Sáttmálastríð
Enn røkist einki fyri nakrari semju millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag, soleiðis at skipini kunnu fara útaftur, tá ið jóla-og nýggjárshalgan er farin aftur um.
Formaðurin í reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, sigur, at einki samband hevur verið millum partarnar, síðan samráðingarnar slitnaðu, og tí eru heldur eingi útlit fyri nakrari loysn, soleiðis sum støðan er.
Einki samband
- Einki samband hevur verið millum partarnar, og eingin nýggjur fundur er avtalaður, sigur hann.
Spurdur, um hann væntar, at hetta verður eitt tungt stríð, nú partarnir enn ikki eru samdir um sjálvt samráðingargrundarlagið, ásannar Jákup, at tað verður tað helst.
- Hetta er ógvuliga beklagiligt, men vit noyðast at ásanna, at rættiliga langt er millum partarnar.
Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað, sum brennur heitast, er, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag vil hækka yvirmannapartarnar, men tað kemur ikki uppá tal.
- Tað er heldur soleiðis, at onkrir yvirmannapartar eiga at lækka, sigur Jákup Sólstein.
Ikki rætt
Ellintur M. Abrahamsen hevur sagt, at hini manningarfeløgini góðtóku at broyta undirskrivaða sáttmálan eftir seinastu samráðingar, tí hesi feløg hava ikki yvirmannapartar eins og Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
- Men hetta er ikki rætt, sigur Jákup Sólstein, tí øll hini trý feløgini, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Motorpassarafelag og Maskinmeistarafelagið hava eisini yvirmannapartar - um enn í minni mun enn FSN. Kortini gingu tey við til at rætta tær villur og teir skrivifeilir, sum vóru, tá ið seinasti sáttmálin varð undirskrivaður í januar 1999.
Semingsmenn í trætuni millum felagið hjá skiparum og navigatørum og reiðarafelagið, eru Høgni Høgnesen og Suni S. Jacobsen.
Reiðarafelagið er eisini í samráðingum við Maskinmeistarafelagið, men hesar samráðingar eru fyribils útsettar til fyrst í komandi ári. Sáttmálin við Maskinmeistarafelagið gekk eisini út, 1. desember.
Føroya Motorpassarafelag hevur ikki sagt sáttmálan við reiðararnar upp, og Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag gjørdu nýggjan sáttmála í summar.








