Tað kemur viðhvørt fyri, at tað verður funnist at miðvøllinum, og at hann er ov tunnur. Eisini eftir dystin móti skotum varð kikarin settur á miðvøllin, og ta ferðina vóru tað fleiri, sum hildu, at Sámal Joensen ikki hevði verið nóg sannførandi.
Men Allan Simonsen, landsliðsvenjari, er ikki samdur í, at Sámal Joensen ikki hevur verið sannførandi, og venjarin dylir ikki, at hann sær Sámal Joensen, sum hesi bæði seinastu árini hevur spælt tíggju landsdystir, sum ein av týdningarmiklastu spælarunum á liðnum:
? Í áttati árunum var eg sjálvu partur av einum góðum donskum landsliði. Tað varð nógv tosað og skrivað um okkum, sum skutu mál og vóru framrættaðir, meðan summir av hinum ikki fingu so nógva umrøðu. Ikki so sjáldan varð sagt, at Jens Jørn Bertelsen hoyrdi ikki heima á liðnum, men Sepp Piontek undirstrikaði ferð eftir ferð, at Jens Jørn var ein av týdningarmiklastu spælarunum, og eg vil siga, at Sámal Joensen hevur sama leiklutin hjá okkum. Hann bakkar upp, tá hinir fara framvið, hann vinnur nógvar bóltar, og tað er fantastiska ofta, at hann kemur ímillum samanspælið hjá mótstøðumonnunum. Sámal er mín maður, og tað havi eg sagt honum, at hann er, uttan mun til hvat verður sagt og skrivað um avrikini hjá honum.
Útlúgvaður
Sámal Joensen heldur sjálvur, at úrslitini ímóti bæði Skotlandi og Bosnia komust av sera góðum liðavrikum:
? Eg iðri meg um, at vit ikki vunnu í dag, men samstundis mugu vit vera realistisk og ásanna, at um tað gekk heilt illa, so kundu vit havt tapt.
Tú vart meiri eyðsýndur í dag, enn tú vart leygardagin?
? Tað veit eg ikki, men talan var um tveir heilt ymiskar dystir, tí mótstøðuliðini høvdu hvør sín spælistíl. Skotarnir spældu nógv í luftini, og tá er tað ofta torførari at vera miðvallarspælari, enn tá mótstøðumenninir fyri tað mesta halda bóltin á jørðini, soleiðis sum bosniararnir gjørdu tað, er metingin hjá Sámali Joensen, sum var púra útlúgvaður, og sum hevur fingið at vita, at hann er maðurin hjá Allani Simonsen. jh