Hondbóltur
Tað var eitt hampuliga skert føroyskt U-20 landslið hjá monnum, sum mikudagin setti kós móti Cypern, har teir komandi dagarnar skulu spæla tríggjar dystir.
Vanligi liðskiparin á liðnum, Regin Petersen úr KÍF, hevur fingið bruna eftir eina skurðviðgerð í munninum, og tískil verður hann ikki tøkur, og harafturat tóktist vandi vera fyri, at Sveinur Justinussen úr StÍF ikki fekk verið við, eftir at hann beklaði undir venjingini leygardagin.
Tíbetur tóktist skaðin hjá strandingunum ikki so álvarsligur, og um ikki annað, so gav hetta honum stundir at fáa eitt lítið prát við útsenda blaðmannin, meðan liðfelagarnir royndu at fáa seinastu fyrireikingarnar frá hondini.
Móti heimsmeistarunum
Um komandi kappingina sigur Sveinur, at tað uttan iva verða tríggir sera harðir dystir, sum føroyska liðið skal spæla.
- Russiska liðið eru heimsmeistarar í sínum árgangi, so tað sigur seg sjálvt, at tað verður ein meira enn trupul uppgáva, men eisini hinir báðir dystirnir verða sera torførir. Jugoslavia hevur vanliga góð lið, og Cypern hevur eisini eitt sterkt lið, sum áður hevur vunið stórt á Føroyum, heldur hann fyri.
Men hóast uppgávan á pappírinum kann tykjast heldur møtumikil, so heldur hann ikki, at føroysku leikararnir fara at geva skarvin yvir uttan víðari.
- Vit far sjálvandi at spæla fyri okkara møguleika, soleiðis at vit vónandi kunnu fáa nøkur hampuliga góð úrslit. Vit fara í øllum førum at stríðast, tað sum vit eru mentir, og so mugu vit vóna, at tað fer at ganga, sigur spakføri stórskjúttin av Strondum at enda.