samdir um, at tað tykist sum um, at russar eru glaðir fyri føroyingar og at samstarva við føroyingar. Teir halda eisini, at hetta er eitt vinnu- og vinasamstarv, sum føroyingar so avgjørt eiga at hugsa um [...] fyri at samráðast um ein MFN-sáttmála, t.e. most favored nation. Hesin sáttmálin fer at merkja, at føroyingar og russar veita hvørjum øðrum lægsta toll og avgjøld. Tað ber kanska til at siga, at hetta [...] upp at einum fríhandilssáttmála. Herluf Sigvaldsson, leiðari fyri uttanlandsdeildina hjá løgmansskrivstovuna, sigur, at samráðingar sum so eru lidnar, og ætlanin er nú at fara yvir til Russlands at undirskriva
fingu eisini at vita, at um kommunurnar ikki tóku av hesum 160 milliónunum, so fór landsstýrið at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, har tað varð samtykt, at soleiðis fór íløguloftið at vera, sigur Heðin [...] er tað eisini avgjørt at hesi skip skulu sigla út frá Havnini. Fyri okkum merkir hetta, at vit skulu brúka eini 35 milliónir fyri at dýpa havnina fyri at hesi skip kunnu leggja at. Vit hava ikki fingið [...] hevur ein revolvara í pannuni fyri at góðtaka kravboð frá landsstýrinum, so er tað ikki nøkur avtala í mínum hugaheimi. Kommunurna fingu at vita frá landsstýrinum, at íløguætlanin fyri 2002 varð ikki meira
Tinganesi um loyvi at fara undir at broyta viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Fleiri av uppskotunum hevur hann longu liggjandi, men hann veit, at tað er ongin løtt uppgáva. ? Eg veit, at higartil hava politisku [...] har tað ber til at gera undantøk. Til dømis skal tað bera til at fylgja krøvum frá djóralæknum, sum byggja á millumtjóða veterineravtalur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur skal bera til at raka ávísar v [...] uppskotum og tillagingum, ið hava til endamáls at gera tað lættari at semjast uttan buldur og brak. Skandinaviski frymilin er fyrimyndin. Tað skal vera torførari at fara í eitt verkfall, sum skal lýsast í góðari
breki. Hon legði dent á, at øll orka eigur at verða løgd í at læra tey ungu at verða so sjálvbjargin, sum tey nú einaferð megna. At skúlin má geva teimum avbjóðingar og fyrireika tey at flyta í egnan bústað [...] bústað. Elin Nora segði eisini, at tað er umráðandi, at tey ungu sleppa at vera við at taka avgerðir. Eisini nevndi hon alt tað, sum í einum vanligum skúla er ein sjálvfylgja, sum til dømis, fyrstuhjálp, kristni [...] mentir soleiðis, at teir kenna, at brúk er fyri teimum - at teir verða tiknir í álvara! Tað má vera høvuðsendamálið við hesum. Formaðurin í mentanarnevnd løgtingsins endaði røðu sína við at lesa brot úr
gongd, hava vit roynt at lagt upp fyri í 2003 við at leggja upp fyri øllum kendum útreiðslum, so avgerðin um at nýta tøkan pening verður tikin út frá eini heildarmeting og ikki útfrá, at tað økið, ið kemur [...] Henda støða krevur ikki bert loyvi at gera íløgur ótarnað, sum Jógvan við Keldu rør uppundir, nei, hon krevur eisini, at vit hava eina umsiting, ið megnar at fylgja við og ikki eina kreppuumsiting, skorðin [...] gloyma, at hetta eru økingar, ið eisini geva økta inntøku. At økja raksturin við barnaansingarplássum gevur inntøku, bæði við at foreldrini gjalda 30% av økingini og ikki minst økta skattainntøku, tí foreldrini
sjálvandi ein smeitur, at teir soleiðis mistu møguleikan at staðfesta gullið, men hóast tapið, so er helst lítið at ivast í, at gullið fer at koma til høldar. Somikið væl stendur til, at liðið bert skal hava [...] nærum ikki at kenna aftur, og á vøllinum sýndu vestmenningar ikki sama gullspælið, sum teir onkun tíð hava víst. Tað endaði eisini við, at Neistin fór avstað við báðum stigunum, soleiðis at vestmenningar [...] orsøkunum til, at VÍF ongan tíð fekk veruligt tak á. Tað hevur nevnliga víst seg higar til í ár, at tá mótstøðan hevur leikt við lágari ferð, so hava vestmenningar havt sera trupult við at toga hesa upp
fara at megna so at siga at handfara støðuna, nú byrjanin hevur verið so serliga soltin. Áður hevur verið at sæð, at samanhaldið og stríðsandin styrkna í slíkari støðu, men tað er ikki ókent, at um tey [...] aftur í, at størsta trýstið liggur á B68, og at næststørsta trýstið liggur á KÍ. Í Klaksvík hava tey gjørt nógv fyri at undirstrika, at teir eru farnir undir at byggja eitt nýtt lið. Harvið vilja teir sjálvandi [...] EB/Streymur og FS Vágar einki stig hava fingið. Felags fyri VB og HB var, at hesi liðini vunnu útidystir, sum tað plagar at vera vanligt at rokna sum torførar. HB var favorittur í Klaksvík, og ta uppgávuna megnaðu
tóktust tær endiliga at hava funnið røttu uppskriftina til at taka VÍF. Við eini rættuligari flataru verju royndu tær at forða VÍF í at spæla seg ígjøgnum, og so ístaðin royna at blokka tær skotroyndirnar [...] var hon brádliga at síggja úti á vøllinum. Kanska skuldi tú hildið, at hetta fór at minka um sigursvónirnar hjá VÍF, men soleiðis var kortini ikki. Tvørtur ímóti var Manuela við til at seta ferð á spælið [...] hava tó gjørt sítt til, at verandi føroyameistararnir dekan ov tíðliga mistu sambandi við oddaliðið. Tað tóktist eisini greitt frá fyrsta bríksli, at her ætlaði Stjørnan sær at gera eitt seinasta sprell
fóru út á Hagaleitið at hyggja at brennistøðini, vistu vit lítið, hvat var í væntu á hesari vitjan. Sjálvur væntaði eg, at støðin so at siga bert var ein brennistøð, og tankarnir fóru at leita aftur til ta [...] fyri eitt at hugsa um, hvussu reint og nossligt alt var uttan um støðina. Hvørki rottur ella ravnar vóru at síggja, og skamt frá sjálvari brennistøðini var dyrkað lendi. Tað tóktist mær løgi, at bøurin var [...] brenniovnin, meðan Petur Jacob tók sær tíð til at greiða frá, hvussu alt fer fram á støðini. Fleiri teldur vóru eisini at síggja í rúminum, og hugtakandi var at fylgja við, tá leiðarin vístu okkum, hvussu
gera sína skyldu. Tí verður mett, at skilabest er at leggja ábyrgdina fyri gjalding av møguligum eftirstøðum á loyvishavaran. Hugsast kann, at tað verður sera trupult at fyrisita eina innkrevjingarskipan [...] knýtt at hesum. Eftir nevndu lóg verður vanliga skyldan til at rinda skatt til landskassan víðkað, so øll, sum á føroyskum øki (sjóøkið og meginlandsstøðið íroknað) hava við kolvetnisvirksemi at gera, [...] knýtt at hesum virksemi, koma undir skyldu til at rinda skatt til landskassan, hóast tey eftir verandi skattalóggávu ikki hava hesa skyldu. Landsstýrismaðurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at endamálið