Kim Simonsen
Í løtuni er tað tað lokali listamaðurin, Archibald Black, ið hevur eina framsýning í Leikalund við símun nýggjastu oljumálningum.
Tað var ikki komið so nógv fólk til tiltakið hendan dagin. Klaksvíkin stóð tó á øðrum endanum sunnudagin, tí ókeypis var at koyra ígjøgnum tunnilin. Bilarnir stóðu tættir, so dagurin var væl valdur til eitt slíkt tiltak. Kanska tað órógvarði eitt sindur, at tað var so nógv ferðsla uttanfyri og tí larmur.
Framtíðarinnar vagina
Yrkjarin Oddfríður Marni Rasmussen læs fyrst ein prosatekst eftir Marius Johannesen um grunningshøvd. Síðani komu tvær heldur løgnar yrkingar um framtíðarinnar kynslív, um vaginur og penis um eini 2000 ár, hetta vóru týðingar av yrkingum eftir Denise Duhamel. Síðani læs hann eina prosayrking eftir Russel Edson frá nýggja Vencili. Yrkingarnar skuldu kanska kløkka okkum, men eg veit ikki, um tær søgdu mær nakað sum helst.
Heðin M. Klein var næstur á skránni. Hann er ein klassiskur yrkjari, ið m.a. hevur eldri norskar fyrimyndir. “Genta í hurðini” er t.d. ein vøkur yrking. Heðin er ein inniligur upplesari, og hann torir í sínum yrkingum at leggja seg á eitt kensluborið spor. Fram um hetta ber yrking hansara brá av eini modernistiskari hevd, ið eisini ger seg galdandi og so serliga orðatónleikinum, ið vit kenna frá føroysku yrkingasøguni frá fimti- til sjeytiárini, ið serliga Regini Dahl umboðaði.
Hvørvvegir
Hanus Kamban læs tríggjar longri yrkingar. Tann fyrsta eitur »Samrøða við myrkrið«. Hon er ikki so spennandi sum tann næsta, hann læs, ið kallast »Cafe Flore«, ið er ein livandi og óvanlig føroysk yrking um kaféina í Paris á Bld. St-Germain. Eg kom eisini at hugsa um kendu kafeina Les Deux Margots á Bld. St-Germain, har André Breton, Louis Aragon og Phillipe Soupault skrivaðu »Surrealistiska Manifestið«. Fleri ferð eg fór inn har, var ikki inn komandi, og eg endaði tí hvørjaferð á Café de Flore.
Triða yrkingin hjá Hanusi var kanska hin besta a teim øllum »Hvørvvegir til Europa«, er ein góð yrking, sum eitt barokt konfektfyllishorn av heimligum og útlenskum stemningum og musikaliteti, ið megnar at samansjóða ein mjørkamorgun í Havn við Avalon og ferðir út í (huga)heim. Hanus burdi yrkt meiri.
Arnbjørn Dalsgarð læs søgur eftir sveitsiska høvundan Peter Bichel, ið Hugin Eide hevur týtt. Eg havi sæð hesar søgurnar fyrr, og eg skili illa, hví Vencil hevur tikið hetta við og ikki minni, hví teir hava sett hesar søgurnar fremst?
Alexandur og Carl Jóhan
Alexandur Kristiansen er altíð framúr góður upplesari. Hann læs millum annað eina yrking kallað »Synd er í«, ið var sera góð. Eisini læs hann eina yrking, ið var ein heilsan til Matras. Síðani kom ein, ið kallast »Fátækur kapitalistur«, hon er ikki góð. Eina um sonin, sum spyr hví hann skal læra evnafrøði og støddfrøði, ið heldur ikki er nakað serligt.
Ofta hevur ein yrking eftir Alexandur heldur einkisigandi titlar, men tó eru yrkingarnar góðar, almenniskjaligar og fínar. Yrkingin, sum stendur í Vencil eftir Alexandur, »Í hesi løtu«, er á sera høgum støði.
Sum stóra rosinan í pylsuendanum kom Carl Jóhan Jensen. Hann læs ein prosatekst, sum eitur »Hvørki«, ið eg ofta havi hoyrt fyrr um føroyskt skaldskapartilvit og mangul á sama. Hesin heldur knortluti tekstur um tjóðskap, samleika og føroyska list og skaldskap inniheldur í brotum mangt og hvat, sum er forvitnisligt, men torført er at síggja, hvat hesin maðurin vil við tekstinum. Má ein dag seta meg at nærlesa og royna at skilja hann betur.
Carl Jóhan nertir við alt frá Kant, Hegel til Platon og skapar sum ein annar (sein) heideggerianari duldar og huldar týdningar við nýggjum orðum og orðasamansetingum sum »ó-í-sær-ligan í–sær-leika«. Tað er, sum hesin prosastubbin snýr seg um hetta at vera skrivandi føroyingur, um føroyskt ella ikki. Um tjóðir og føroyskt skaldskapartilvit, men sum so ofta við Carl Jóhan, so nertir hann eina mest bert við hesi stóru evni og telgir sær heldur ljóðmyndir, enn at vera klárur og einkul.
Tiltakið var ikki nakað stórt brak, heldur ikki var tað vánaligt. Av teimum 21 høvundunum, har 12 eru føroyingar í Vencil hesuferð, vóru kanska ov fáir við. Mest vóru tað høvundar, ið vit hava sæð og lisið fyrr, og tá teir so fyri tað mesta lósu úr einum blaði, ið vit longu kenna, so var heldur smátt við nýggjum tekstum at hoyra. Eg saknaði tí tey yngru, sum eisini eru við í Vencil og kvinnurnar.