undir samráðingunum í 1993 var tað ein partur av avtaluni millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, at í 1998 skuldi javnvág verða á løgtingsfíggjarlógini. Hetta var somuleiðis ein treyt fyri, at ríkiskassin [...] gekk støðugt framá. Longu í 1994 kundu vit staðfesta, at hallið hjá landskassanum var í minking, og at tað eisini var væl minni enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri 1994 varð viðgjørd og samtykt. [...] uppskotini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Ætli mær tí ikki at taka nakra endaliga støðu til hesi nú. Hvørki fyri ella ímóti. Men eg loyvi mær kortini at vísa á, at logikkurin hjá landsstýrismanninum
verið hesa vikuna. Upsaveiðan, sum annars hevur verið rættiliga góð í ár, hevur verið lakari tað, ið farið er av heystinum. Soleiðis var eisini í fjør heyst, men tá leið longur út, tók góði upsafiskiskapurin [...] Polarhav og Stjørnuna seinni í vikuni ella mánadagin. Hetta er fyrsti upsatúrurin hjá leirvíkstrolarunum í heyst, síðan skipini løgdu um frá gulllaksi. Ein orsøk til, at landaðu nøgdirnar eru so nógv øktar [...] øktar í ár er, at gulllaksaveiðan hevur verið so góð í vertíðini.
árgangi, so tað sigur seg sjálvt, at tað verður ein meira enn trupul uppgáva, men eisini hinir báðir dystirnir verða sera torførir. Jugoslavia hevur vanliga góð lið, og Cypern hevur eisini eitt sterkt lið [...] Hondbóltur Tað var eitt hampuliga skert føroyskt U-20 landslið hjá monnum, sum mikudagin setti kós móti Cypern, har teir komandi dagarnar skulu spæla tríggjar dystir. Vanligi liðskiparin á liðnum, Regin [...] leygardagin. Tíbetur tóktist skaðin hjá strandingunum ikki so álvarsligur, og um ikki annað, so gav hetta honum stundir at fáa eitt lítið prát við útsenda blaðmannin, meðan liðfelagarnir royndu at fáa seinastu
síggja út. - Tað var faktiskt bara soleiðis, at tey frá SMS ringdu til mín, og spurdu um eg var áhugað í at standa fyri mótasýningini. Tá var tað ringt hjá mær at siga nei, tí eg var arbeiðsleys, og eg [...] klædning, ein frakka, ein kjóla ella hvat tú enn einaferð velur. - Í hvørjari verkætlan skalt tú verða kreativ og harumframt hevur tú ein tekniskan trupulleika at loysa, sigur Anna Kristin, sum síðani fortelur [...] um ein jakka, sum hon kanska er serliga stolt av. Kvíviksgentan sigur, at tað var av berari tilvild, at hon gjørdist sniðgevi. Hon fór til Danmarkar, sum so nógv onnur í lestrarørindum, men tað var als
skúladegi teirra, høvdu tey fyrireikað seg so væl sum ein nú einaferð kann, tá ein fer undir hetta nýggja kapitlið í eins lívi. Nú vóru tey so klár til hetta. Tey høvdu sjálvi valt sær sína egnu skúlatasku, [...] teirri hjá systkjunum. Alt var pakkað og pyntað, og beint eftir døgurða varð leiðin løgd úr heiminum og niðan á Hamarin til 1. skúladag. - Hetta verður spennandi, siga tey trý við ein munn. Hóast tey vóru [...] so var ikki. Ria var rópt upp saman við gentunum, og síðani teir báðir brøður hennara. Dánjal hevði ikki so góðan hug at traðka fram soleiðis fyri almenningin og tíðindatænastuna, meðan Hanus, eins og
umsetarum síggja eina dygd í ótrúskapi móti upprunanum. Í veruleikanum er hetta einki minni enn ein gøla, og í nógvum førum ein háðan ímóti teimum ið hava skrivað ella yrkt tað upprunaliga tilfarið. Tað [...] "e-post" ella "epost" -- um tað yvirhøvur skal umsetast? Hetta við epostinum er kanska ikki nakað stórvegis at blása upp; hinvegin peikar tað á ein keðiligan óvana millum okkum føroyingar: Tað er sum um [...] brúka hetta tunga slagið av kommaseting. Tílík kommaseting ger tekstin óneyðuga tungan at lesa, av tí at "tekstflotið" verður javnan avbrotið av einum komma, og so aftur einum, og so, Gud hjálpi mær, aftur
Tað eru ikki øll, sum halda, at tað var ein so góð undirgrundaravtala, sum m.a. Atli Dam kom heim við í 1992. Hvat hevur Atli Dam tí at siga til tær atfinningar, sum hava verið móti undirgrundaravtaluni: [...] veruleikanum var ein veinkjaskerdur fuglur! -Hasum eri eg ikki samdur í. Hóast summir halda teoretiskt, at Heimastýrislógin kann setast úr gildi av fólkatinginum einsamøllum, so er hetta ikki rætt. Vit [...] av tí meginparturin av skuldini var privat, men við eini handavending var hon koppað inn í landskassan. Nettup tí okkum tørvarði tey neyðugu stýringsamboðini, sum ein sjálvstýrislóg skal hava, eitt nú
proppin av og rætti mær hana. Eg tók hana og legði munnin at, men fekk einki niður, tí hon var nógv meir enn lunkað, og skitin var hon eisini, hon luktaði av mykju. Eg læt, sum eg fekk mær ein lítlan, men fór [...] fín. Hetta var tað, eg hugsaði, nú eg um hvítusunnuna las søgusavnið Ein fyrrverandi føroyingur eftir Thomas Michael Smith. Og kanska eru vit eisini blivin so stuttmint, at vit hava gloymt, at ein tíð [...] hevur fingið eina serføroyska snaring. Ein serligur tokki og varmi er yvir hesum teksti, og millum reglurnar andar eitt fleyr av sorgblídni. Og um ein nú spyr eins og Sokrates: Hvagar fara tit? er svarið
skránni ein tónleikagudstænasta í Fuglafjarðar kirkju klokkan 11 sunnudagin. Stanley Samuelsen sigur, at tað er honum ein stór gleði og æra at kunna vera við á so mongum pallum á mentanarvikuni. - Hetta kennist [...] hann á Studentaskúlanum á Kambsdali, har hann spældi í hálvan tíma fyri øllum næmingunum har. - Hetta var eitt stórt upplivilsi, sigur hann. Spældi tvey løg Á tíðindafundinum fyrrapartin týsdagin spældi [...] Sangurin snýr seg um tvær bátsvanlukkur, sum hendu yvir stutta tíð, og eg haldi, at tað var í 1913. So vítt mær er sagt, og sum eg haldi meg minnast úr søguni, vóru tað tríggir útróðrarbátar, sum ikki
svomið, súkklað og runnið ein heilan dag. - Ironman er einki minni enn ein fantastisk uppliving fyri ein sum meg, sum ongantíð hevur verið tað stóra ítróttarmenniskja, sigur ein errin David. Byrjaði úr ongum [...] súkklaði, so mann kann siga, at eg var fyrireikaður upp á, at hesin trupulleikin kundi koma fyri sunnudagin til ein heilan ironman, greiðir David frá. Tó var tað renningin, sum var strævnasti parturin av kappingini [...] nógv fyri ítróttin. - Tað eg sunnudagin kom á mál, var eg so mikið glaður og visti, at allar tær hørðu venjingarnar, høvdu loyst seg, og tað var ein góð kensla, sigur David. Hesa vikuna hevur hann verið