Sigvaldsson á odda at fáa semju um, at londini framhaldandi skulu halda seg til gomlu avtaluna viðvíkjandi útflutningi av pilkaðum rækjum. Hendan avtalan sigur, at føroyingar sleppa at útflyta eina nøgd [...] iti. Somuleiðis er avtala gjørd um, at Føroyar skulu selja laks til ES lond, uttan at renna seg inn í nakrar tollforðingar yvirhøvur. Samanumtikið merkir hetta, at allar sølukvotur, allir minstuprísir [...] eina fríhandilsavtalu, hóast ikki bar til at til at sleppa av við tollin á pilkaðum rækjum. Undir samráðingunum stóð rættuligt stríð um rækjurnar. ES vildi hava, at føroyingar skuldu gjalda fullan toll fyri
Málnevndin hevur í hyggju at fara undir fastan máltátt í bløðunum. Í hesum tátti er ætlanin at fáa fólk at hjálpa málnevndini at smíða orð fyri útlendsk orð, sum eiga at fáa føroyskan búna. Hvussu regluligur [...] sum frá líður, vóna tey, at hann verður ein fastur og týðandi táttur í málmenningini. Málnevndin hevur tikið hetta stigið, tí tey eru sannførd um, at tað er av alstórum týdningi at fáa í lag dygdargott samstarv [...] málnevndin í tíðindaskrivi. ? Vit fara at heita á fólk, stovnar og feløg at senda okkum orð, sum tey antin sjálv longu hava føroyskað, ella sum tey halda áttu at fingið føroyskan búna. Soleiðis høvdu vit
Hoydal vónar at tað eydnast at fáa sítt uppskot samtykt. Um gongdina í tinginum fríggjadagin, sigur Høgni Hoydal, at tað í fyrstuni kendist sum var hetta eitt stórt mál. Hann var ógvuliga spentur at vita, hvussu [...] hvussu fór at ganga, tí hann hevði roynt at orðað uppskotið soleiðis, at semja kundi fáast um tað í tinginum. Kortini var eg vónsvikin, tá vanliga støðan hjá andstøðuni kom til sjóndar, at hon ikki beinleiðis [...] Høgni Hoydal. Eg hevði eisini væntað at orðaskiftið fór at verða meira um innihaldið og avbjóðingarnar fyri framman. Sum eygleiðari og politikari dugi eg ikki at síggja, hvat Javnaðarflokkurin og Sa
vikuskiftið at halda 70-ára ráðstevnu. Stevnan fer at umrøða floksins avrik, dagsins politikk og framtíð Føroya fólks. Men eitt skal longu staðfestast her, at eingin annar flokkur eigur so stóran lut í at uppbyggja [...] frá byrjan miðjað eftir at skapa betri vinnulig viðurskifti. Javnaðarmenn, sum hava sitið við leiðslu, hava skapa fyritreytir fyri, at ungir og virkisfúsir menn eru slopnir at royna seg - bæði á sjógvi [...] viku nam Hans P. Joensen, í Nólsoy, við hetta at klára seg væl á landi sum á sjógvi, og samanbar tað við avrikini hjá japanarum. Samstundis skoytti hann upp í, at teir eru eisini slopnir undan »grenjandi
ólavsøkuaftan, var tað ikki frítt, at hugsanin um at útseta kappróðurin var frammi. Ivaspurningar í hesum sambandi høvdu við sær, at tað gekk eitt sindur striltið at fara undir róðurin, og fram ímóti endanum [...] tjúkt, at teir á málinum undir Skipafelagnum noyddust at seta ljós á peilipunktið, sum teir høvdu á Tinganes landinum. Og so bar til at fáa allar róðrarnar frá hondini. Tað er altíð hugaligt at hyggja [...] vil við øðrum orðum siga, at skjótasti kappróðurin í ár var ikki á ólavsøku, sum hann plagar at vera, men á vestanstevnu í Miðvági. Eisini á jóansøku í Vági gekk tað sera skjótt at avgreiða róðrarnar. Felags
