Jógvan Arge
býráðslimur
Las við áhuga sjóforkláringina, sum Heðin Mortensen hevði í Dimmalætting leygardagin um ta nýggju útbjóðingina av ætlaðu barnagørðunum á Argjum og í Hoyvíkshaganum. Hann segði bara onki um, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar Býráð er ikki á einum máli um, hvussu bjóðast skal út á hesum sinni.
Hetta málið endaði í eini fløkju, tí her var ov lítið gjøgnumskygni og ov lítil opinleiki. Landsstýrið segði kortanei til, at íløgan gjøgnum eitt leigumál millum byggimeistara og kommununa varð tambað yvir 15 ár , og kommunan gjørdi rís til egnan rass, tá hon brádliga vildi loyna tilboðini sum longst.
Loksins vísti tað seg, at útbjóðingartilfarið var so illa frágingið, at sama, hvør serfrøðingur varð spurdur, so kundi ongin gera av, hvat var besta tilboðið.
Tessvegna hava undirritaði og Tórfinn Smith tikið undir við, at barnagarðarnir verða bodnir út av nýggjum, men vit halda ikki, at tað er rætt, at tað verður gjørt í innbodnari totalentreprisu einans millum tey feløgini, sum buðu seinast.
Fyri okkum hevur tað alstóran týdning at tryggja fult gjøgnumskygni í málinum, sum hevur sín uppruna í einum tilboð frá einum býráðslimi, og tí mæla vit býráðnum eins og seinast til at bjóða ansingarstovnarnar út í almennari licitatión, har ein og hvør kann bjóða.
Tað kann jú vera, at feløg, sum ikki vóru hugað at bjóða upp á barnagarðar til at leiga býráðnum, eru sinnað at bjóða upp á barnagarðar, sum býráðið yvirtekur beinanvegin. Og jú fleiri, ið fáa høvi at bjóða, jú betri fyri kommununa og borgaran.
Vit halda eisini, at mesta rættvísi fæst í hesum máli, um kommunan sjálv útvegar tekningarnar, sum bjóðast skal uppá. Tá eru fyritreytirnar hjá øllum bjóðandi eins, og kommunan fær tað, sum hon vil hava.
At tey somu feløgini sum seinast nú skulu bjóða upp á sínar egnu tekningar eina ferð aftrat undir nýggjum fyritreytum kann lættliga elva til eina nýggja fløkju, sum fer at seinka teir sárt saknaðu barnagarðarnar nógv meir, enn gott er.
Og ólíkindini tykjast longu hava kostað eitt hálvt ár.