Børn hava altíð verið vælkomin í Norðurlandahúsið. Tey eru framtíðin og skulu frá barnsbeini venjast til at ganga í húsið, sum liggur høgliga fyri, beint við Svimjihøllina.
Hvørt fríggjakvøld í vetrarhálvuni er barnadansur í húsinum. Hetta tiltak hevur verið tað drúgvasta í søgu Norðurlandahúsins. Tí er sjálvsagt, at børn koma í húsið og gerast partur av virkseminum.
Við hesum í huga hevur Norðurlandahúsið gjørt serligan krók í kaffistovuni, ætlaður børnum. Her er runt borð við stólum í hóskiligari hædd, og her eru føroysk leiku og bøkur. Rúm er fyri átta børnum í hesum ljósa, dámliga horni í kaffistovuni.
Í sambandi við tjúga ára haldið hjá Norðurlandahúsinum vilja vit frá 1. mai 2003 heilsa Føroya børnum við hesum møguleika at vitja allar dagar, húsið er opið.
Við tað at rúm er fyri átta børnum hvørja ferðina, er neyðugt at leggja vitjanina til rættis. Ringið 317900 biðið um Kaffistovuni og spyrjið um borðið er tókt, tá tit ætla at vitja.
Nú Norðulandahúsið fer um tey tjúgu, verða eisini tiltøk, har serstakur avsláttur verður veittur børnum, 12 ár og yngri. Hesi tiltøk eru Musikkskúlakonsert fríggjadagin 9. mai klokkan 19:30, klassisk konsert leygardagin 10. mai klokkan 16:00 og familjukonsert sunnudagin 11. mai klokkan 15:00.
Eingin royking í Norðurlandahúsinum
Royking á almennum støðum er eitt vandamál, sum øll kjakast um og helst hava eina meining um. Kann henda, at royking er hóskiligari á summum støðum, og ikki á øðrum støðum. Meiningarnar eru so ymiskar.
Stýrið fyri Norðurlandahúsið hevur havt hetta vandamál til viðgerðar. Eitt samt stýri hevur gjørt av, at eftir 1. mai 2003 skal Norðurlandahúsið verða lýst sum roykfrítt øki.
Til trivna fyri øll verður tí ikki loyvt at roykja í kafeteria og teim rúmum í Norðurlandahúsinum, har almenningurin kemur.
Øll tey, sum starvast í hesum opna og ljósa húsi vóna, at tikið verður væl í móti hesi avgerð stýrisins.