messu í Skotlandi. So vit eru við, har tað hendir. Tað er greitt, at hetta hevur útreiðslur við sær, men tað sleppa við ikki undan, um vit vilja marknaðaføra okkum. Og tað skulu og mugu vit, tí tað er ein [...] føroyskar fyritøkur við á Rek-Tór framsýning í Íslandi. Hon verður sett í dag. Hetta hendir stutt eftir, at vit hava verið við á stórari matvøru messu í Brussel. Tað er annars ikki so langt síðani, at føroysk [...] um í øðrum londum. Sjálvandi eiga vit at vera við til slík tiltøk fyri harvið at menna handil og vinnulív og annars at skapa menning á øðrum økjum eisini so sum á mentanarøkinum. JÚST í hesum døgum eru
ar harumleiðir, sum tey hava hoyrt talan vera um. Ikki í barnaríkum umhvørvi Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orð á tey, ið hava tikið stig til mótmælisskrivið, men ein teirra, ið býr í tí umtalaða økinum [...] undir við tí, sigur við Sosialin, at hann heldur tað vera ómetaliga óheppið, at koyra kriminal brekaði inn í eitt so barnaríkt grannalag, sum teirra. ? Tað hevur verið mótmælt á røttum stað fyrr, sigur hann [...] einum slíkum stovni. Tað er ein stongd deild í landinum, og hon er sálardeild 2 á Landssjúkrahúsinum, sigur Jóhannes Nielsen, ið hevur drúgvar royndir í føroyska heilsuverkinum; eisini í sálarligari fyrstuhjálp
t arbeiði, og tað vil ongin verða lagdur undir. Páll Heinesen, Starvsfólkaleiðari á Strandferðsluni, sigur, at verður tað verkfall, verður Smyril tað einasta strandfaraskipið, sum verður lagt. Øll hini [...] Og nú hendir tað so aftur. Men hesuferð er munurin so, at Smyril er tað einasta skipið, sum verður lagt. Samstundis hava bæði Karl Johansen í Havnar Arbeiðsmannafelag og Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag [...] ikki. Ikki mitt í eini ósemju Tó heldur Hergeir Nielsen, at tað er ómetaliga trupult at gera nakað til í næstu viku. ? Tað vildi verið at lagt seg út í eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum, og tað haldi eg ikki
vælkomin á fólkafund í Hvalba í dag. Fyrst vil eg takka Royn fyri ta æru, sum eg haldi tað er, at vera biðin um, at halda røðu her í Hvalba í dag á fyrsta fólkafundi í Hvalba sum eg veit um. Ein fólkafundur [...] kongsveldi, og fáa tað frælsi, sum verður so nógv umrøtt í hesum døgum, enda í einum frælsum høvdingadømi aftur, har »allir vildu harrar verða, ongin vildi sekkin bera«. Í øllum førum eiga vit sum menniskju og [...] framburð í samfelagnum og viðurkenna tað, ið føroyskt var og fremja tað í orði og verki. Undangongumenn til nýggja hugburðin vóru føroyskir studentar í útlegd í Danmark. Til fyrstu veitsluna í Keypmannahavn
trýsti, sum oljufeløgini hava lagt á myndugleikarnar. Skuldi tað t.d. hent, at tað gingu fimm ár aftrat at bíða eftir eini avgerð í Haag - eftir at feløgini longu hava bíðað í fleiri ár at sleppa út í tað [...] um úrslitið. Halgir W. Poulsen, sum hevur fylgt samráðingunum, eftir at hann fór úr nevndini miðskeiðis í 90-unum, heldur tað vera óheppið, tá tað líkasum framgongur í føroysku pressuni, at føroyingar [...] frálíkt úrslit. Tað vóru allir samdir um, og tað var ikki hvør sum helst. Halgir W. Poulsen heldur tað hevði verið óðamannaverk at farið til dómstólin í Haag, nú eitt so gott úrslit fyriliggur. -Men hví skal
