Legði á politistar við harðskapi og hóttanum

Føroya rættur hevur sett ein mann í fongsul fyri óvanliga grovt álop á fimm politistar

Ein maður sklal nú í fongsul í 10 mánaðir fyri eitt óvanliga grovt álop á fimm politistar í Havn.

Talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni, sum hevur eitt ótal av dómum, bæði fyri grovan harðskap og fyrií fleifi førum eisini fyri harðskap ímóti løgregluni.

 

Politistarnir vóru farnir heim til hansara eftir einum øðrum manni, sum skuldi vitna í einum rættarmáli, men sum ikki møtti upp.

 

Tá gjørdist maðurin frá sær sjálvum og legði á politstarnar, rendi og skumpaði, men tað grovasta var vóru hóttanirnar, hann kom við.

 

Í hesum sambandi varð hann ákærdur fyri at hótta politistarnar við lívinum. Í hesum sambandi gjørdi hann armrørslur, sum um hann løddi byrsu og skeyt teir.  

Og hann hótti enntá familjurnar hjá politistunum, bæði við deyðshóttanum, neyðtøku og øðrum.

Hóttanirnar vóru so ávarsligar, og hildu fram so leingi, at politistar greiddu frá í rættinum, at teir vóru rætt og slætt vorðnir illa til pass av teimum.

 

Maðurin varð handtikin og rætturin var samdur í, at talan var um so álvarsligar hóttanir, at løgreglufólkini hava havt alla orsøk at stúra av álvara fyri lívi og heilsuni hjá sínum næstringum.

 

Dómarin legði eisini dent á, at maðurin hevur verið so ofta í hóslag við løgregluna, at hann átti at vita, at løgreglufólkini høvdu alla orsøk til at taka tað í álvara, tá ið hann hótti tey.

 

Maðurin noktar seg sekan. Men hann segði at hann vildi ikki hava løgregluna á dyr, tí hann hevði einki álit á teimum og hann stúrdi fyri, at løgreglufólkini fóru at planta ymiskt inni hjá honum, sum hann síðani skuldi ákærast og fongslast fyri.

Men dómarin dømdi hann sekan á ákærunum, men tá ið hann ásetti revsingina, varð tað metta at vera skerpandi umstøður, at hann hevði nógvar dómar frammanundan. Harafturat var hann royndarleyslatin, nú hann varð handtikin hesa ferðina og eisini tað fekk eisini ávirkan á revsingina.

 

Maðurin hevur sitið í varðhaldi, síðani hann varð handtikin og dómarin avgjørdi, at hann skuldi í fongsul í 10 mánaðir fyri hetta lógarbrotið.