Verkfallið avdúkar veikleikar

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, hevur biðið um grønt ljós frá landsstýrinum at fara undir víðfevndar broytingar í viðurskiftunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta er eitt viðkvæmt politiskt evni, viðgongur hann, men verkfallið man hava víst øllum, at skipanin er ótíðarhóskandi

»Verkfallið hevur lært meg ikki so lítið.«
Bjarni Djurholm er landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum. Og okkurt er heilt galið á hansara málsøki. Síðstu árini hava verkføll meira verið reglan enn undantakið, og verkfalsdagarnir í Føroyum eru fleirfaldaðir samanborið við grannalond. Eftir ein heilan mánað við verkfalli og kaotiskum viðurskiftum hjá vinnu og fólkum flest, er tíðin komin at eftirmeta og síðan fara undir nakrar broytingar.
? Vit mugu øll hava lært, at lógargrundarlagið undir viðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum er ótíðarhóskandi, sigur Bjarni Djurholm.

Avoldað seming
Talan er um fleiri viðurskifti, og tá landsstýrismaðurin hevur tosað seg heitan, fær hann ikki afturhald.
Eitt er lógin um seming, sum er ófullfíggjað. Tað er kanska ikki so løgið, tí hon er ikki dagførd síðan í 1920-árunum. Landsstýrismaðurin kundi hugsað sær eina skipan, sum líktist henni í grannalondunum, har semingsmenninir fáa fleiri heimildir og møguleikar at trýsta partarnar í sínum semingsroyndum.
Verkfallið byrjaði, tí arbeiðarafeløgini havnaðu fyrsta semingsuppskotið, sum ljóðaði upp á 3,20 krónur omaná tímalønina um árið. Tá samanumkom gav tað bara verkafeløgunum 1,10 krónur meira at vera í verkfalli í ein heilan mánað. Spurningurin er, um tað ikki kundi loyst seg betur við maratonsamráðingum beinanvegin.
? Aðrastaðni kunnu semingsmenninir útseta eitt møguligt verkfall í tvær ferðir 14 dagar. Í Føroyum er hesin møguleikin avmarkaður til eina viku. Høvdu vit havt tann møguleikan at útsett verkfallið í ein mánað, kundu vit helst nátt sama úrslit uttan verkfall. Tað er tankavekjandi, sigur Bjarni Djurholm.
Eitt annað, sum landsstýrismaðurin kundi hugsað sær, er at gera skipanir, sum sleppa ávísum økjum undan verkfalli. Hann hugsar um eitt nú alivinnuna, har sjúkur eru lívshóttandi fyri tilverugrundarlagið.
? Vit mugu gera skipanir, har tað ber til at gera undantøk. Til dømis skal tað bera til at fylgja krøvum frá djóralæknum, sum byggja á millumtjóða veterineravtalur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur skal bera til at raka ávísar vinnugreinar, tá tað er hóttafall, sigur Bjarni Djurholm.

Bukett av broytingum
Yvirhøvur eftirlýsir landsstýrismaðurin eini smidligari skipan á arbeiðsmarknaðinum. Talan skal vera um eina bukett av uppskotum og tillagingum, ið hava til endamáls at gera tað lættari at semjast uttan buldur og brak. Skandinaviski frymilin er fyrimyndin.
Tað skal vera torførari at fara í eitt verkfall, sum skal lýsast í góðari tíð. Tað uppskotið hevur ikki verið møtt við vælvild, og í bukettini hjá Bjarna er eisini eitt tað viðkvæmasta økið yvirhøvur: Arbeiðsrætturin! Eitt orð, sum fær tað at renna kalt niður eftir rygginum á fakfelagsfólkum.
? Eg veit væl, at hetta eru prinsippøki hjá fakfeløgunum, men vit noyðast at sleppa okkum burtur úr fastlæstum hugsanum. Tað er neyðugt við einum arbeiðsrætti, sum kann arbeiða skjótt og loysa ósemjur eftir stuttari tíð, so tað slepst undan áralongum ósemjum, sigur Bjarni Djurholm.
Týsdagin bað hann samgongufelagarnar í Tinganesi um loyvi at fara undir at broyta viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Fleiri av uppskotunum hevur hann longu liggjandi, men hann veit, at tað er ongin løtt uppgáva.
? Eg veit, at higartil hava politisku flokkarnir hvept seg við at nortið økið, tí trýstið hevur verið stórt frá verkafeløgunum. Men hetta síðsta verkfallið átti at víst øllum, eisini flokkunum í andstøðu, at vit mugu gera okkurt, áðrenn søgan endurtekur seg, sigur Bjarni Djurholm.

Á annan bógv
Tað slepst ikki undan at koma inn á politiska atgerðarloysi í sambandi við verkfallið. Spurdur, um politikarar hugsa meira um atkvøðurnar til næsta val enn at loysa trupulleikan, viðgongur hann, at tað er eitt problem.
? Seinast eg sendi hesi uppskot til hoyringar fyri tveimum árum síðan, sendu fakfeløgini tinglimum bræv, har tey mintu á, at teir skulu veljast aftur fjórða hvørt ár. Tað er fullkomiliga avsporað. Eg havi einki ynski yvirhøvur um at gera støðuna hjá fakfeløgum verri. Eg hava bara sett mær fyri at gera lóggávuna meiri tíðarhóskandi, og hon skal sjálvandi liva upp til nøkur krøv, ið tey hava. Tað ræður um at fata fakfeløgini sum viðspælara heldur enn mótpart, sigur Bjarni Djurholm.
Í allari neyðini leggur landsstýrismaðurin stóran dent á, at føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki bara er verri fyri enn aðrir.
? Vit hava nógvar sterkar síður. Arbeiðsmarknaðurin er fleksibul, fakmørkini eru fá, arbeiðsmegin er mobil, og arbeiðsgevarafeløgini eru fá. Arbeiðsloysisskipanin er smidlig og barsilsskipanin er góð. Tað eru bara nøkur øki, sum eru afturútsigld, og nú er tímin komin til teirra, sigur hann.
Tá samanum kemur, er størsti trupulleikin kortini, at partarnir hava skeivan hugburð til hvønn annan. Kemiin er ov vánalig, sum fleiri hava ført fram.
? Tað skulu tveir partar fyri at klandrast, men tað skal bara ein partur til at finna eina semju. Vit mugu bara staðfesta, at báðir partar hava verið ógvuliga trekir móti hvørjum øðrum, og at samskifti millum arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, eisini teir almennu, hevur verið út av lagi vánaligt í áravís. Tað er høvuðsorsøkin til, at vit hava konstantar ósemjur, sigur Bjarni Djurholm.