Verður verkfall, verður Smyril helst aftur lagdur

? Tað nyttar onki at ringja til mín, sigur Ingeborg Vinther. Ringi heldur til Arbeiðsgevararan. Geva teir okkum sømiliga løn, verða ongi tiltøk sett í verk

Nú er vandi fyri, at ferðasambandið til Suðuroyar aftur verður lagt lamið.

Tí enda sáttmálasamráðingarnar, sum nú eru ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelgið við verkfalli, verður ein avleiðing av tí, at Smyril verður lagdur og sostatt missa suðuroyingar einaferð enn ferðasambandið við meginøkið.

Hetta kemst av, at teir, sum binda og loysa Smyril á Drlensi eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.

Og teir, sum binda og loysa Smyril í Havn, eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Tvs, at fer bara annað av teimum báðum feløgunum í verkfall, verður Smyril lagdur.

Tí tá ið ongin er at binda og loysa skipið, ber ikki til at sigla.

At fáa onnur fólk at gera tað, verður mett at vera ómøguligt, tí so gera tey verkfalsrakt arbeiði, og tað vil ongin verða lagdur undir.

Páll Heinesen, Starvsfólkaleiðari á Strandferðsluni, sigur, at verður tað verkfall, verður Smyril tað einasta strandfaraskipið, sum verður lagt.

Øll hini skipini eru tað manningin ella aðrir limir í Starvsmannafelagnum sum binda og loysa.

Teir, sum koyra bussarnar, hava sersáttmálar, og Bygdaleiðir verða tí ikki raktar av einum møguligum verkfalli.

Páll Heinesen vísir á, at støðan viðvíkjandi Smyrli er serstakliga óheppin, tí har eru fýra fakfeløg knýtt at skipinum: Skipara-og navigatørfelagið, maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið og Arbeiðarafeløgini.

Tvs, at hvørja ferð bara eitt av teimum feløgunum steðgar arbeiðnum, verður Smyril lagdur.

Á hinum skipunum eru tey ?bara? trý feløg, á øðrum, tvey og á teimum smæstu bátunum, bara eitt.


Ongi undantøk

Sostatt kann staðfestast, at enn einaferð verða tað suðuroyingar sum koma at merkja sviðan av einum arbeiðssteðgi harðast.

Tað er ikki meiri enn ein mánaði síðani, at Strandfaraskipini lógu í næstan fýra vikur, tí at træta var ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Og nú hendir tað so aftur. Men hesuferð er munurin so, at Smyril er tað einasta skipið, sum verður lagt.

Samstundis hava bæði Karl Johansen í Havnar Arbeiðsmannafelag og Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag víst á, at tað verða avgjørt ongi undantaksloyvi givin, uttan har mannalív er í vanda.

Hetta endurtók Ingeborg Vinther í gjáramorgunin.

? Tað, sum vit hava sagt, standa vit við. Og støðan er óbroytt, leggur hon afturat.

? Men annars er tað ikki okkum, fólk skulu venda sær til, um trupulleikar stinga seg upp.

? Tann rætti at venda sær til, er Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí tað eru arbeiðsgevararnir, sum trýsta okkum í verkfall.

? Unna arbeiðsgevararnir okkum eina sømiliga løn, verða ongir trupulleikar, sigur Ingeborg Vinther.


Trygdin í hásæti

Annars hevur ljóðað, at Strandferðslan hevur ætlað at Smyril skal sigla hóast verkfall verður.

? Tvs, at ætlanin er at halda Smyrli at bryggju við motorunum, ímeðan fólk og bilar verða sett av. Síðan skal hann út á fjørðin at liggja.

Men á Strandferðsluni ivast tey í, um tað letur seg gera.

Bæði starvsfólkaleiðarin og stjórin, Reidar Nónfjall siga, at Strandferðslan setir trygdina í hásæti.

?Strandfeðslan fer ikki uppá nakran máta at seta trygdina í vága fyri at sigla. ? Og at brúka motorarnar at trýsta skipið at bryggju við, uttan at binda tað, meðan fólk og bilar verða sett av er ógvuliga ivasamt. Arbeiðir skipið ov nógv, er tað skjótt, at portrið kann fara í knús. Fyri um at tala, at fólk kann fara niðurímillum.

Reidar Nónfjall undrast á, at slíkt tos gongur ímillum fólk og hann sigur, at hasi tíðindini eru ikki komin frá stovnunum, tí hann kennir onki til tað.

? Spurningurin hjá okkum er ikki, hvat ber til og ikki. Altavgerandi spurningurin hjá okkum er, at, vit hava nakrar trygdarreglur, sum skulu haldast.

Tey, sum sigla við Smyrli vita eisini, at manningin leggur alstóran dent á, at portrið verður ikki latið upp, fyrrenn skipið er bundið væl og virðiliga.

