Vit kenna hana frá Skeyk. Har spældi hon smædna bygdagentan Anna, sum flytir til Havnar og síðani skal royna at fella til í stórbýnum. Men nú eru eftirhondini nógv ár síðani Skeyk var á skránni. Eisini hevur hon sungið í einum bólki, sum æt Yst til Prix Føroyar 2001. Seinasta útspælið var tá hon saman við Dániali Hoydal umsetti sangleikin Godspell, sum fyrr í ár varð framførdur í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Nú er hon aftur í Føroyum, og hevur hetta onki sum helst við sjónleik ella sangleik at gera. Hesu ferð er Anna Kristin Bæk komin til Føroya í sambandi við heystmótasýningina hjá SMS, har hon hevur verið stylistur. Í summar fekk Anna Kristin prógv á Columbine skolen í Fredriks-berg í Keypmannahavn, sum sniðgevi.
Í tættpakkaðu skránni hjá ungu kvívíksgentuni hevur hon tó sett eitt sindur av tíð av til eitt prát.
- Eg gekk á Columbine skolen í Fredriksberg, Keypmannahavn, sum er ein privatskúli. Skúlin er eisini ein altjóða skúli, so tú fært eitt altjóða prógv, sum tú kanst brúka aðra staðni í heiminum, greiðir Anna Kristin frá.
- Á hesum skúlanum lærir tú nógv um tilskering av toyi, uppbygnað av mynstrum og har er nógv seyming. Eisini lærir tú at rætta upp á kroppin, og eitt sindur av skræddaraseyming er eisini. Men tað vit arbeiddu mest við var konfektiónsseyming.
Av tilvild
Skúlin, Anna Kristin gekk á, tekur tvey ár. Sjálv skúlagongdin er bygd upp í verkætlanum, har tú skalt gera átta verkætlanir um árið. Tað verið seg ein klædning, ein frakka, ein kjóla ella hvat tú enn einaferð velur.
- Í hvørjari verkætlan skalt tú verða kreativ og harumframt hevur tú ein tekniskan trupulleika at loysa, sigur Anna Kristin, sum síðani fortelur um ein jakka, sum hon kanska er serliga stolt av.
Kvíviksgentan sigur, at tað var av berari tilvild, at hon gjørdist sniðgevi. Hon fór til Danmarkar, sum so nógv onnur í lestrarørindum, men tað var als ikki sniðgeva, hon ætlaði at læra til.
- Eg fór faktiskt inn á handan skúlan, tí eg ætlaði at taka eitt kvøldskeið í seyming. Eg havi altíð viljað dugað at seyma, og tí fór eg inn at vita, hvat var. Tá eg kom inn á sjálvan skúlan fór tað at kribbla í fingrunum, tí har vildi eg ganga. Síðani fór eg heim at kanna mína fíggjarligu støðu, og søkti síðani inn. So tað er av reinari tilvild, at eg gjørdist sniðgevi, tað má eg ásanna, sigur Anna Kristin.
Skúlin er, sum sagt, ein privatskúli, so tað kostar at ganga á honum. Kostnaðurin er 3.400 krónur um mánaðan umframt tilfarið, sum tú brúkar. Og tað plagar at liggja um túsund krónur um mánaðan. - So tað mesta av tíðini hevði eg tvey arbeiði við síðuna av. Eg gjørdist næstan eitt huldufólk, tí eg sá ongan, flennir Anna Kristin. - Men jú, tað var strævið. Undirvísing var hvønn dag frá klokkan níggju um morgunin til klokkan hálvgum trý um dagin, og aftaná skúlatíð sluppu vit at brúka hølini, so tað kom meira enn so fyri, at eg súkklaði heim klokkan trý um náttina.
Skúlaendi
Hvørt árið á Columbine skúlanum endaði við eini mótasýning. Í ár var sýningin seinast í juni mánaða, og eru tað næmingarnir sjálvur, sum skipa fyri.
- Vit høvdu mótasýningina á Arkitektaskúlanum á Holmen í Keypmannahavn í einum stórari sýnishøll, sum eitur Smedjen. Øll mótasýningin sum hon var, varð sett saman av stuðlum og pengum, sum vit høvdu fingið við at søkja ymsastaðni frá.
Mótasýningin var hildin í stórum stíli. Heili 500 fólk høvdu leitað sær á Arkitektaskúlan fyri at síggja verkini hjá næmingunum á Columbine skolen.
- Ein kokkur gjørdi mat, og vit høvdu fingið sponsorerað vælkomstdrykkir og vín onkrastaðni frá. Og so høvdu vit eitt brak av eini mótasýning. Jyllandsposturin var eisini komin at hyggja og skrivaði frá mótasýningini. Myndir og grein vóru bæði á forsíðuni og inni í blaðnum, greiðir ein eitt sindur errin Anna Kristin frá við einum smíli.
Anna Kristin sigur, at meðan hon hevur gingið á skúla, hevur hon roynt at eksperimentera so nógv sum møguligt, og ikki læsa seg fasta í einum ávísum stíli.
