni, soleiðis at betri grundarlag verður fyri at skapa framburð [...] í Fíggjarnevndini, er hvassliga ímóti at játta pengar til slíkt. - Føroyska samfelagið nýtir longu nú nógvar milliónir til at gera okkum sjónlig úti í heimi. Hetta er einki annað enn at játta pengar til
byrjanini av 60-árunum er enn í dag karmur um eitt virksemi, ið nú umfatar 600 næmingar í 27 flokkum, umframt 100 starvsfólk. - Bygningarnir eru í dag niðurslitnir og ótíðarhóskandi til ta undirvísing, ið [...] 60 ára haldinum á skúlanum. Hann gjørdist heldur ikki veruleiki fyri studentaskúlans viðkomandi. - Vit vóna, at farið verður undir at viðgera karmar skúlans í næstum, so 75 ára haldið í 2012 kann haldast [...] hevur skapandi virksemið verið ein týðandi partur av ímynd skúlans, og mong ung og lovandi listafólk eru byrjaði leið sína inn í listina gjøgnum virksemi skúlans.
Spurningurin er nú aftur aktuellur í og við, at Kina skal hýsa komandi olympisku leikunum. Kina hevur sum flestøllum kunnugt sera ringt orð á sær, tá vit hugsa um mannarættindi. Deyðarevsing er sera vanlig [...] Beijing til at tvinga Kina at bøta um mannarættindini í hesum stóra landi. Stjórnirnar fyri vestan eru sera trekar at gera nakað við hetta mál. Í ríkisfelagsskapinum er hetta mál eisini komið á dagsskrá [...] at Kina er vorðin eitt búskapaligt stórveldi, sum eingin torir at fornerma og taparin í hesum spæli eru tær demokratisku kreftirnar í diktaturstatinum Kina og harvið eisini demokratiið í øllum heiminum.
til rættis, men enn kunnu vit ikki siga, um hetta eisini var professionelt, sigur Henning Svendsen hjá norðursælendsku løgregluni. Hann leggur tó afturat, at burturflytingar eru sjáldan væl fyrireikaðar [...] gavst løgreglan í Norðursælandi at leita eftir tí 18 ára gamla Jakob Haugen Kosmann, sum hvarv herfyri. Nú leitar norðursælendska løgreglan eftir tí fimm ára gamla Oliver, sum bleiv burturfluttur uttan fyri [...] ella lagdar til rættis, so heilt óprofessionellir eru burturflytararnir ikki, sigur hann. Oliver er av kinesiskum uppruna. Foreldrini eiga fleiri matstovur, men løgreglan veit ikki, um tað hevur nakað
og fyribyrgir sjúkum sum húðkrabba og eygnasjúkum. Hóast Føroyar eru millum londini, ið hava bundið seg til Montreal-protokollina, hava vit ikki gjørt nóg mikið til at minka um útlátið av ozonoyðandi evnum [...] útlátið í fjør var minkað niður í 1,9 ODP tons. Tað er framvegis er eitt sera stórt tal, sammett við eitt nú Danmark og Norra. Meginparturin er kølievnið HCFC-22, sum verður brúkt sum kølievni til køliskipanir [...] allan innflutning, útflutning og nýtslu av evninum og til ikki at selja slík evni til lond, ið ikki eru partur av sáttmálanum.
flokkarnir økja sítt tingmannatal Tað eru ikki tey stóru sveiggini at hóma í nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og tendensurin, sum vit hava sæð seinastu mánaðirnar, verður [...] verður staðfestur. Fleiri enn 2069 persónar eru spurdir. Samgongan varðveitir sínar 21 tinglimir, hóast eitt lítið sindur av útskifting er. Fólkaflokkurin missir ein tinglim, og Sambandsflokkurin fær ein. S [...] verður Fólkaflokkurin sambært kanningini. Listi A hevur eina afturgongd á heili 2,7 prosent og liggur nú á 17,9 prosentum. Javnaðarflokkurin hevur eina afturgongd á 1,8 prosent og fær 20,1 prosent, men varðveitir