Í dag er trettanda umfar á skránni. Fýra dystir verða seinnapartin. Tann fimti – KÍ-NSÍ – verður ikki í dag. Hann verður spældur um eina viku – á norðoyastevnu.
Síðstu nógvu vikurnar hevur tað verið tætt millum týdningarmiklu dystirnar í landskappingini og steypakappingini. At tað er stutt millum, at spælararnir skulu spenna seg so nógv út, ber við sær størri sannlíkindi fyri skaðum.
Magni Mohr er serfrøðingur í likamligari venjing og hvussu tað skal arbeiðast fyri at sleppa undan skaðum:
-Tað eru fleiri kanningar, sum vísa, at sannlíkindini fyri skaðum økjast nógv, tá ið tað er stutt millum dystirnar, og tá ið spælararnir harvið ikki hava møguleika at koma seg hundrað prosent, áðrenn teir aftur skulu í eldin. UEFA kanning hjá svenska Jan Ekstrand og eisini kanning, sum eg gjørdi í Grikkalandi í 2013-2014 vísa, at 90 prosent av skaðunum standast í dystum og ikki undir venjing. Sannlíkindini fyri knæskaðum, skaða í lærkrika og vøddaskaða í baklærinum er nógv størri, tá ið tað er stutt millum dystirnar.
Tað verður ivaleyst verri, tá ið tað í nógvar vikur er stutt millum dystirnar?
-Avgjørt. Tað er eingin møguleiki hjá spælarunum at hvíla seg heilt eftir trimum døgum, og hjá nógvum er tað ikki nóg mikið at hvíla í fýra dagar. At føroyskir spælarar hava arbeiði og skúla at hugsa um, og at tað – sammett við stóru feløgini uttanlands har tað eru nógvir spælarar sum ikki hava annað enn fótbóltin at hugsa um – oftast eru teir somu, sum eru á vøllinum, ber við sær, at vandin fyri skaðum verður uppaftur størri, og tað er hetta, sum vit síggja nú.
So tað er ikki nóg skynsamt lagt til rættis?
-Í feløgunum loysir tað seg at lata teir bestu sita á beinkinum viðhvørt. Eg skilji tó væl, at venjarar, spælarar og onnur ábyrgdarfólk vilja hava teir bestu við í týdningarmiklum dystum sum eitt nú einari hálvfinalu. Hvat FSF viðvíkur so hevði eg mælt til, at tað ikki vóru fleiri dystir um vikuna í nógvar vikur. At tað er soleiðis viðhvørt ger einki, og spælarunum dámar væl at spæla mikukvøld, tá ið líkindini eru góð, og tað er ljóst og lýtt í veðrinum, sigur Magni Mohr.
13. umfar
Í dag
Víkingur-HB: Dagfinn Forná kl. 15.00
B68-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B36-Skála: Petur Reinert kl. 15.00
AB-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 17.15
5. juni
KÍ-NSÍ: Lars Müller
Støðan
KÍ 26
Víkingur 25
NSÍ 24
B36 24
HB 18
ÍF 15
AB 9
Skála 9
TB 9
B68 5