kilo. - Nú sildin verður fiskað norðanfyri, liggja Føroyar geografiskt væl fyri, sigur hann. Góður hugburður Arni Hansen sigur, at skipini hjá reiðarínum, Finnur Fríði og Jupiter, sum í løtuni eru tey, sum [...] verið í vinnu seinastu tveir mánaðirnar, fer væntandi eisini á sild um eina viku ella so. - Vit royna tað, vit kunnu, at fiska sild, sum verður heilfryst í Kollafirði. Tó umgongst ikki, at onkur lasti ikki [...] teir ungu skipararnir hjá felagnum eru ágrýtnir eftir, at sildin verður landað til matna í Føroyum. - Jú, eg haldi, at hugburðurin og motivatiónin hjá teimum ungu eru góð. Teir vilja fegnir fiska matfisk
floksapparat eru uttan iva partar av orsøkini til, at Javnaðarflokkurin hóast nógvar ákoyringar sum stjórnarberandi flokkur varðveitir sína styrki á sama støði sum á seinasta løgtingsvali. Og so eru tað veruligu [...] flokkum. Uttan iva eru tað úrslitini, ið veljararnir hava lagt til merkis og tí ikki longur trúgva uppá herróp andstøðunar, um at Javnaðarflokkurin er í lummanum á Fólkaflokkinum. Tað eru nevniliga júst teir [...] almennur og harvið ogn Føroya Fólks, nú landsstýrismaður Sambandsfloksins hevur lagt uppskot fyri tingið við ábendingum um tað øvugta. Harumframt er neyðugt, at vit styrkja støðu okkara munandi innan mentanar
við, tá ið HB tapti á Skála, sigur, at teir eru ógvuliga uppsettir upp á dystin í kvøld. - Vit sóu Skála spæla ólavsøkuaftan, har teir smurdu KÍ av, og teir eru ikki nummar tvey av ongum, sigur landsliðsmaðurin [...] fyrru helvt, nú er klárur aftur, og tí verður hann væntandi millum stengurnar í kvøld. Pauli G. Hansen sigur, at út frá dystinum ólavsøkuaftan, tá ið Skála vann sannførandi 5-1 á KÍ, eru vónirnar góðar [...] hann ikki. - Tað liggur ikki til okkum at spæla verjukent, tí vit hava allir so góðan hug til at leypa á, sigur hann. Eingin Hallur Hjá HB eru vónirnar góðar undan dystinum í kvøld. Greitt er, at veteranurin
stovuni síggjast ein hópur av myndum úr Noregi, og sum minna okkum á, at vit eru í einum heimi, har norðmenn búgva. I dagens anledning eru fleiri norsk fløgg at síggja. Og hví skuldu tey ikki eisini tað? Orsøkin [...] upptøkutólunum eru teir farnir kring alt landið fyri at vísa, hvat fólk gera burtur úr í Noregi og í øðrum londum, - og eisini í Føroyum. Hetta kemur sera væl við hjá norðmonnum, sum staddir eru í øðrum londum [...] kann staðfesta, at í øllum tiltøkunum á tjóðardegi Noregs, so vantar høvuðspersónurin: Kong Harald. Vit sita inni í eini hugnaligari stovu í Áargeil í Havn. Eitt vanligt føroyskt heim, men sum í gjár var
Steinbeck, Hamsun og Dostoyevsky. Bókmentir eru sum annað handverk. Tað skal lærast, og ein meistari skal til fyri at læra lærlingin upp. Meistararnir hjá Peturi Eliasi eru millum aðrar Steinbeck og Hamsun, sum [...] stuðlarnir hinvegin eru góðir. Petur Elias Askham Guttesen er í løtuni í ferð við at skriva sína fyrstuskaldsøgu, og hon verður rættiliga øðrvísi enn aðrar skaldsøgur, sum komnar eru út á føroyskum, sigur [...] á Argjum. Men hann er ómetaliga glaður fyri viðurkenningina, sigur hann. Og pengarnir gera, at hann nú kann halda fram at skriva ta skaldsøguna, hann er farin undir, sigur hann. Tað gevur ikki nógv til
