Byggingin av trolara byrjar fyrsta dagin

Olaf Olsen, reiðari, arbeiðir í løtuni við at byggja tveir nýggjar trolarar á skipasmiðju í Spania. Byrjað verður eina av fyrstu døgunum, eftir at seinastu smálutirnir eru komnir uppá pláss

 

Um eitt ár fer Olaf Olsen, reiðari á Beta Fish, at hava tveir nýggjar trolarar í reiðarínum. Hann sigur, at byggingin av teimum nýggju trolarunum byrjar heilt skjótt.

? Tað eru nakrar smávegis broytingar, sum skulu fáast uppá pláss, áðrenn byggingin kann fara í gongd, sigur Olaf Olsen, sum væntar, at trolararnir vera klárir at flota um eitt ár.

Teir hava havt brævasamskifti við skipasmiðjuna í Spania og við peningastovnar um garanti og aðrar orðingar í sáttmálanum, sum allir partar kunnu vera nøgdir við.


Tikið longri tíð

Olaf Olsen sigur, at tað hevur tikið longri tíð enn væntað, men tað er ikki líkt til, at nakrir stórvegis trupulleikar stinga seg upp nú.

Talan er um tveir trolarar fyri fyrst, og reiðaríið hevur síðani ein møguleika í sáttmálanum um at byggja fleiri trolarar. Forkeypsrætturin tryggjar teimum møguleika at fáa fýra nýggjar trolarar afturat hesum báðum, um áhugi er fyri tí. Hesir trolararnir skulu loysa teir gomlu cuba-trolararnar av.

Cuba-trolararnir eru átta í tali, og avtalan við sponsku skipasmiðjuna er, at hon skal kunna veita Beta seks aðrar trolarar ístaðin fyri teir gomlu. Nýggju skipini vera 37 metrar til longdar og eru eini 460 bruttotons.

? Enn er avgerð ikki tikin, um vit fara at byggja fleiri enn tveir trolarar. Tá hesir báðir hava verið til fiskiskap í eitt ár ella so, taka vit avgerð, um fleiri skulu byggjast, sigur Olaf Olsen.


Drúgvar fyrireikingar

Olaf Olsen greiðir frá, at teir fóru undir at kanna møguleikar at byggja nýtt skip fyri einum ári síðani, og teir komu fram til, at spanska skipasmiðjan var tann bíligasta.

? Fyrst kannaðu vit møguleikarnar fyri at keypa gamlar bátar, men tann loysnin var ikki nøktandi. Tí valdu vit at byggja nýtt, sigur Olaf.

Teir nýggju trolararnir fara at royna á somu leiðum sum cuba-trolararnir. Tað er undir Føroyum við tað føroyska markið, greiðir Olaf Olsen frá.