Landsrætturin staðfesti deyðshóttan

Tveir tunesiskir ríkisborgarar, sum vórðu ákærdir fyri at hava hótt tveir bróður- og systirsynir sínar eftir lívinum, fingu í Eystara Landsrætti fríggjadagin staðfest dómar sínar frá Føroya Rætti. Teir fingu ávikavist fýra og tveir mánaða fongsul

Tað hevur verið gjørt nógv burtur úr einum sakarmáli móti tveimum tunesiskum brøðrum, sum eftir ákæruritinum tann 16. og 17. juli 2008 hava hótt tveir aðrar, ungar tunesar eftir lívinum. Hesir ungu tunesararnir vóru ávikavist bróður- og systirsynir hjá teimum báðum ákærdu.
Sakarmálið hevur verið bæði umfatandi og rúgvismikið, og á rættarfundinum í Eystara Landsrætti, sum í hesum døgum er í Føroyum, kom fram, at heili 570 skjøl (biløg) vóru til skjals í málinum.
Søgan er í stuttum, at ein tunesari, sum hevur búð eini 20 ár í Føroyum, og í mong ár hevur havt eina grillbarr, ella eitt sonevnt pizzaria, í fleiri ár fram til 2008 hevði havt hesar báðar bróður- og systirsynirnar í arbeiði hjá sær.
Eftir ein túr, sum hesir tríggir høvdu gjørt í Tunesia, gjørdu teir av at vitja ein bróður pizzaeigaran í Danmark. Teir báðir ungu fóru síðani framman undan til Føroya, og 16. juli 2008 koma so pizzaeigarin og bróður hansara til landið.
Annar av teimum ungu fór á flogvøllin at taka ímóti teimum báðum, og sambært hesum var høvuðsákærdi longu tá í ringum lag. Koyrt var beinleiðis til pizzaria’ið, haðani høvuðsákærdi seinni koyrdi til hús – sambært ákæruvaldinum fyri at taka passini hjá teimum báðum ungu, men sambært ákærda fyri at koyra viðførið heim og fyri at fara undir brúsuna.

Ósemja um kvøldið
Tá pizzaria’ið læt aftur um kvøldið, fóru allir fýra heim til hús hjá høvuðsákærda. Hesin ákærdi tá serliga annan, móðirsonin, fyri at hava nápað av kassanum, og sambært teimum báðu ungu hótti hann teir báðar eftir lívinum og segði, at teir skuldu verða sendir aftur til Tunesia í kistum. Meiri hendi so ikki tað kvøldið, men morgunin eftir ringi móðirsonurin til bróðursonin og segði honum, at høvuðsákærdi hevði tikið passini hjá teimum.
Út móti døgurða, tá teir báðir ungu vóru í pizzarianum, komu brøðurnir báðir hagar, og bróðursonurin spurdi eftir passinum. Ákærdi segði seg ikki vita, hvat tey vóru. Knappliga ruku teir báðir ungu á dyr, og fóru beina leið á løgreglustøðina, har teir kærdu sína neyð, at høvuðsákærdi hevði hótt teir báðar eftir lívinum.
Løgreglan handtók síðani báðar brøðurnar, sum vórðu settir í varðhald, meðan løgreglan kannaði málið.
Sakin kom fyri í Føroya Rætti í juli 2008, og har ljóðaði dómurin upp á fýra mánaðar fongsul til høvuðsákærda og 60 dagar til bróðurin.
Dómurin var beinanvegin kærdur til landsrættin.

Grein í Sosialinum
Men knappliga fekk málið at síggja til eina púra óvæntaða vend. Annar av teimum ungu, sum vóru rýmdir av landinum eftir at teir vórðu hóttir eftir lívinum, kom aftur til Føroya og fór aftur at arbeiða fyri pápabeiggjan.
Umvegis ein føroying fekk undirritaði eitt tipp um, at hesin ungi fegin vildi úttala seg til miðlarnar, tí hann nú hevði funnið út av, hvat veruliga fór fram dagarnar 16. og 17. juli 2008.
Greinaskrivarin ringdi tí til viðkomandi og hesin váttaði, at hann fegin vildi úttala seg. Úrslitið gjørdist ein grein, ið fekk pláss á forsíðuni á Sosialinum 23. august 2008. Yvirskriftin ljóðaði »Ákærurnar vóru lygn« og hon endurspeglaði tað, sum ungi tunesarin greiddi greinaskrivaranum – og myndamaninum – frá.
Har var ført fram, at ákærurnar vóru íspunnar av hinum unga tunesaranum, móðirsoninum hjá høvuðsákærda. Ungi maðurin greiddi frá, at hann hevði verið hjá bæði løgregluni og hjá sakføraranum hjá høvuðsákærda fyri at greiða frá rætta samanhanginum, men hjá løgregluni fekk hann at vita, at málið ikki longur var teirra borð.
Ungi maðurin stillaði eisini upp til myndatøku saman við høvuðsákærda framman fyri pizzarianum, har hann aftur var farin at arbeiða.

