Ein av teimum, sum var við í føroysku samráðingarnevndini øll tey fyrstu árini, er Halgir W. Poulsen, advokatur. Hann var eisini í tí nevndini, sum samráddist við donsku stjórnina og loksins fekk danir at lata føroyingum rættin til undirgrundina.
Nú ein avtala við Bretland um markið liggur á tingborði hava vit spurt Halgir W. Poulsen, hvat hann heldur um úrslitið av samráðingunum, sum næstan hava vart í 10 ár.
-Hetta er einki minni enn eitt bragd. Hetta er ein stak góð loysn, har alternativið var at fara til dómstólin í Haag, og tá visti man jú einki um úrslitið.
Halgir W. Poulsen, sum hevur fylgt samráðingunum, eftir at hann fór úr nevndini miðskeiðis í 90-unum, heldur tað vera óheppið, tá tað líkasum framgongur í føroysku pressuni, at føroyingar bara hava fingið nøkur fá % og bretar nógv meira burtur úr.
-Tá tosað verður um Gráu økini, so mugu vit minnast til, at hesi eru bert ein lítil partur av tí stóra øki, sum partarnir hava verið ósamdir um.
Uppá fyrispurning um hann er ovfarin av tí semju, sum nú er gjørd sigur Halgir W. Poulsen, at teir ráðgevar, sum nevndin brúkti, tá hann var við í arbeiðinum, óheftir altjóða serfrøðingar, vóru samdir um, at komu vit til nøkunlunda hetta úrslitið, sum nú er rokkið, so vildi tað verið eitt frálíkt úrslit. Tað vóru allir samdir um, og tað var ikki hvør sum helst.
Halgir W. Poulsen heldur tað hevði verið óðamannaverk at farið til dómstólin í Haag, nú eitt so gott úrslit fyriliggur.
-Men hví skal ein stór tjóð sum Bretland, sum hevur drúgvar royndir við slíkum samráðingum, slaka so nógv og gera eina avtalu, sum gagnar einum lítlum granna sum okkum?
-Hatta var eisini fyrsti spurningurin, sum varð settur, tá vit fingu undirgrundina. Fyrsti spurningurin hjá føroyingum var, hvat búði undir hesi avgerð. Um tú ongantíð vil vera nøgdur við eitt avrik, so kanst tú sjálvandi spyrja so.
Halgir W. Poulsen sigur, at um vit føroyingar ikki eru nøgdir við avtaluna, so hava vit frítt at fara til Haag og brúka 5 ár til tað, fleiri tíggjutals milliónir, liva við óvissuni um, at vit fáa eitt verri úrslit, og haraftrat at steðga eini møguligari oljuleiting í mong ár.
-Kann stjórnarskiftið í Bretlandi hava verið orsøkin til, at bretar gjørdist meira moyrir?
-Tað er ilt at siga. Men tað gjørdi so ikki støðuna verri. Tí nýggja stjórnin var ikki bundin at gomlum støðum. T.d. broytti nýggja stjórnin støðu í spurninginum um Rockall og fylgdi altjóða rætti. Hetta hevði jú við sær, at bretar ikki longur tvíhildu um eitt 5000 kvkm. stórt øki.
Halgir W. Poulsen heldur annars, at broytta bretska støðan kann eisini stava frá einum trýsti, sum oljufeløgini hava lagt á myndugleikarnar. Skuldi tað t.d. hent, at tað gingu fimm ár aftrat at bíða eftir eini avgerð í Haag - eftir at feløgini longu hava bíðað í fleiri ár at sleppa út í tað Hvíta øki - so kundi jú vera vandi fyri, at oljufeløgini rætt og slætt mistu tolið og fóru til onnur øki í heiminum.
-Skuldi tað hent, at feløgini tóku seg heilt aftur av hesum økinum, so vildi tað kanska verið seinur dagur, at tey aftur komu henda vegin. Tað er tí væl hugsandi, at hetta hevur verið ein partur av tí, sum gjørdi, at bretar nú vórðu moyrir.
Halgir W. Poulsen heldur tað hevur lønt seg ikki at skunda hetta stóra málið ígjøgnum men at hava brúkt ta tíð, sum var neyðug. Hann heldur eisini, at Árni Olafsson hevur gjørt eitt stórt arbeiði.
Dánjal var miðlinjumaður
Hann heldur annars, at tað er harmuligt, at Dánjal Nolsøe, ikki skuldi sleppa at uppliva, at vit fingu eina slíka avtalu. -Hann hevði avgjørt verið glaður, tí vit eftir míni bestu sannføring hava vit fingið bretar at viðurkenna, at markið er lagt sambart eini miðlinju, nak-að, sum teir ikki vildu øll tey fyrstu árini. Og miðlinjan var nettup aðalmálið hjá Dánjali.
Halgir W Poulsen leggur aftrat, at nettup Dánjal Nolsøe, sáli eigur ein stóran leiklut í tí úrsliti, sum nú fyriliggur..