Tá vit tríggir, myndamaðurin, starvsnæmingurin og blaðmaðurin fóru út á Hagaleitið at hyggja at brennistøðini, vistu vit lítið, hvat var í væntu á hesari vitjan.
Sjálvur væntaði eg, at støðin so at siga bert var ein brennistøð, og tankarnir fóru at leita aftur til ta tíð, tá vit fyri nøkrum árum síðani fóru út í Havnardal við ruskinum, sum varð slept beint niður í ovnin.
Sera nossligt
Meðan vit koyrdu úteftir vegnum til brennistøðina, fór eg alt fyri eitt at hugsa um, hvussu reint og nossligt alt var uttan um støðina. Hvørki rottur ella ravnar vóru at síggja, og skamt frá sjálvari brennistøðini var dyrkað lendi. Tað tóktist mær løgi, at bøurin var dyrkaður so mikið nær at sjálvari brennistøðini, men eftir vitjanina á støðini var hetta ikki longur nøkur gáta.
Tað er nevnliga ein ótrúliga stórur munur á, hvussu ruskið varð handfarið úti í Havnardali, og hvussu tað í dag verður handfarið úti á tøkniligu háborgini hjá IRF.
Tað fyrsta ein legði til merkis, tá farið varð inn um dyrnar, var, at tað ikki var loyvt at ganga í skóm inni á støðini. Heldur ikki sást nakar ganga við sigarett í munninum, so nikotinhungurin hjá mær stóð við til vitjanin var av.
Alt teldustýrt
Inni í sjálvum hjartanum á brennistøðini, har øll brenningin verður stýrd, vórðu tveir mans til arbeiðis. Leiðarin á støðini, Petur Jacob Johannesen, og Marius Jacobsen, sum høvdu vakt henda dagin. Marius sat væl í stóli sínum, har hann við joystickum stýrdi stóra grabbaranum, sum flutti ruskið yvir í sjálvan brenniovnin, meðan Petur Jacob tók sær tíð til at greiða frá, hvussu alt fer fram á støðini.
Fleiri teldur vóru eisini at síggja í rúminum, og hugtakandi var at fylgja við, tá leiðarin vístu okkum, hvussu teir halda skil á øllum tí, sum hendur, ímeðan ruskið verður brent. Á ymsu skíggjunum sást m.a., um hitin var sum hann skuldi vera í forbrenningini, um kølingin var nóg góð o.s.fr. Eisini sást tú á hesum skíggjum, hvussu nógv av ruskinum varð sent út aftur í atmosferuna, og undrunarvert var at síggja, hvussu lítið ein slík støð dálkar. Filtur av øllum møguligum slagi vóru ymsastaðni, og syrgdu hesi fyri, at sum minst av dálkandi evnum fóru úr støðini.
Fyri at vísa á, hvussu umhvørvisvinarlig støðin er, kann nevnast at hægst loyvda útlát av flogøsku, sum er sera dálkandi, er 20 mg fyri hvønn rúmmeturin av luft. Á Hagaleitið hendan dagin var útlátið 7 mg fyri rúmmeturin, so tað var kanska ikki so løgið, at jørðin við støðina var dyrkað.
Nógv at brenna
Nógv hevur seinastu tíðina verið skrivað um teir trupulleikar, sum IRF hevur, við tað at teir fáa meira rusk inn, enn teir eru førir fyri at brenna.
Nøgdirnar, sum koma inn á støðina, eru eisini øgiligar. Á støðini verður arbeitt alt samdøgrið, og megna teir á henda hátt at brenna uml. 55 tons um dagin. Hetta er tó als ikki nóg mikið, og er tískil gjørd avtala við KOB, sum brennir ein part av tí ruski, sum IRF fær inn.
Serliga nú slaktið hevur verið, hevur staðið á hjá teimum at tikið ímóti øllum, og hevur hetta eisini havt við sær, at ein ætlað umvæling av brenniovninum er útsett til 6. desemeber. Talan er um eina árliga gjøgnumgongd av ovninum, sum vanliga hevur verið framd í mars mánaði, men nú hevur støðin somikið nógv ár á baki, at tað helst verður neyðugt við tveimum umvælingum um árið.
Týdning fyri umhvørvið
Tá tosið fall inn á nøgdirnar, sum verða brendar á støðini, kundi eg ikki lata vera við at hugsa um gamla brenniplássið við Æðuvík. At hugsa sær allar tær nøgdir av ruskið, sum tá eru farnar beint út í náttúru okkara. Ta náttúru, sum vit ynda at kalla heimsins reinastu.
Hetta hevur eisini verið ein stórur trupulleiki, greiðir Poul Jacob frá. Fyrr var t.d. heilt vanligt, at skip og bátar fingu um skrúvuna, men hesin trupulleiki er so at siga loystur, nú brennistøðin hevur virkað nøkur ár. Eisini fór ein umfatandi dálking av luftini fram, tá brent varð úti við Æðuvík, men hesin trupulleikin er eisini loystur.
Hetta prógvar tann týdning, sum ein vælvirkandi skipan til brenning og burturbeining ruskið hevur fyri samfelag okkara.
Orka til spillis
At enda varð tosað um møguleikarnar fyri at nýta ta orku, sum støðin framleiðir. Tey 55 tonsini, sum støðin brennir um samdøgrið, geva orku, sum kundi verið nýtt til at hita eini 600-700 húsarhald, men sum er, fer øll henda orka til spillis. Hetta heldur Poul Jacob sjálvsagt vera spell, men enn er so einki gjørt við málið.
At hugsa sær, hvussu stórar nøgdir nøgdir av olju og øðrum brennievni, sum kundu verið spardar, um vit kundu nýtt ein part av hesari orku.
Vit takkaðu fyri prátið, og útaftur komin festi eg mær í sigarettina, meðan tankarnir aftur leitaðu út í Havnardal, har roykurin var tjúkkur og rotturnar nógvar. Jú, nógv er broytt hesum viðvíkjandi seinasu árini, men aftur í hesum førinum kann staðfestast, at hóast vit hava loyst ein spurning, stinga aðrir seg upp?