Tað er eisini ein stórur spurningur, hvat skipasýnið sigur til slíka mannagongd.

Tað verður somuleiðis hildið at verða lítið sannlíkt, at tað skal bera til at fáa Smyril at sigla til aðrar havnir, enn tær vanligu. Tí so taka tey, sum avgreiða Smyril har, verkfalsrakt arbeiði á seg.

Annars sigur Reidar Nónfjall, at Strandferðslan hevur ikki nakra ?tilbúgvingarætlan? til reiðar at seta í verk.

? Alt hetta eru mál, sum verða tikin upp, um verkfall verður og tá verða sjálvandi allir møguleikar kannaðir Og fyrrenn tá dugir hann ikki at siga nágreiniliga, hvussu farið verður fram.



Ongin hjálp í tinginum

? Tað má aldrin koma fyri aftur, at verkfall leggur samferðsluna lamna.

Tað var meiri enn ein løgtingsmaður, sum kom til hesa niðurstøðuna á tingsins røðarapalli, tá ið kjakið kom inn á arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðinum og øll strandfarasigling varð løgd lamin av tí sama.

Nógvir tinglimir vóru samdir um at tað var óheppið, at strandfaraskipini vórðu løgd tá, tí avleiðingin av var, at útjaðarin í Føroyum kom at betala dýrasta prísin fyri verkfallið.

Men nú, ikki ein mánaða aftaná, er líkt til, at søgan endurtekur seg við tað, at stórur vandi er fyri, at arbeiðarafeløgini fara í verkfall, eins og greitt er frá í greinini omanfyri.

Einasti munurin er, at hesuferð eru tað bara suðuroyingar, sum verða raktir.

Og tó tykist ikki, sum um tað ber til hjá løgtinginum at tryggjað suðuroyingum ferðasambandið um verkfall verður.

Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, sum er einasti suðuroyartingmaður í samgonguni, harmast um støðuna, men ivast stórliga í, um løgtingið kann gera nakað við tað hesuferð.

Hann sigur, at í sambandið við arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðinum tosaði hann við landsstýrið um at taka samferðsluviðurskiftini í sambandi við arbeiðssteðg, upp

? Tað gjørdi nettupp tí eg ásannaði, at útjaðarin, m.a. Suðuroyggin, varð ov hart rakt í tí arbeiðssteðginum.

?Eg bað tí landsstýrið kanna um tað ikki bar til at bera so í bandi, at samferðslan verður undantikin ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.

Hann hugsar m.a. um, at øll tey, sum varða av strandfaraskipunum skuldu verðið sett í starv eftir eini tænastumannalíknandi skipan.

? Í øðrum londum er samferðslan undantikin slíkum arbeiðssteðgum, tí eitt land, har samferðslan verður løgd lamin, er í veruleikanum í undantaksstøðu.

Hann sigur, at hetta tók fíggjarmálaráðharrin til eftirtektar, tí hann fekk í sáttmálan við Starvsmannafelagið, at sáttmálaviðurskiftini hjá Strandferðsluni skulu lýsast og kannast.

Hvussu langt hetta arbeiðið er komið, veit hann ikki.


Ikki mitt í eini ósemju

Tó heldur Hergeir Nielsen, at tað er ómetaliga trupult at gera nakað til í næstu viku.

? Tað vildi verið at lagt seg út í eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum, og tað haldi eg ikki, at tingið ikki gera.

? Tað er so mikið álvarsligt og prinsipielt, at tað kann tingið neyvan gera, sigur Hergeir Nielsen.

Tó leggur hann afturat, at hann vónar, at landsstýrið finnur eina varandi skipan, so at tær mest grundleggjandi tænasturnar í samfelagnum ikki verða lagdar lamnar av trætum á arbeiðsmarknaðinum.

Ein annar suðuroyartingmaður, Flemming Mikkelsen úr sambandsflokkinum er samdur við honum.

? At fara í verkfall er ein rættur hjá fakfeløgunum og tað kann tingið ikki gera nakað við.

Hann sigur, at ímeðan arbeiðssteðgurin var á almenna arbeiðsmarknaðinum, var nógv tosað um at gera tey, sum vara av skipunum, til tænastufólk, so at tey ikki kundu fara í verkfall, eins og politistar, lærarar o.o. Men tað er so stutt síðani, at tað arbeiðið kann ikki vera komið serliga langt.

Í øllum førum heldur Flemming Mikkelsen, at aðalreglan má vera, at alt landið verður javnt sett í sliíkum førum so at eitt verkfall ikki rakar summi nógv harðari enn onnur.

Hinir báðar løgtingsmenninir fyri Suðuroynna, javnaðarmenninir Henrik Old og Jóannes Eidesgaard eru burturstaddir, so teimum fingu vit ikki fatur á.