við henni var eg komin eitt fet víðari. Eg hevði funnið ein nýggjan hóskandi karm til orðini og myndirnar, nevniliga ta stuttu søguna. Ein felagsnevnari fyri mínar søgur er, at tær eru lutfalsliga stuttar [...] eisini hendan hugleiðingin við eini mynd hesuferð eini mynd á einum korti, Lydia fekk við postinum nú ein dagin. T að var okkurt løgið við hesi myndini, tí hóast eg hevði lagt hana frá mær, so sá eg hana [...] havið huldi, var sjálv ímyndin av barndóminum hjá okkum, sum vuksu upp Yviri við Strond í 60 unum. Vit livdu úti langt burtur frá gerandisdegnum hjá teimum vaksnu, óansæð um tað var summar ella vetur. Til
samtyktar á flokstingi longu í 2001: Vit vilja ein sjálvberandi føroyskan búskap, sum byggir á eitt greitt býti millum alment og privat. Vanligt bankavirksemi halda vit eigur at vera ein privat uppgáva, meðan [...] samfelagið. Við hesum valdu vit eisini frá møguleikan at seljast skuldi til ein einstakan strategiskan íleggjara, ið sambært frágreiðing frá Fíggingargrunninum, kundi givið besta prísin. Vit mettu – saman við øllum [...] Uppgávan hjá okkum sum andstøðuflokki, var nú sjálvsagt støðugt at hava kritiska eygað við arbeiði landsstýrisins og at fáa ivaspurningar í ljós og viðgjørdar. Tí, sum vit gjørdu greitt undir viðgerðini: Hendan
hækkað við 72%. Úrslitið er, at vit í hava eitt hall á fíggjarlógini, sum áhaldandi liggur væl omanfyri ein hálva milliard. Ger vit eina mynd, ið vísir gongdina síggja vit kanska betur at útreiðslurnar vaksa [...] at vit hava størri lop í útreiðslunum. Tað eru búskaparfrøðingar, ið ikki halda, at tað at koyra við undirskoti er nakar størri trupulleiki, men havandi í huga gongdina tey seinastu árini, har vit hava [...] fólki. Neyðugt verður at hyggja at útreiðslunum soleiðis, at vit í fyrsta umfari fáa betur javnvág millum inntøkur og útreiðslur, samstundis sum vit fara í holt við at føra ein skatta og avgjaldspolitikk, ið
Veitingarnar, teir higartil hava fingið, eru ólógligar av tí at tær eru í stríð við tann sambandssáttmála sum danir eins væl og vit liva undir, og harumframt eru tær hvønn dag oyðileggjandi fyri økonomiska [...] hava vit ongantíð sæð, og sum kunnugt hava danskar stjórnir síðan Anker Jørgensen stýrdi slept hesum uppáhaldi. Men tíverri hava stjórnirnar ongantíð givið nakra veruliga frágreiðing um, hví tær eru komnar [...] um, men hví ikki halda fram eftir somu kós? Tey álvarsamastu brotini, sum eru framd móti ásetingunum í bjørgvinarsáttmálanum, eru av økonomiskum slag. Tá sáttmálin ásetur, at hvør partur skal stýra sínum
B36 spælt sjey dystir, og teir hava vunnið hvørja ferð. Tá vit líta í skránna, mugu vit rokna B36 sum upplagdan favoritt í øllum dystunum, sum eru eftir at spæla ? burtursæð frá toppdystinum ímóti GÍ, tá [...] minkaði niður í trý stig, og nú kann tað gerast heilt spennandi, tá B36 fær vitjan av GÍ. Tann dysturin skuldi sambært skránni verið spældur í trettanda umfarinum, men nú er hann útsettur frá 19. august [...] B71 lið megnaði. Ivaleyst eru nógvar frágreiðingar upp á, hví tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi á Mølini. Men tað er upplagt, at EB/Streymur trívst væl betri, tá teir eru kroystir, og tá teir harvið