ikki í Danmark ella í Bretlandi? -Tað vóni eg ikki, men man veit jú aldrin. Anfinn Kallsberg løgmaður váttar, at bæði Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri og Tony Lloyd, varauttanríkisráðharri í Bretlandi [...] Væntar løgmaður nakra mótstøðu móti uppskotinum, tá tað verður umrøtt í tinginum? -Allar hessar samráðingar eru farnar fram í tøttum samráði við Uttanlandsnevndina, og allar týðandi avgerðir og útspøl [...] Uttanlandsnevndin, sum sambart Stýrisskipanini er umboðið hjá løgtinginum í týðandi uttanríkismálum, hevur svarað mær í hesum samráðinum vegna løgtingið. Tí vænti eg ikki nakrar trupulleikar í løgtinginum. -Heldur
akkurát verið í starvsvenjing í tríggjar vikur í vøggustovuni á Norðasta Horn í Havn. - Tað er í grundini av tilvild, at eg eri farin at arbeiða við børnum. Eg hevði ov lítið at gera sum bilmekanikari [...] menning og at vera við í ymiskum. Tað lærir at taka atlit til onnur og at virða onnur. Tað er gott at møta nógvum fólki, taka virkið lut í ymiskum, so sum ítrótti og skótum. Alt tað mennir barnið sosialt [...] avbjóðing av fáa ein gamlan bil at ljóða sum nýggjur. Men tað er hvørki bilar ella popp-rock, Karl Martin Samuelsen úr Klaksvík, tekst við í hesum døgum, í øllum førum ikki fyrst og fremst. Síðsta summar
fóru fullkomiliga í svart. Hevði tað ikki verið fyri einum stórspælandi Waldemar Nowicki í B71-málinum, kundi staðið heilt illa til hjá sandoyingum. Ian Højgaard var í sínum ungu døgum millum allarevnaríkastu [...] allarbestu hjá NSÍ hesaferð (hann fyllir 19 í morgin), sum stútaði upp í málhornið. Strævin dystarskrá So var 4-0, og tá tað endiliga eydnaðist NSÍ at skora í landskappingini, kann av sonnum sigast, at [...] ál fyri NSÍ!). Heimaliðið fekk bert eitt mál afturat, men tað var eisini tað vakrasta í dystinum. Fimm minuttir vóru eftir, tá gott uppspæl í vinstru endaði við innleggi til Christian Høgna Jacobsen, ið
sliðini, sum eru úttikin, fyrireika seg í hesum døgum til leikirnar. Sum liður í fyrireikingunum hjá mansliðnum kemur danska 1. deildarliðið Skt. Jørgens VK, sum heldur til í Frederiksberg í Keypmannahavn [...] men í ár ætla vit okkum aftur at fáa í øllum førum bronsu, sigur Klæmint Isaksen. Kappingin er størri hesaferð við tað, at 12 lið eru við í kappingini, og tað merkir, at øll liðini skulu spæla í minsta [...] teir skulu avgreiðast eftir bert fimm døgum, so tað kann gerast rættiliga strævið. Men tað eru so somu treytir fyri øll liðini. Í flogbólti í oyggjaleikahøpi verður fyrst og fremst tosað um trý lið: Áland
sjúkrasystrar og læknar eru í leiðsluni á jøvnum føti. Og tað verður gjørt í sátt og semju, tí røkt og viðgerð er hvør sítt øki. ? Í síðsta enda veldst tað eisini um, hvørji fólk sita í leiðsluni og, hvussu [...] Hetta er tað, sum verður nevnt ein einstreingjað leiðsla. Men hendan leiðsluskipan er so grundleggjandi í stríð við sjónarmiðini hjá sjúkrasystrunum, at tær hava hótt við at fara í verkfall, um tað verður [...] ein leiðslubygnað, sum allir partar vilja góðtaka og vilja virka undir. Hon sigur, at Helena Dam á Neystabø hevur eisini lovað, at tað verður ongin leiðslubygnaður settur í verk, sum sjúkrasystrarnar ikki