Ein heimur ? eitt land fyri øll

Hesi orðini segði Rodmundur Nielsen, sum var orðstýrari, at enda á landsstevnuni hjá Javna fríggjakvøldið. Tað mundi neyvan vera av tilvild, at borgarstjórin varð biðin at stýra fundinum, tí Runavíkar Kommuna hevur nevniliga víst størstan áhuga at geva pláss fyri skúla til ung við menningartarni

Evnið á landsstevnuni hesaferð var: "At menna menningartarnað"
Fitt av fólki var samankomið í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum at hoyra, hvat landsstýrismaðurin við mentamálum, løgtingsumboð úr samgongu og andstøðu og fólk frá sernámsdeplinum høvdu at bera fram. Eisini umboð fyri foreldur at menningartarnaðum høvdu orðið.
Eftir at formaðurin, Malena Arnholdsdóttir, hevði bjóðað vælkomin og landsstýrismaðurin hevði sett stevnuna, segði Elin Nora Reines nøkur orð um, hvussu hon ímyndaði sær ein framhaldsskúla fyri ung við breki.
Hon legði dent á, at øll orka eigur at verða løgd í at læra tey ungu at verða so sjálvbjargin, sum tey nú einaferð megna. At skúlin má geva teimum avbjóðingar og fyrireika tey at flyta í egnan bústað.
Elin Nora segði eisini, at tað er umráðandi, at tey ungu sleppa at vera við at taka avgerðir. Eisini nevndi hon alt tað, sum í einum vanligum skúla er ein sjálvfylgja, sum til dømis, fyrstuhjálp, kristni og kynsfrálæru.
Spurningur um fígging
Hans Eli Dahl, stjóri á sernámsdeplinum, vísti á, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni, bert er ein spurningur um fígging.
Hann vísti eisini á munin millum tað mekaniska sjónarmiðið við trongu fatanini, har vit bert síggja tað, ið næmingur ikki maktar - og síðani tað dynamiska sjónarmiðið, har dentur verður lagdur á førleikan hjá barninum.
- Tað er ikki ilt at gita, hvat av hesum báðum grundreglum, gevur eitt betur úrslit, var nakað av tí, Hans Eli førdi fram.
Sjálvstøðugt lív
Janus Jensen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, hevði ein fyrilestur gongdina í málinum at fáa til vega eitt skúlatilboð fyri ung við breki.
- Nøkur menningartarnað, "sum eru betur fyri", og sum kundu verið arbeiðsfør, hava vánaligar møguleikar at fáa arbeiði, partvís av tvørrandi stimbran og vantandi vinnuútbúgvingarmøguleikum. Hesum bólki av menningartarnaðum átti skúlin eisini at kunnað givið eitt tilboð, sum gjørdi tey betur før fyri at fáa og gera eitt arbeiði, segði hann millum annað í fyrilestri sínum.
Hann vísti eisini á sjónarmiðið hjá foreldrunum, sum ynskja at, skipað verður soleiðis fyri, at børn teirra fáa ein virðiligan ungdóm og kunnu fáa eitt skúlatilboð, sum mennir tey til eitt sjálvstøðugt lív, tá ið skúlagongdin er liðug.
Neyðugt tiltak
Javni hevði eisini biðið tvey løgtingsumboð hildið røðu á lansstevnuni. Fyrst var javnaðarkvinnan, Katrin Dahl Jacobsen.
Hon tók dømi úr egnu royndum sínum sum lærari og mintist, hvussu glað og stolt hon var, tá alt gekk so væl, tá hon fyri árum síðani fekk næming við menningartarni í sín flokk.
Allir næmingarnir arbeiddu saman, og hin menningartarnaði var ein náttúrligur partur av flokkinum. Men so við og við broyttist hetta, og tá hormonini hjá næmingunum byrjaðu at gera um seg, gjørdist egoisman størri enn góði viljin.
Katrin ásannaði, at eitt skúlatilboð til ung við breki var avgjørt neyðugt, og hon fegnaðist um, at tað var eitt samt løgting, sum í farnu viku samtykti, at nú skal ein royndarkskipan setast í verk.
Størsta skylda okkara
Seinastur at taka orðið var formaðurin í mentanarnevd løgtingsins, Jógvan á Lakjuni.
Sum fleiri av hinum røðarunum, skilti Jógvan ikki, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni ikki langt síðani var vorðið veruleiki.
Hann vísti eisini á, hvussu týdningarmikið tað er, at hesir næmingar, hvør við sínum ymiska breki, kunnu verða mentir soleiðis, at teir kenna, at brúk er fyri teimum - at teir verða tiknir í álvara! Tað má vera høvuðsendamálið við hesum.
Formaðurin í mentanarnevnd løgtingsins endaði røðu sína við at lesa brot úr yrkinigini hjá Myru B. Welch, "Meistarans hond".
Hann bar ynski um, at vit fáa ein skúla til ung við breki, har lærarar og pedagogar - eins og fiólspælarin við fiólini - fáa møguleikan at stemma streingirnar hjá hesum næmingum, so teirra evnir veruliga mugu koma til sín rætt.

???????????
Brot úr "Meistarans hond"

Ei tykist fiólin verd eitt boð,
so støvut og ljót hon er.
Aktiónshaldarin bert talaði so:
"Ein gomul fiól er her!"
Hann helt hana upp: "Eitt boð upp á meg?"
- hann smíltist: "Hvør býður nú?"
"Ein króna, tvær krónur - teim dámar ei teg,
tvær krónur bert verd ert tú!"

"Tvær krónur fyrstu ferð - eingin meir?
Tvær krónur aðru ferð!"
Tá ein gráhærdur maður - hann sóu ei teir -
kom fram og bað lata seg fá
ta gomlu fiólina. Hann hana fekk
og stemmaði streingirnar væl
og spældi eitt lag, sum til hjørtuni gekk
sum einglasongur og spæl.

Nú tagnaði spælið og við eini rødd,
sum pipraði rørd og lá,
aktiónshaldarin lyfti boygda høvd
og segði: "Hvat boð skal eg fá?"
"Túsund er boðið - og hvør sigur tvey?
Tvey túsund - hvør ger tað til trý?
Trý túsund og fýra, fimm, seks og sjey
- og so fall tá hamarin í!

"Hurrá!", rópar fólkið, men onkur spyr her:
"Fyrr hon fyri tvær krónur gekk,
hví bleiv hon so dýr nú?" Og svarið er:
"Tí meistarans hond hana fekk!"