Negativ saldo!!!

   

Útróðurin og teir menn, sum hava starvast innan hesa vinnu, hava altíð staðið fyri einari vælvirkandi stovnsrøkt. Meginfelag Útróðrarmanna hevði í mong ár eina stovnsrøktarnevnd, sum á fundum samráddi seg til, hvussu best var búleikast á grunninum. Hesin mátin virkaði væl og fekk útróðrarvinnan fyrst í 80-unum tað skoðsmál at vera einasta burðardygga vinnugrein.

Vit síggja eisini frá hesum árunum, at útróðrarfiskur er nærum einasti fiskur, ið betalir inn til Ráfiskagrunnin, og harvið er við til at stuðla undir tað hesin brunnur skuldi brúkast til. At gjalda út í ringum tíðum og fáa pening inn í góðum tíðum.

Hvat er tað sum hendir? Hví koma vit so langt, at útróðrarmenn verða kallaðir fyri negativ saldo?

Tá tú tosar um aðrar skipabólkar, sum eru komnir í trupulleikar, so hoyrir tú orð sum: »finna loysnir«, »víðka veiðugrundarlagið«, »geva meiri fisk«, »víðari ræsir« og annað í tann dur.

Tá Meginfelag Útróðrarmanna í fjørvár vísti á, at snellurnar høvdu ringt við at fáa endarnar at røkka saman, svaraði umsitingin aftur við at seta størri avmarkingar í verk fyri henda bólk.

Tá Meginfelag Útróðrarmanna gekk inn fyri, at Føroya Løgting í 1997 samtykti at lata 5000 dagar til bólk 5 (bátar undir 15 tons), svaraði umsitingin fornerma aftur við ikki at útskriva dagarnar fyrrenn fiskiárið var um at vera liðugt. (Allir hesir dagar lupu sjálvandi av).

Tá Meginfelag Útróðrarmanna ger vart við, at útróðrarflotin fiskar minni enn ta nøgd, hann hevur rætt til, svarar umsitingin aftur við at koyra fleiri trolarar og línuskip inn í bólk 4 fyri á tann hátt at skerja útróðrarbátarnar enn meira.

Og tá Meginfelag Útróðrarmanna í vónloysisstøðu spyr: Hvat er so at gera? Ja, so svarar umsitingin. Tú mást selja jolluna og lata onkran annan keypa ein trolara ella línuskip, tað gevur minni veiðitrýst.

So orðini, sum vit hoyra, tá vit venda okkum til landsstýrið eru »størri avmarkingar«, »ikki útskriva dagarnar«, »skerja« og »selja«.

Er tann negativa saldoin ikki íkomin av negativari viðferð?


Vegna Meginfelag

Útróðrarmanna

Chris Jan Michelsen