Veljarakanning: Gott úrslit fyri Javnaðarflokkin

Veljarin hevur merkt politisku avrikini. Javnaðarflokkurin er størsti flokkurin í samgonguni og næststørsti flokkurin á tingi í nýggjastu veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið. Meðan Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin standa til at missa hvør sín tinglim, varðveitir Javnaðarflokkurin sínar sjey. Vit eiga tó ikki at hvíla við hetta úrslitið, men at halda á at prógva virðið í einum samhaldsføstum samfelag

John Johannessen,

løgtingslimur

www.john.fo


Ein virkisfýsnari politiskur leiklutur og betri skipað floksapparat eru uttan iva partar av orsøkini til, at Javnaðarflokkurin hóast nógvar ákoyringar sum stjórnarberandi flokkur varðveitir sína styrki á sama støði sum á seinasta løgtingsvali.


Og so eru tað veruligu politisku úrslitini, ið eisini eru farin at síggjast og merkjast.


Í samgongu hevur millum annað eydnast Javnaðarflokkinum:


- At seta lóg um felags foreldramyndugleika í gildi í Føroyum.


- At hækka stuðulin til forsyrgjarar í útbúgving við 700 krónum um mánaðin.


- At seta á stovn barsilsskipan fyri foreldur í útbúgving.


- At fáa hækkað útgjaldið úr Samhaldsfasta úr 697 krónum um mánaðin í januar 2004 til 2.200 krónur um mánaðin í januar 2008, soleiðis at Samhaldsfasti og fólkapensjónin tilsamans koma uppá 9.345 krónur um mánaðin fyri støk og 15.633 krónur um mánaðin fyri hjún, har bæði eru pensjónistar.


- At fáa sett meira orku av til fólkaskúlan og harvið okkara framtíðar tilfeingi.


- At seta umhvørvis- og orkumál á politisku dagsskránna.


- At skapa ein veruligan granskingarpolitikk við øktari játtan.


- At fáa sjálvstýrismálið í fasta legu fram ímóti størri sjálvbjargni.


- At skapa trygg og stabil politisk viðurskifti við Javnaðarleiðslu.


- At fáa yvirtikið og útbygt flogvøllin


- At fáa vent búskapargongdini positiva vegin.


- At seta altjóðagerðina á dagsskrá í føroyska politiska umhvørvinum.




Vinstravend úrslit

Tí ber av røttum ikki til at halda fram at siga, at Javnaðarflokkurin ikki ger annað í samgonguni enn at tæna tveimum borgarligum flokkum. Uttan iva eru tað úrslitini, ið veljararnir hava lagt til merkis og tí ikki longur trúgva uppá herróp andstøðunar, um at Javnaðarflokkurin er í lummanum á Fólkaflokkinum.


Tað eru nevniliga júst teir báðir borgarligu flokkarnir, ið hava størstu afturgongdina í veljarakanningini. Sambandsflokkurin fer úr 23,7 prosentum á løgtingsvalinum niður á 19,5 prosent í veljarakanningini og missir eitt tingumboð. Fólkaflokkurin fer úr 20,6 prosentum á løgtingsvalinum niður á 18,7 prosent í veljarakanningini og missir eitt tingumboð.


Andstøðuflokkarnir, Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, hava náttúrliga eina framgongd, har Tjóðveldisflokkurin økir um tingfólkatalið við einum umboði og Miðflokkurin við tveimum. Tað seinna má sigast at vera merkisvert, tá hugsað verður um, hvussu Miðflokkurin rekst frá hugsjón til hugsjón og misnýtir kristindómin og annað mangt fyri at vinna sær vald.


Javnaðarflokkurin varðveitir sambært veljarakanningi síni sjey umboð á tingi, hóast flokkurin fer úr 21,8 prosentum á løgtingsvalinum niður á 21,1 prosent í veljaraknningini.


Mugu styrkja profilin

Samanumtikið er veljarakanningin kortini eitt ógvuliga gott pappír fyri Javnaðarflokkin. Men skal flokkurin varðveita støðuna og enntá ganga fram, er týdningarmikið, at vit halda fram at prógva okkara virði og alsamt stríðast fyri einum samfelag grundað á samhaldsføstu hugsjónina.


Ein tann fyrsta avbjóðingin fyri framman er at halda fast við, at ognarrætturin til fiskiríkidømið er almennur og harvið ogn Føroya Fólks, nú landsstýrismaður Sambandsfloksins hevur lagt uppskot fyri tingið við ábendingum um tað øvugta.

Harumframt er neyðugt, at vit styrkja støðu okkara munandi innan mentanar, útbúgvingar og skúlaøkið.