Morgunstjørnan sandblást innanborðs

Línuskipið Morgunstjørnan stendur fyri eini størri umvæling. Hon v erður sandblást innanborðs, og arbeiðið veðru gjørt í Føroyum

Umvæling

Eiði:Morgunstjørnan veðru sandblást innanborðs. Talan er um umvæling fyri eina hálva millión krónur.
Tað ber væl til at gera slíkt arbeiði í Føroyum, hava teir sannað, sum eiga Morgunstjørnuna og Vesturland á Eiði.
?Fyri stutm varð Vesturland sandblástur innanborðs, og úrslitið er so mikið gott, at vit valdu at sandblása Morgunstjørnuan her heima eiisni, sigur Rólant Poulsen, reiðari og skipari á Morgunstjørnuni.
Morgunstjørnan er yvir 40 ára gomul. Hon er fysta stálskipið, sum smíðað er í Føroyum. Tað var á Tórshavnar Skipasmiðju í 1961, og æt skipið tá Porkenningur.
Rólant Poulsen greiðir frá, at teir í gjør gjørdu eina tjykdarkanning av skrokkinum, og vísti tað seg, at har hann var tynstur, var han kortini tjykri, enn tey skipini, í dag verða smíðað vanliga eru. So hann ivast ikki í, at til ber at hava skipið í drift nøkur ár enn.
?Men nú er tað kortini gamalt, og støða skal takast til, hvat gerast skal, sigur hann og sipar til, at tað alla tíðina veðrur hugsað um, hvart tað er skilagott at far aundir nýtt, ella umvæla tað góða, gamla skipið.
Teir hava so valt at sandblása Morgunstjørnuna, sigur hann og vísir til a t royndirnar við Vesturland hava víst, at tað arbeiðið, gjørt er, er gott.
Tað er virkið hjá Ragnari Poulsen við Ljósá, sum ger arbeiðið, ið veðru gjørt við bryggjuna á Eiði.
Rólant Poulsen sigur, at sjálvandi ehvur verið hugt at, hvussu tað loysir seg fígjarliga í munt ila t fara uttanlands at gera slíkt arbeiði. Og úrslitið teir eru komnir til, er, at tá allir snøklar eru tiknir við, er tað fult so bíligt at gera arbeiðið í Føroyum.
Hendan tíðin er eisini tann rætta til slíkt, vísir hann á. Fiskidagarnir eru viða t vera uppi, og fleiri virki fara helst at lata aftur vegna summarfrí fyrsta dagin, sigur Rólant Poulsen.