Kúvending
Men tá málið kom fyri í Eystara Landsrætti í fjør, var ungi maðurin ikki til at fáa fatur á. Hann var farin aftur til Tunesia, og hóast almennar altjóða kanalir vórðu nýttar at fáa fatur á manninum, møtti hann ikki til rættarfundin.
Av tí at hansara vitnisfrágreiðing nú var av avgerandi týdningi – hann sýntist nú at stuðla upp undir, at pápabeiggin var púra ósekur, meðan systkinabarn hansara var stóri »skurkurin« – gjørdi rætturin av, at útseta málið fyri at hoyra hesa frágreiðingina.
Fríggjadagin var so málið tikið uppaftur, og hesaferð var ungi maðurin møttur og fekk greitt frá, hvat fór fram hesar summardagarnar í 2008.
Men nú hevði maðurin gjørt enn eina kúvending. Nú helt hann fast við upprunaligu frágreiðingina um, at hann var hóttur eftir lívinum, og at hann hevði alla grund fyri at vera ræðslusligin fyri pápabeiggjanum.
Greinin í Sosialinum var eisini umrødd, og ungi maðurin greiddi frá, at pápabeiggin hevði kroyst hann at siga so, sum hann hevði greitt frá til undirritaða. Ungi maðurin leyg tó fleiri ferðir í sambandi við síni úttalilsir við undirritaða, millum annað tá hann segði seg ikki hava sagt, at hann hevði verið hjá bæði løgreglu og sakføraranum hjá høvuðsákærda fyri at greiða frá rætta samanhanginum.
Í staðin førdi hann eina søgu fram um, at hann í Tunesia hevði hoyrt, at høvuðsákærdi varð vorðin sjúkur, og tí fegin vildi hava hann (unga mannin) til Føroya at hjálpa sær. Hann hevði eisini tosað við ákærda, og tá hesin hevði sagt honum, at alt gamalt agg var gloymt, var tað eisini nóg mikið til at gloyma alla ræðslu fyri pápabeiggjanum, og hann kom so aftur til Føroya.

Bróður móti bróðri
Men at málið er torskilt er avgjørt ikki at siga ov nógv.
Bróður høvuðsákærda, sum kom til Føroya við honum 16. juli 2008, kom higar við tí í hyggju, at keypa pizzaria’ið frá bróðrinum. Við í søguna hoyra 135.000 krónur, sum bróður høvuðsákærda segði seg hava havt við til Føroya fyri at gjalda MVG-skuld fyri bróðurin, og pengarnir skuldu ganga inn í keypsprísin.
Tá so brøðurnir báðir vórðu handtiknir, varð hald lagt á hesar pengarnar. Eitt sindur ógreitt var, í hvørjum navni løgreglan legðí hald á pengarnar, men tað stutta av tí langa var, at av tí at bróður høvuðsákærda fekk dóm í Føroya Rætti, misti hann starv sítt gjøgnum 12 ár í floghavnini í Kastrup.
Í rættinum fríggjadagin kom fram, at bróðurin nú einki annað visti sær, enn at arbeiða fyri høvuðsákærda, og hetta gjørdi hann í fleiri mánaðir. Uttan løn, pástóð hann.
Av tí at høvuðsákærdi hevði búð ein stóran part av sínum lívi í Føroyum, kendust brøðurnir ikki so væl, men sambært yngra bróðrinum fann hann út av, at høvuðsákærdi kanska ikki var so snjóhvítur, sum hann sjálvur vildi gera seg til.
Hann greiddi frá, at eldri bróðurin var lopin frá lyftinum um, at hin yngri skuldi keypa pizzaria’ið, og sakførarin hjá honum fyrireikar nú eitt borgarligt sakarmál móti høvuðsákærda, tí hesin ongantíð hevur goldið yngra bróðrinum tær 135.000 krónurnar aftur.
Yngri bróðurin læt eisini greinaskrivaran vita, at hann stuðlaði pápasoni teirra heilt og fult, eisini í sambandi við trýstið, tá ungi maðurin gjørdi samrøðuna til Sosialin.

Hóttanir í rættinum
Men málið í Eystara Landsrætti fríggjadagin skuldi jú hava ein enda og ein dóm, og úrslitð gjørdist, at Landsrætturin staðfesti dómin frá Føroya Rætti. Einasta broytingin var, at tær 135.000 krónurnar, sum løgreglan legði hald á, vóru dømdar at vera ogn hjá høvuðsákærda, men hetta merkir ikki annað, enn at TAKS fær hesar pengarnar.
Til søguna hoyrir eisini, at meðan teir tríggir landsrættardómararnir vóru úti at votera um dómin, uppstóð orðadráttur millum høvuðsákærda og unga mannin, sum hevði vitnað. Hvat sagt varð, bar sjálvandi ikki til at vita hjá sakførarum og ákæra – og hjá miðlafólki fyri tann saks skuld, tí orðadrátturin fór fram á arabiskum.
Men ungi maðurin pástóð, at høvuðsákærdi hevði hótt hann – eftir lívinum – við at siga: »Bíða bara til vit koma heim til Tunesien«.
Bæði sakførarar og ákæri ryktu knyklar í brýr, tí hetta vóru so álvarsligar ákærur at seta fram í sjálvum rættarsalinum, og teir tríggir mæltu unga manninum til at fara úr rættinum, og ungi maðurin so gjørdi.
Málið er so liðugt avgreitt í rættarskipanini – tí tað kann illa hugsast, at kært verður til Hægstarætt – men um hetta fær fylgjur fyri nakran av pørtunum niðri í Tunesien, má bara tíðin vísa.