Grundleggjandi broytingar eru farnar fram í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES. Hesar broytingar innibera, at handil okkara við ES nú kann kallast fyri fríhandil. Avtala er nevniliga gjørd um, at fullur fríhandil skal verða fyri tær vørur, ið hava verið avmarkaðar av ávísum lofti og hagtalseftirliti. Somuleiðis er avtala gjørd um, at Føroyar skulu selja laks til ES lond, uttan at renna seg inn í nakrar tollforðingar yvirhøvur.
Samanumtikið merkir hetta, at allar sølukvotur, allir minstuprísir og allur revsitollur dettur burtur, tá ið avtalan kemur í gildi einaferð í 1999.
WTO
Føroyar og ES eru bæði limir í altjóða handilsfelagsskapinum World Trade Organisation, stytt WTO, ið m.a. hevur til endamáls, at nærum allur handil (95 %) millum limalondini skal fara fram uttan handilsavmarkingar. Soleiðis hevur ikki verið millum Føroyar og ES, og tí hevur føroyska samráðingarnevndin nýtt hetta sum ein trumf móti ES. Og trumfurin hevur verið góður, tí nýggja handilsavtalan inniber, at um 97% av handlinum millum londini nú skal fara fram uttan avmarkingar.
Kollveltandi
Fólk í almennu fyrisitingini meta avtaluna at vera eina kollveltandi avtalu fyri føroysku útflutningsvinnuna, og skíra tey hesa avtaluna eina fríhandilsavtalu, hóast ikki bar til at til at sleppa av við tollin á pilkaðum rækjum.
Undir samráðingunum stóð rættuligt stríð um rækjurnar. ES vildi hava, at føroyingar skuldu gjalda fullan toll fyri allar rækjur, ið seldar verða ES londum. Hetta vildu føroyingar ikki ganga við til, og eydnaðist tað føroysku samráðingarnevndini við Herlufi Sigvaldsson á odda at fáa semju um, at londini framhaldandi skulu halda seg til gomlu avtaluna viðvíkjandi útflutningi av pilkaðum rækjum. Hendan avtalan sigur, at føroyingar sleppa at útflyta eina nøgd á 2.000 tons av pilkaðum rækjum um árið.
Hóast ein góð handilsavtala er komin í lag millum Føroyar og ES, merkir hetta ikki, at Føroyingar als ikki hava slakað í krøvunum mótvegis ES. Men tó verður hildið, at hetta ikki hevur so stóran týdning fyri Føroyar. Teir vørubólkar, har slakað er í, eru vørubólkar, ið ikki hava nakran serligan týdning í føroyskari útflutningsvinnu