- Eg havi lagt meg eftir at royna so nógv ymiskt sum møguligt. Stuttligast er at seta sær eina bundna uppgávu. Í seinastuni havi eg til dømis arbeitt nógv við taskum. Har hevði eg sett mær fyri, at allar taskurnar skuldu verða gjørdar úr endurnýtslutilfari, og tað skuldu vera »stuttligar« taskur.
- Vanliga gongur tú í til dømis cowboybuksum ella svørtum buksum og so verður taskan hareftir, men eg haldi, at taskan kann gott vera soleiðis, at hon ger av, hvørji klæðir tú fer í.
SMS mótasýning
Nú er Anna Kristin so komin heim til Føroya. Vitjanin er kanska eitt sindur stutt, men hon hevur eisini havt eitt ávíst endamál. Anna Kristin Bæk hevur nevniliga staðið fyri heystmótasýningini í SMS, sum var hósdagin.
Prátið varð tó gjørt áðrenn mótasýningina, men tá hevði nýklakti sniðgevin eisini úr at gera. Mestsum allur mánadagurin var ein stór kapprenning við tíðina, og eisini týsdagin hevði hon nógv at gera.
- Eg velji klæðir út og seti tey saman fyri handlarnar. Tónleikin velji eg eisini, og hvussu pallurin skal síggja út. Eisini skal eg siga, hvussu modellini skulu ganga og hár og sminku til tey ymsu fólkini. So ein kann helst kalla meg fyri stylist.
Anna Kristin hevur roynt at fyrireika seg sum best niðri í Danmark, men tað ber illa til, tá ein ikki veit, hvørji fólk skulu ganga til mótasýningina, og hvussu tey síggja út.
- Tað var faktiskt bara soleiðis, at tey frá SMS ringdu til mín, og spurdu um eg var áhugað í at standa fyri mótasýningini. Tá var tað ringt hjá mær at siga nei, tí eg var arbeiðsleys, og eg visti ikki, um eg kanska hevði fingið okkurt arbeiðið áðrenn sýningin skuldi vera. Men eg gjørdi so av at taka av.
- Mesta av arbeiðnum er sjálvandi gjørt í SMS og seinastu vikuna hevur spitarin verið í botni.
Framtíðin
Sunnudagin er ætlanin, at Anna Kristin skal niður aftur til Danmarkar.
Hvussu framtíðin fer at síggja út er ikki avgjørt enn, men Anna Kristin ætlar sær at lesa sjónleik.
- Sjónleikur var tað, sum eg ætlaði at lesa av fyrstan tíð, og tí havi eg ikki slept enn. Eg ætli mær at søkja inn á sjónleikaraskúla, tá eg komi niður aftur, men hvussu verður ella ikki, veit eg satt at siga ikki enn.
Eftir jól stendur tað Onnu Kristin í boði at fáa eitt starvsvenjingarpláss í Café Teatret í Keypmannahavn - í Skræddarasalinum.
- Har sleppi eg at vera við í allari gongdini og fylgja øllum sum hendir har í tríggjar mánaðar, sigur Anna Kristin og vísir á, at tað er næstan hopleyst at koma inn í sjónleikaraheimin í Danmark, tá talan er um at gera búnar. Tí verða umvegir nýttir, sum til dømis eitt starvsvenjingarpláss á Café Teatret í Keypmannahavn. Fleiri bjóða seg eisini fram at arbeiða sjálvboðið, tí tað ræður um at fáa tey røttu sambondini.
Um Anna Kristin ikki tekur av starvsvenjingarplássinum, ætlar hon sær á eitt búnaskeið á Københavns tilskæringsakademi.
- Hatta er faktiskt ein víðari útbúgving av hesari útbúgvingini, sum eg júst havi fingið. Men her verður denturin lagdur á at gera búnar. Skeiðið er bygt upp í modulum. Har kann tað so vera, at einaferð skal man arbeiða við 1800-tals jakkanum, ella 1400-tals korsettinum, so har er rættiliga nógv søga við - mótasøga.
- Á búnaskeiðnum verður eisini undirvíst í, hvørjar búnar tørvur er á til hetta ella hatta slagið av sjónleiki. Tú lærir, hvat fyri bókmentir tú skalt brúka fyri at finna fram til búnarnar, og hvar tú skalt leita fyri at finna útav, hvat tú til dømis skal gera við Shakespeare.
Tað er heilt týðiligt, at sjónleikarayrkið er tað, Anna Kristin brennir fyri.
- Eg ætli mær ikki at gerast nakar trendskapari, - als ikki. Men einaferð komi eg aftur til Føroya, og tá er tað kanska snilt at hava fleiri útbúgvingar at peika á, - serliga um eg kann arbeiða sum sjónleikari og seymikona. Og eg ætli mær ikki at arbeiða við føroyskari ull, sum vísir seg at vera ógvuliga væl umtókt nú fyri tíðina, ger Anna Kristin greitt, nú vit at enda fara niðan á kontórið í SMS at síggja jakkan, sum hon hevur seymað. Ein jakka, sum er gjørdur úr millum annað føroyskari ull -- paradoksalt. Men Anna Kristin smílist bara eitt sindur skeivt.