Onkur einstakur østi seg upp

Tað hevur gingið upp á stás at steingja Havnina fyri bilar

- Tað gekk av tí allarbesta!

Soleiðis tekur Johan Simonsen samanum stóru maratonrenningina í Havn í dag.

Einir 200 rennarar hava fylgt havnargøtur og vegin rundan um Havnina, men nú er alt komið á mál.

 

Les eisini: Her eru øll úrslitini frá Tórshavn Maraton í dag

 

Einir 55 rennarar runnu heilt maraton, sum er góðar 42 kilometrar, og einir 140 runnu hálvt maraton, sum er 21 kilometrar.

Harafturat hava eini 100 rennarar verið við í eini helsurenning, har størri dentur varð lagdur á at røra seg, enn at kappast.

 

Trýst HER fyri at síggja fleiri myndir frá Tórshavn Maraton í dag

 

Johan Simonsen, at í tali er luttøkan sum hon plagar at vera, men av tí at tiltakið ikki er tá ið tað plagar at vera, vóru væl færri útlendingar við, tí útlendskir rennarar leggja sínar longri fram í tíðina enn so.

 

Men tað merkir so aftur, at fleiri føroyingar vóru við í ár og tað fegnast fyrireikararnir um.

 

Kappingin hevur borið í sær, at stórur partur av Havnini og Kalbaksvegnum hava verið stongdir fyri ferðslu í dag og tað eru ikki øll, sum hava verið so verið so fegin um tað.

 

Men Johan Simonsen sigur, at eisini tann paturin av kappingini hevur gingið upp á stás.

Hann heldur at sum so hava fólk einki ímóti at vegirnir eru stongdir. Trupulleikin er, tá ið tey ikki vista av tí og sostatt standa strandað onkustaðni. Men í ár hava vit gjørt nógv burtur úr at upplýsa og  tað hevur hepnast væl, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at samstarvið við løgregluna hevur verið fyrimyndarligt, eitt nú í sambandi við at fáa ferðsluna frá Smyrli, sum kom á Havnina mitt í kappingini.

 

Løgreglan er samd í, at tað hevur gingið upp á stás.

Onkur hevur ringt á støðina at kæra sína neyð um, at tey ikki eru sloppin, har tey ætlaðu sær í bili.

- Men tað er bara onkur einstakur, sum hevur verið uppøstur, sigur løgreglan.

 

Yvirhøvur hevur tað gingið serstakliga væl og løgreglan heldur, at ein partur av forkláringini er, at tað hevur verið væl upplýst um hetta frammanundan.

Tað er heldur ikki so, at Havnar gøtur hava verið fullkomiliga stongdar í dag, tí fólk eru sloppin fram.

 

- Løgreglan og vaktir í samband við Maraton renningina, hava hjálpt fólki upp á pláss og somuleiðis fylgdi løgreglan bilunum, sum komu av Smyrli í morgun, trygt ígjøgnum havnargøtur, uttan at seta lív og heilsu hjá rennarum í vanda.

Annars hevur Bussleiðin koyrt tríggjar ferðir um tíman, so tað hevur ikki verið nøkur neyð, sigur løgreglan.