fyri børnum fyri at savna pening til eina námsferð. Tað var tá, Angela fann út av, hvussu stuttligt tað er at undirhalda børnum. - Tað er ein einastandandi uppliving at fáa børnini at flenna, og eg gjørdist [...] teimum. Mark starvast dagliga við at skipa fyri konsertum og tiltøkum av ymiskum slag. Hann spældi í sínari tíð við Mark No Limits og Chase, og tá sá hann, at tørvur var á, at onkur kundi skipa fyri konsertum [...] konsertum. Tí var tað sjálvsagt, at Angela bað beiggja sín hjálpa sær at seta konsertina upp. - Eg hevði als ikki megnað at fingið eitt so stórt tiltak í lag uttan Mark, sigur hon. Foreldur teirra, Arngerð og
borgarunum. Til ber at leita sær kunning um alt frá ferðaendurgjaldi og bíðitíðum til matskránna hjá matarhøllini á sjúkrahúsinum komandi mánaðin. Endamálið við heimasíðuni er at viðvirka til at fremja opinleika [...] Tey, sum ynskja at vita meira um Landssjúkrahúsið, hava nú fingið ein nýggjan møguleika at leita sær innlit. Á nýggju heimasíðu Landssjúkrahúsins finst rúgvismikið tilfar um sjúkrahúsið og um tær tænastur [...] til Landssjúkrahúsið. Eisini Umframt at vera kunningarmiðil hjá Landssjúkrahúsinum er heimasíðan eisini karmur um nakrar rættiliga áhugaverdar tænastur, og ætlanin er at menna fleiri slíkar tænastur framyvir
verið, at meistararnir als ikki hava havt nakran útlending á liðnum í nakrar dystir, men nú tykist tann forðingin at vera beind av vegnum, og so er liðið aftur at meta sum eitt av teimum, ið fara at striðast [...] hjá Kyndli at standa fyri. Frá byrjan av setti VB fulla ferð á, og tað var greitt, at tær nú høvdu nakað at prógva. Líka mikið, hvussu Kyndil royndi, so fingu tær ikki gjørt stórvegis fyri at steðga st [...] stórur lætti, tá dómararnir at enda gjørdu av, at nú skuldi vera hálvleikur. Eftir steðgin setti VB eisini ferðina nakað niður, soleiðis at vertirnir hóast alt fingu loyvi at spæla eitt sindur við. Tað
pappírinum, so er einki at ivast í, at Neistin her er risa-favorittur at vinna. Við einum sigri her kann Neistin eisini halda fast í fjarstøðuni, sum er upp til oddaliðini, soleiðis at liðið eisini hevur eina [...] meistaraheitið, men hinvegin er heldur einki at ivast í, at báðir partar heldur enn gjarna vilja vera liðið, sum hevur nøsina undan hinum, tá stigini av álvara fara at telja. Her hevur Stjørnan sum er fyrimunin [...] verið so sum so. Tí er einki at ivast í, at VÍF eru favorittar, og hjá teimum er eisini neyðugt við tveimum stigum. Ikki minst nú í øllum førum annað av oddaliðunum fer at missa stig um vikuskiftið.
