Tað var beint eftir døgurða tíð, at farið var úr Dølum og til gongu. Leiðin gekk fyrst upp um Sundsskarð. Tá fólk komu hagar, varnaðust tey, at ein teirra manglaði.
Farið varð so aftur at leita eftir honum. Tey gingu eitt fitt petti aftur eftir somu leið og róptu eisni á hann, men har var ongin maður.
Løgreglan fekk boðini klokkan hálvgum sjey, at ein maður var burturblivin. Tveir tímar seinni var framvegis onki lívstekn frá manninum, og tí varð gjørt av at senda boð eftir tyrluni, sum fór at leita beinanvegin. Um tíggjutíðina fór tyrlan at bunkra, og tá hevði løgreglan eisini sent boð eftir hundunum úr Havn og bjargingarfelagið stóð somuleiðis tilbúgvið at fara at leita. Men tað gjørdist ikki neyðugt, tí stutta løtu eftir komu boð um, at maðurin var komin aftur íaftur í øllum góðum og var staddur inni í Dølum ? sama stað sum gongutúrurin byrjaði.
Maðurin megnaði ikki at fylgja við hinum í gongulagnum, og tí kom hann afturút. Hann royndi at ganga sum frægast, men hann viltist á leiðini, og tí kom hann so langt burtur frá hinum. Hann gekk so ein annan veg. Peilaði seg inn á Villingardalsfjall, gekk so um Myrnafjall og oman aftur í Dalar.
Sostatt fekk hann ein langan gongutúr, hóast honum ikki eydnaðist at koma upp um Sundsskarð.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík letur væl at arbeiðinum og tilbúgvingini til at fara í gongd við leitingina, sum tíbetur ikki varð neyðug hesuferð.
Friðarligt
Annars sigur vakthavandi, at vikuskiftið í Klaksvík hevur verið stak friðarligt. Ein rúgva av fólki var í býnum leygarkvøldið. Konsert hevði verið, og diskotek og dansur vóru fleiri staðir í býnum. Hóast tað, so var ikki tað stóra hjá løgregluni at gera.
Ein rútur var brotin í einum bakarahandli. Løgreglan hevur varhugan av, hvør tað kann vera, sum hevur framt hetta herverkið.










