Nú um dagarnar var nógv gjørt burtur úr, at rockbólkurin Rolling Stones hevði konsert í cubanska høvuðsstaðnum Havnna. Hetta var mett sum søgulig hending og fyrsta rockkonsert av sínum slagi.
Men nú hevur ein annar rockbólkur gjørt vart við seg og vil verða við, at teir eru søguligari enn Rolling Stones. Walisiski bólkurin Manic Street Preachers hevði konsert í Karl Mark Leikhúsinum í Havanna fyri 15 árum síðani. Tá var stranga bannið ímóti rockkonsertum gjørt bleytari, og Manic Street Preachers fingu loyvi at hava ókeypis konsert í Havanna. Sjálvur Fidel Castro var til konsertina. Í 2005 hevði amerikanski rockbólkurin Audioslave konsert á Cuba.