knappliga fekk málið at síggja til eina púra óvæntaða vend. Annar av teimum ungu, sum vóru rýmdir av landinum eftir at teir vórðu hóttir eftir lívinum, kom aftur til Føroya og fór aftur at arbeiða fyri pápabeiggjan [...] knyklar í brýr, tí hetta vóru so álvarsligar ákærur at seta fram í sjálvum rættarsalinum, og teir tríggir mæltu unga manninum til at fara úr rættinum, og ungi maðurin so gjørdi. Málið er so liðugt avgreitt í [...] bróðursonurin spurdi eftir passinum. Ákærdi segði seg ikki vita, hvat tey vóru. Knappliga ruku teir báðir ungu á dyr, og fóru beina leið á løgreglustøðina, har teir kærdu sína neyð, at høvuðsákærdi hevði
aling á staðnum ávirkar lúsatrýstið á sjósílastovnin, eftir at laksur er settur út á eitt øki, har ongin aling hevur verið." Til hetta kann sigast, at púrt eingin meining er í at gera kanningar, eftir at [...] verður meira neyvt staðfest, at flubenzuronir eru truplar at bróta niður í náttúruni, og sjálvt eftir 3 mánaðum vóru nøgdirnar áleið tær somu. Og enntá 8 mánaðir seinri vóru nøgdirnar sera sjónligar. Hvørvur [...] loysn Aling eigur einans at verða framd í lokaðum skipanum og har fult tamarhald er á øllum liðum. Einki dálkandi frárensl ella vandamikið rusk eigur at liggja eftir, og alt eigur at koma til høldar og gagnnýtast
minni tíð á skúlanum, men tvørturímóti krevur hetta -at lærarin skal nýta meiri tíð enn nú á skúlanum og -at skúlaleiðslurnar skulu nýta størri part av teirra arbeiðstíð til leiðslu.. Eftir at lærarar í [...] seinastu lønarsamráðingar hjá Lærarafelagnum í 1997, setti felagið nógv inn á at fáa landsstýrið at seta fleiri pengar av til at fremja nýggju lógina. Tásitandi nevnd sleit samráðingarnar, tí har var eingin [...] annað enn at fara til verka eftir tí nýggju lógini, við ella uttan hesar fáu milliónirnar. Er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum illa kunnaður? Samráðingarfólkini hjá Fíggjarmálastýrinum vóru eisini við
greinunum, sum vóru nógv lisnar á in.fo um vikuskiftið. Trýst á yvirskriftirnar fyri at koma inn á tær ymsu greinarnar. Kanna nú syrgiligu hendingina á Toftum Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hvat tað var [...] lívleysur í mølini á Toftum. Í hesum sambandi verður eisini bíðað eftir líkskoðanini fyri at fáa staðfest orsøkina nágreiniligari og arbeitt verður nú fyri at at fáa tað í lag. B36 er nú á bronsuplássinum [...] ggingini á Sundi. Tí líkindini fyri, at nakar lurtar eftir teimum, eru sera smá. Tað er eingin flokkur í Tórshavnar býráð, sum er ímóti risastórari havnarútbygging á Sundi. Tvørturímóti vóru allir flokkar
ikki, at tað var í lagi.. So spurdi eg, hvat tey hildu, um so var, at føroyskar fyritøkur fóru at brúka enskt sum arbeiðsmál. Her svaraði fjórði hvør, at tað var í lagi. At umleið 25 % eru samd í, at tað [...] Tað er praktiskt at kunna nýta eitt altjóða mál, og so mugu vit heldur ikki gloyma, at tað gevur prestisju at kunna orða seg á enskum, bæði í skrift og talu. Hví síggja vit so nógv enskt á føroyskum kjatt- [...] visjónir í ólukkumát. So kæru politikarar, eg fari at minna tykkum á, at tað at hava sítt egna mál ikki er nøkur sjálvfylgja, og skulu vit hava eitt livandi og funktionelt mál, krevst, at tað eru fólk, sum
