Í hesum døgum ganga havnarfólk á Bóndaheygi og gøtunum nærhendis, hús úr húsi við einum mótmælisskrivi, ið ætlanin eftir øllum at døma er at senda Helenu Dam á Neystabø, Almannamálaráðharra.
Tey ið gera vart við seg eru ímóti, at landstýrið hevur keypt húsini á Bóndaheygi 14 við tí fyri eyga at hýsa kriminal brekaðum, sum tey mótmælandi nevna búfjøldina, ið eftir ætlan fer at flyta inn á stovnin. Fólk í grannalagnum siga, at tey eru ikki heilt fá, ið hava skrivað undir.
Talan er um menningartarnað
Sambært Almanna- og Heilsumálastýrinum, er tað Sjálvognarstovnurin, Sambýli, ið hevur keypt húsini fyri umleið 1,9 mió. kr., við tí fyri eyga at leiga Serstovnadeildini tey. Bjarni Clemensen á Serstovnadeildini sigur við Sosialin, at hann ongantíð hevur hoyrt heitið, kriminalt brekaður í hesum sambandi, men at húsini ætlandi skulu hýsa 5 menningartarnaðum menniskjum.
? Umframt Eirargarð, hava vit 10 sambýli av hesum slag í Tórshavn, sigur hann. Hann sigur tað vera sera sjáldsamt, at fólk mótmæla, at menningartarnað sleppa á bústovnarnar hjá Serforsorgini, og leggur afturat, at mótmælið av Bóndaheygi valla fer at vika nakað við ta ætlanina.
Fólk, ið búgva allarnærmast umtalaðu húsunum, ætla sær fyribils ikki at mótmæla nøkrum, meðan onnur eru firtin, og ikki vilja síggja barnalokkarar og brennivargar harumleiðir, sum tey hava hoyrt talan vera um.
Ikki í barnaríkum umhvørvi
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orð á tey, ið hava tikið stig til mótmælisskrivið, men ein teirra, ið býr í tí umtalaða økinum, Jóhannes Nielsen, ið ikki er stigtakari til mótmælisskrivið, men tó tekur fult undir við tí, sigur við Sosialin, at hann heldur tað vera ómetaliga óheppið, at koyra kriminal brekaði inn í eitt so barnaríkt grannalag, sum teirra.
? Tað hevur verið mótmælt á røttum stað fyrr, sigur hann, og harmast um, at mynduleikarnir ikki hava broytt ætlan, tá teir vita hvørjir trupulleikar kunnu standast av hesum. ? Sjálvandi eiga hesi fólk at sleppa at búgva millum fólk, so at tey ikki kenna seg útstoytt, men at búseta tey í einum barnaríkum grannalagi er skeivt, heldur Jóhannes Nielsen. Hann heldur harumframt, at teir politikarar, ið hava ábyrgdina av hesum, áttu at havt hugsað um hetta, áðrenn húsini vórðu keypt.
? Eg veit væl, at myndugleikarnir siga talan vera um ein stongdan stovn, men hetta er tvætl, tí loyvt er ikki at stongja hurðina á einum slíkum stovni. Tað er ein stongd deild í landinum, og hon er sálardeild 2 á Landssjúkrahúsinum, sigur Jóhannes Nielsen, ið hevur drúgvar royndir í føroyska heilsuverkinum; eisini í sálarligari fyrstuhjálp. Sambært Jóhannesi vísa royndir, at sálarliga sjúk ofta eru illa fyri um náttina, og at slíkir stovnar sjáldan eru fullmannaðir í hesum tíðarbili. Nágreiniliga hvussu stóra undirtøku mótmælisskrivið hevur fingið, var ikki greitt seinnapartin tórsdag, men væntandi frættist um hetta tá skrivið verður sent landsstýriskonuni. Helena Dam á Neystabø var ikki at hitta í gjár.
________________________________________________________________
Mótmælisskrivið er soljóðandi:
Til Landsstýrismannin í almannamálum,
Helenu Dam á Neystabø
Almanna- og Heilsumálastýrið
100 Tórshavn
Tórshavn 27. apríl 1999
Tá tað er komið okkum íbúgvum á Bóndaheyggi fyri oyra frá fleiri keldum, at Landsstýrið hevur keyp hús á Bóndaheyggi, sum skulu brúkast sum bústovnur hjá kriminal brekaðum, vilja vit hervið harðliga mótmæla hesum. Hetta er eitt barnaríkt grannalag, og tí fer hetta at geva okkum óneyðugan ampa, tá børn okkara eru úti og spæla. Við vón um, at hetta verður tikið til eftirtektar,
sign.