Hvat er sosialisma í Føroyum?

Eg fekk nú ein dagin eitt eintak av Dagblaðnum upp í hondini og las millum annað tvær greinar, sum Óli Breckmann og Bjarni Djurholm høvdu skrivað.

Eg havi altíð mett, at Bjarni Djurholm er ein maður við skili í, men orðalagið í hesum greinum var so líkt, at ilt var at síggja nakran mun teirra millum. Báðir nýttu stóran part av greinini til at niðurgera sosialismu bæði her og aðrastaðni í heiminum. Báðir eru lærarar, og báðir áttu sostatt at vitað, at í hvussu er allur tann yngri parturin av Føroya fólki er so væl søguliga skúlaður, at hann veit um hesi viðurskifti. Øll rein sosialistisk lond svølta í dag. Men tey lond, sum hava sosialdemokratiskt stýri, eru øll millum heimsins mest framkomnu lond, og eru tey lond, har fólkið sum heild hevur tað best.

Norðurlond hava størsta partin av hesi øld havt sosialdemokratiskt stýri, og hesi lond hava eina vælferð og eina virðing fyri tí einstaka, sum vit skulu leita leingi eftir at finna aðrastaðni. Um vit sammmeta Norðurlond við onnur lond í Europa, so er virðingin fyri tí einstaka tað, sum mest fellur okkum í eyguni Vit kunnu til dømis hyggja at ES. Har taka politikarar ferð eftir ferð avgerðir, sum politikarar í Norðurlondum ikki kunnu hugsast at taka uttan at spyrja fólkið eftir. Vit síggja eisini, hvussu trupult tað er hjá tí einstaka at fáa síni sjónarmið ígjøgnum yvir fyri tí almenna.

Í sosialdemokratiskum londum hevur borgarin nógv størri rætt yvir fyri tí almenna enn í borgarliga stýrdum londum. Eisini er fólkið nógv betur upplýst um samfelagsviðurskifti í hesum londum.

Borgarligu flokkarnir í Føroyum hava ta seinastu tíðina av øllum alvi roynt at gera sosialdemokratisku rørsluna her heima til eina ræðumynd. Hetta minnir mest um ein illa gitnan leiðara í Europa, sum nýtti bardagan móti kommunismuni sum umbering fyri teir ræðuleikar, hann leiddi fólk sítt út í. Hann er eisini kendur fyri orðini um, at bert tú sigur eina lygn nóg ofta, trúgva fólk henni at enda.

Sosialdemokratiska skipanin hevur sýnt sítt virði, og fólk minnast tey framstig, hon hevur framt her hjá okkum. Eisini haldi eg, at fólk okkara er ov upplýst til at lata seg leiða av ræðumyndum Óla Breckmanns.


Edvin Joensen