Hóttanirnar vóru so ávarsligar, og hildu fram so leingi, at politistar greiddu frá í rættinum, at teir vóru rætt og slætt vorðnir illa til pass av teimum. Maðurin varð handtikin og rætturin var samdur í, at talan [...] talan var um so álvarsligar hóttanir, at løgreglufólkini hava havt alla orsøk at stúra av álvara fyri lívi og heilsuni hjá sínum næstringum. Dómarin legði eisini dent á, at maðurin hevur verið so ofta í hóslag [...] løgregluna, at hann átti at vita, at løgreglufólkini høvdu alla orsøk til at taka tað í álvara, tá ið hann hótti tey. Maðurin noktar seg sekan. Men hann segði at hann vildi ikki hava løgregluna á dyr, tí hann
. Tað var ikki komið so nógv fólk til tiltakið hendan dagin. Klaksvíkin stóð tó á øðrum endanum sunnudagin, tí ókeypis var at koyra ígjøgnum tunnilin. Bilarnir stóðu tættir, so dagurin var væl valdur [...] Kanska tað órógvarði eitt sindur, at tað var so nógv ferðsla uttanfyri og tí larmur. Framtíðarinnar vagina Yrkjarin Oddfríður Marni Rasmussen læs fyrst ein prosatekst eftir Marius Johannesen um grunningshøvd [...] nnar kynslív, um vaginur og penis um eini 2000 ár, hetta vóru týðingar av yrkingum eftir Denise Duhamel. Síðani læs hann eina prosayrking eftir Russel Edson frá nýggja Vencili. Yrkingarnar skuldu kanska
staðfestir, at tey hava eisini gjørt løgregluni greitt, at tey ætla at standa stinn fyri at verja hvalin. Tey gera eisini greitt, at tey eru sinnað at fara í fongsul, er tað hetta sum krevst fyri at verja hvalin [...] ein lágur prísur at rinda fyri at bjarga einum hvali, sigur Sea Shepherd. Tey ávara eisini um, at tað er vandi fyri, at onkur blóðtystur grindamaður leggur á tey. - Vit eru til reiðar at verja okkum, verður [...] Shepherd. Sea Shepherd sigur, at tey hava nóg mikið av skipsmanning, men at enn er stórur tørvur á fólki á landi at verja strendurnar. Men verður grind hildin til, fara tey at skjalprógva tað nágreiniliga
manninum, og tí varð gjørt av at senda boð eftir tyrluni, sum fór at leita beinanvegin. Um tíggjutíðina fór tyrlan at bunkra, og tá hevði løgreglan eisini sent boð eftir hundunum úr Havn og bjargingarfelagið [...] var beint eftir døgurða tíð, at farið var úr Dølum og til gongu. Leiðin gekk fyrst upp um Sundsskarð. Tá fólk komu hagar, varnaðust tey, at ein teirra manglaði. Farið varð so aftur at leita eftir honum. Tey [...] felagið stóð somuleiðis tilbúgvið at fara at leita. Men tað gjørdist ikki neyðugt, tí stutta løtu eftir komu boð um, at maðurin var komin aftur íaftur í øllum góðum og var staddur inni í Dølum ? sama stað
men mitt seinnapartin ringdu tey á løgregluna at boða frá, at har var eingin fransmaður at finna á Gjáarvegnum. Løgreglan fekk tískil illgruna um, at hann kanska var á vegnum um Eiðisskarð, sum ikki verður [...] fór at kava rættiliga illa og tað legðist væl av kava á vegirnar. Í hesum sambandi fekk løgreglan boð frá einum bilførara, sum var farin út av á Gjáarvegnum, men har hendi ikki nakar skaði, sum so. Verri [...] Løgreglan sigur, at tey vóru komin hartil, at tey ætlaðu at fara at vita um tey findu staðfest, hvar fartelefonin hjá honum var stødd. Men tá ið samanumtikið vísti alt seg at vera óneyðugt, tí klokkan