Eg má viðganga at eg eri eitt sindur illgrunasamur serstakliga tá tað snýr seg um hesi stórtíðindi: at farið var eftir manninum í staðin fyri bóltinum. Nýggja keipumynd? Væl veit eg at tað hevur stóran [...] týdning fyri mótstøðuflokkarnir at keipumyndin av formanni Javnaðarfloksins bleiv skift út, men eg haldi ikki at tað skal gerast undir slíkum umstøðum, tá hugsa verður um, at "vinnmennirnir" og "samstarv [...] høvdu møguleika fyri at velja millum ódnarstormar og lágtrýst. Um so er at formaður Javnaðarfloksins gjørdi Føroyingum fyri skommum á hasi samkomuni, eiga tey sum ikki forðaðu fyri at hetta hendi, líka stóran
um at taka upp aftur eina ta bestu kommunalu tænastuna, sum Tórshavnar Kommuna hevur havt. So mikið vita vit í dag. Men kommunan og Televarpið áttu ikki at sloppið at doyggja í syndini. Uttan at Tórshavnar [...] . Gangi út frá, at fleiri enn vit fýra í minnilutanum og eisini fleiri enn tey 3157, sum ómakaðu sær at skriva undir, hava eina sterka kenslu av, at her er farið so jánkasliga fram, at kommunan og Televarpið [...] fyri ikki at siga hol í høvdið. Faktum er, at kommunan fyri eina lítla millión hevur givið Televarpinum ein marknaðarpart upp á í minsta lagi 6000 kundar. Men kommunan tryggjaði sær ikki, at hennara borgarar
jú vera, at feløg, sum ikki vóru hugað at bjóða upp á barnagarðar til at leiga býráðnum, eru sinnað at bjóða upp á barnagarðar, sum býráðið yvirtekur beinanvegin. Og jú fleiri, ið fáa høvi at bjóða, jú [...] Tessvegna hava undirritaði og Tórfinn Smith tikið undir við, at barnagarðarnir verða bodnir út av nýggjum, men vit halda ikki, at tað er rætt, at tað verður gjørt í innbodnari totalentreprisu einans millum [...] rass, tá hon brádliga vildi loyna tilboðini sum longst. Loksins vísti tað seg, at útbjóðingartilfarið var so illa frágingið, at sama, hvør serfrøðingur varð spurdur, so kundi ongin gera av, hvat var besta
útreiðslunum eru lógarbundnar útreiðslur. Men fyri at nevna nøkur fá tøl afturat, er ætlanin annars at seta 400.000 krónur av til bakkaverju at forða fyri, at brimið máar meiri burturav bakkanum afturat øllum [...] ætlanin at seta av til nýggjar kloakkir í Sumba. Somuleiðis er ætlanin at umvæla skúlan í Sumba fyri 500.000 krónur og at byggja uppí skúlan fyri aðrar 500.000 krónur. Ì Lopra er eisini ætlanin at veita [...] metingarnar hjá skattamyndugleikun um í Havn siga, at næsta ár fer inntøkan hjá sumbingum at veksa heilt upp í 46,7 milliónir. Umframt hetta fer kommunan eisini at fáa onkrar smávegis leiguinntøkur næsta ár,
13.25. Orsøkin til, at túrurin varð útsettur í seks tímar, var, at tvær plátur skuldu sveisast í ferjuleguna, áðrenn klárt var at fara. Tískil kunnu sandoyingar nú gleðast um, at teir loksins kunnu gera [...] Skopun á Gomlurætt, eftir at sandoyingar hava bíðað longri enn ætlað og væntað varð frammanundan. Fjølmiðlarnir vórðu bodnir við til henda fyrsta túrin, og einki er at ivast í, at hetta er ein stórhending [...] fer eisini í framtíðini at sigla út í Hest, tá ferjulegan í Hesti er liðug at byggja. Í løtuni verður arbeitt uppá ferjuleguna í Hesti, og tískil fer glastrevjabáturin Knørrur at sigla út í Hest til ferjulegan
frá, at teir fóru undir at kanna møguleikar at byggja nýtt skip fyri einum ári síðani, og teir komu fram til, at spanska skipasmiðjan var tann bíligasta. ? Fyrst kannaðu vit møguleikarnar fyri at keypa [...] Um eitt ár fer Olaf Olsen, reiðari á Beta Fish, at hava tveir nýggjar trolarar í reiðarínum. Hann sigur, at byggingin av teimum nýggju trolarunum byrjar heilt skjótt. ? Tað eru nakrar smávegis broytingar [...] skulu fáast uppá pláss, áðrenn byggingin kann fara í gongd, sigur Olaf Olsen, sum væntar, at trolararnir vera klárir at flota um eitt ár. Teir hava havt brævasamskifti við skipasmiðjuna í Spania og við pen