Norðmenn: - Hvis kongen ikke er med i dag ... ja, da er han for alvor syk!
Tað er við sorgblídni, at 64 ára gamla Ellen-Margrethe Nolsøe kann staðfesta, at í øllum tiltøkunum á tjóðardegi Noregs, so vantar høvuðspersónurin: Kong Harald.
Vit sita inni í eini hugnaligari stovu í Áargeil í Havn. Eitt vanligt føroyskt heim, men sum í gjár var fullkomuliga broytt longu frá morgunstundini av.
Í stovuni er sjónvarpið koyrt eyka hart frá. Tað hevur fingið heiðurpláss á miðjum gólvi. Á borðinum standa kaffikoppar og tallerkar og tær góðu køkurnar, sum húsmóðurin setur fram fyri okkum. Skjótt kemur kaffi og the eisini.
Í stovuni síggjast ein hópur av myndum úr Noregi, og sum minna okkum á, at vit eru í einum heimi, har norðmenn búgva. I dagens anledning eru fleiri norsk fløgg at síggja.
Og hví skuldu tey ikki eisini tað? Orsøkin til alt hetta hóvastákið er hin einfalda, at 17. mai jú er tjóðardagur Noregs.
Ert tú norðmaður í Noregi, er hetta ein sera stórur dagur. Ert tú norðmaður úti í heimi, so er hetta somuleiðis ein stórur dagur.
Og ert tú norðmaður í Føroyum, so er hetta eisini ein dagur, sum ikki fer aftur við borðinum, uttan at dagurin skal markerast.
- Tá er hann sjúkur
Tað var júst hetta tey vóru í ferð við í hugnaligu stovuni í Áargeil 2 í Havn.
Sjónvarpið var sett á NRK1, har tey kundu fylgja við øllum tí sum hendir í heimlandinum Norge.
- Se. Se der. Nå kommer de frem på balkongen. Sonja, Håkon Magnus og Mette Marit. Så vakre de er ... Åh nei, ser dere ? kongen mangler. Han er ikke med!, staðfestir Ellen-Margrethe.
Tað er øllum greitt, at Harald kongur er rættiliga sjúkur av krabbameini. Ikki er long tíð síðani hann varð skurðviðgjørdur fyri hesa sjúkuna, og í løtuni er hann sjúkrameldaður.
Líkt er til, at støðan ikki er alt ov góð beint nú, tá hann ikki megnar at standa frammanfyri stóru mannfjøldini við slottið í norska høvuðsstaðnum sjálvan tjóðardagin.
Góður stemningur
Ellen-Margrethe var fyrrapartin í gjár farin á vitjan hjá eini aðrari norskari konu, teirri væl eldru Ruth Kjeld.
Tær eru ikki í Noregi til henda dagin, men tað forðar teimum ikki í at halda henda dagin saman. Tær fáa tó við sær allan stemningin úr Noregi, tí norska sjónvarpið ger nógv burturúr ein slíkan dag.
Við upptøkutólunum eru teir farnir kring alt landið fyri at vísa, hvat fólk gera burtur úr í Noregi og í øðrum londum, - og eisini í Føroyum.
Hetta kemur sera væl við hjá norðmonnum, sum staddir eru í øðrum londum.
Um kvøldið gleða tær seg til at fara til 17. mai-dags hald í einum heimi í Kollafirði saman við øðrum landsmonnum sínum. Har verða helst einir 45 norðmenn, sum eru búsitandi í Føroyum, og sum fara at seta hvørjum øðrum stevnu til eitt hugnaligt 17. maidags-kvøld.