Kunnu vit ikki vísa størri virðing fyri meiningini?

   

Viðvíkjandi tí ið á enskum verður rópt "e-mail" ella "email" (ein stytting av "electronic mail"): Hví í allari víðu verð skulu vit kalla tað "teldupost" ella "t-post"? Hví ikki halda seg meira nágreiniliga til innihaldið í sjálvum hugtakinum og kalla tað "e-post" ella "epost" -- um tað yvirhøvur skal umsetast?
Hetta við epostinum er kanska ikki nakað stórvegis at blása upp; hinvegin peikar tað á ein keðiligan óvana millum okkum føroyingar: Tað er sum um at nógvir av okkara umsetarum síggja eina dygd í ótrúskapi móti upprunanum. Í veruleikanum er hetta einki minni enn ein gøla, og í nógvum førum ein háðan ímóti teimum ið hava skrivað ella yrkt tað upprunaliga tilfarið.
Tað ringasta við hesum løgna serføroyska ágangi, ið hevur til fragd at broyta meiningina hjá útlendingum uttan at hesir vita av, er at tílíkt kann viðvirka til at skerja okkum mentanarliga, kann forða fyri upplýsing og er tí ofta skaðiligt.
Her kundu nógv dømir verðið tikin fram, ikki minst nógvir vakrir sálmar og annað ið fullkomiliga er vorðið mishandlað í føroyskum líki og hevur fingið heilt annað innihald enn tað sum stendur í uppruna tekstinum og tílíkt er jú syrgiligt.
Tað sama kann sigast um nógv av tíðindunum og nógv av heitunum og hugtøkunum ið har verða brúkt; tey ljóða ofta so provinsiell at tað er ikki klókt! Og, enn verri: meiningin í tíðinda telegrammum er mangan ikki til at kenna aftur í mun til tað sum til dømis stendur í tí eingilska tekstinum frá Reuters.
Jamen for Christ?s sake, umsetarin hevur ongan rætt til at redigera í tekstinum og meiningini! Tað átti at verið ein sjálvfylgja at møguligar umskrivingar í einari umseting eiga aldri at verða gjørdar, uttan tá ið umskrivingin veruliga fremur ta upprunaliga meiningina, og ikki meiningina hjá umsetaranum.
So til enn eitt suff: Eg síggi at nógvir málrættir føroyingar leggja sær sjálvum og øðrum eina við at nýta grammatiska kommaseting. Tað er týðiligt at føroyingar flest hava ilt við at fylgja teimum reglum ið galda hesum viðvíkjandi, og tað sama ger seg galdandi millum danir -- møguliga einasta onnur tjóð sum roynir at halda fast við somu reglur. Hvørki íslendingar ella sviar ella norðmenn, ella bretar, vísa seg at brúka hetta tunga slagið av kommaseting. Tílík kommaseting ger tekstin óneyðuga tungan at lesa, av tí at "tekstflotið" verður javnan avbrotið av einum komma, og so aftur einum, og so, Gud hjálpi mær, aftur einum...
Lat okkum taka okkurt dømi. Ein natúrligur tekstur kundi sagt: Mikkjal helt seg vera vísan í at hann ætlaði í grind. Sami setningur við komma-krossfesting býður ístaðin: Mikkjal helt seg vera vísan í, at hann ætlaði í grind. Ella: Hon ið átti barnið helt ikki at gráturin var so harður at tað bilti. Ístaðin fyri: Hon, ið átti barnið, helt ikki, at gráturin var so harður, at tað bilti.
Hví ikki gera tað eitt sindur lættari fyri fólk? Vit skilja væl tekstin fyri tí um vit ikki knúsa hvønn setning sundur í berari kommaseting! Tí skjóti eg upp, og eg rokni við at nógv taka undir við mær, at vit seta komma eftir meira einfald-um reglum, til dømis eftir hvar tað kennist natúrligt at hava komma.