Bókmentir
Tað er ov lítil dygd í nógvum av tí, givið verður út á føroyskum. Nýskapan skal til, og støðið skal hækkast munandi, heldur ungi rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen, sum fríggjadagin fekk gávusóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.
?Eg eri ikki imponeraður av føroyskum bókmentum, og tími heldur ikki at lesa tær, sigur Petur Elias Askham Guttesen. Mær dámar nógv betur klassikarar sum Steinbeck, Hamsun og Dostoyevsky.
Bókmentir eru sum annað handverk. Tað skal lærast, og ein meistari skal til fyri at læra lærlingin upp.
Meistararnir hjá Peturi Eliasi eru millum aðrar Steinbeck og Hamsun, sum hann lesur fyri at læra. Men hann viðgongur tó, at hann eisini lesur onkran føroyskan rithøvund.
?Men tað er meira fyri at síggja, hvussu eg ikki skal gera, sigur bersøgni unglingin.
Hann tykist ikki serliga ávirkaður av heiðrinum, honum er vístur, her hann situr í einum stóli inni á eini blaðskrivstovu á Argjum.
Men hann er ómetaliga glaður fyri viðurkenningina, sigur hann.
Og pengarnir gera, at hann nú kann halda fram at skriva ta skaldsøguna, hann er farin undir, sigur hann.
Tað gevur ikki nógv til lívsins uppihald at liva av at skriva í Føroyum. Kortini ætlar hann at halda fram, tí hann hevur nógv upp á hjarta, sigur hann.
Væl vitandi, at lesaragrundarlagið í Føroyum er lítið, setur hann tó sítt álit á, at stuðlarnir hinvegin eru góðir.
Petur Elias Askham Guttesen er í løtuni í ferð við at skriva sína fyrstuskaldsøgu, og hon verður rættiliga øðrvísi enn aðrar skaldsøgur, sum komnar eru út á føroyskum, sigur hann.
Temaðið í søguni eru avleiðingar, sum kunnu standast av frammandagerð, sigur høvundin. Hann greiðir frá, at høvuðspersónurin í skaldsøguni kennir seg fremmandan í samfelagnum, sum hann eisini metir seg standa uttanfyri.
Skaldsøgan hevur sera víðgongd sjónarmið, greiðir Petur Elias frá, og hann metir seg sjálvan vera rættiliga djarvan, tá hugsað verður um, hvussu føroyskar bókmentir plaga at vera.
?Hendan man fara at tykjast nógvum rættiliga provokerandi, og ivaleyst verður trupult at fáa hana givna út. Men vit fáa at síggja, sigur hann.
Uttan at sammeta seg við nakran, minnir hann á, at onkur av kendu írsku rithøvundunum mátti royna eini 20 forløg, áðrenn nakar tordi at geva hansara fyrstu skaldsøgu út.
Sjálvur heldur Petur Elias Askham Guttesen kortini, at tað er ov lætt at geva út í Føroyum. Gáttin er alt ov lág. 0g hann er samdur við teimum, sum siga, at gáttin skal hækkast.
?Kanska verði eg tann fyrsti, sum slái meg í gáttina. Vit fáa at síggja, filosoferar hann hinumegin borðið.
Petur Elias Askham Guttesen sigur, at hann ætlar at fáa komandi skaldsøguna givna út á føroyskum fyrst, men hevur eisini ætlanir um at fáa hana umsetta og helst givna út uttanlands.
Fyribils ætlar hann at verða verandi í Føroyum og skriva, men verða umstøðurnar til tað, eru eisini ætlanir um at sleppa út í heim at hyggja seg um og fáa íblástur.