síðu hoyra vit javnan, at hugsjón hansara í ríkisrættarliga málinum ikki er løtt at fremja í verki. Men hon letur seg fremja, verður kortini dentur lagdur á. Sjálvandi er lættari at samráða seg til fulla [...] skipan, sum minti mest um amtsstøðuna. Tá helt Javnaðarflokkurin eisini, at vit skuldu víðari, men hann helt ikki, at vit áttu at loysa frá Danmark. Hesa hugsjón hevði hann fest á blað í 1943 sum uppskot [...] ikki buyrt, at hugsjónin sigraði. Støðan í dag kann samanberast við støðuna eftir annan heimsbardaga. Fyri fleiri árum síðani ásannaði Javnaðarflokurin á landsfundi, at heimastýrislógin var um at vera tømd
viðhvørt fyri, at tað verður funnist at miðvøllinum, og at hann er ov tunnur. Eisini eftir dystin móti skotum varð kikarin settur á miðvøllin, og ta ferðina vóru tað fleiri, sum hildu, at Sámal Joensen [...] sjáldan varð sagt, at Jens Jørn Bertelsen hoyrdi ikki heima á liðnum, men Sepp Piontek undirstrikaði ferð eftir ferð, at Jens Jørn var ein av týdningarmiklastu spælarunum, og eg vil siga, at Sámal Joensen hevur [...] heldur sjálvur, at úrslitini ímóti bæði Skotlandi og Bosnia komust av sera góðum liðavrikum: ? Eg iðri meg um, at vit ikki vunnu í dag, men samstundis mugu vit vera realistisk og ásanna, at um tað gekk heilt
vísti á, at snellurnar høvdu ringt við at fáa endarnar at røkka saman, svaraði umsitingin aftur við at seta størri avmarkingar í verk fyri henda bólk. Tá Meginfelag Útróðrarmanna gekk inn fyri, at Føroya [...] tað skoðsmál at vera einasta burðardygga vinnugrein. Vit síggja eisini frá hesum árunum, at útróðrarfiskur er nærum einasti fiskur, ið betalir inn til Ráfiskagrunnin, og harvið er við til at stuðla undir [...] Føroya Løgting í 1997 samtykti at lata 5000 dagar til bólk 5 (bátar undir 15 tons), svaraði umsitingin fornerma aftur við ikki at útskriva dagarnar fyrrenn fiskiárið var um at vera liðugt. (Allir hesir dagar
sera áhugavert at fingið ein politikara at útgreina, helst av teim ungu, giftu og við smáum børnum, sum hevur verið við at skriva hetta samgonguskjal, tí er henda orðing at skilja so, at familjan er ein [...] Og her má eg skunda mær at skoyta upp í ein spurning: Hví stendur borgari í hesum »slogan« og ikki: At geva øllum familjum javnbjóðis møguleikar?! Eg fái ikki annað enn hildið, at onkur av teim ungu og nýggju [...] Eg gjørdist ikki sørt bilsin av at síggja nýggja samgonguskjalið, sum undir punkt 8, Familjumál, kemur við hesi fantastisku orðingini, at: Familjan er kjarnin í samfelagnum! Tað sær út fyri mær, sum hava
altíð mett, at Bjarni Djurholm er ein maður við skili í, men orðalagið í hesum greinum var so líkt, at ilt var at síggja nakran mun teirra millum. Báðir nýttu stóran part av greinini til at niðurgera sosialismu [...] heiminum. Báðir eru lærarar, og báðir áttu sostatt at vitað, at í hvussu er allur tann yngri parturin av Føroya fólki er so væl søguliga skúlaður, at hann veit um hesi viðurskifti. Øll rein sosialistisk [...] sum politikarar í Norðurlondum ikki kunnu hugsast at taka uttan at spyrja fólkið eftir. Vit síggja eisini, hvussu trupult tað er hjá tí einstaka at fáa síni sjónarmið ígjøgnum yvir fyri tí almenna. Í