Landsstýrið hevur ábyrgdina av arbeiðssteðginum

Eftir rakárini í 90?unum, við lønarniðurskurði og lønarsteðgslóg, setti landsstýrið í 1998 nýggja fólkaskúlalóg í gildi, eftir at Løgtingið hevði samtykt hesa í 1997

Føroya Lærarafelag mælti staðiliga frá at seta lógina í gildi, so leingi tann neyðugi peningurin ikki varð settur av á fólkaskúlakontoini. Føroya Lærarafelag varð tá, saman við Tórshavnar Skúlaráð, Løgtingslimum o.ø. skúgva til viks, og lógin varð sett í gildi.

Við seinastu lønarsamráðingar hjá Lærarafelagnum í 1997, setti felagið nógv inn á at fáa landsstýrið at seta fleiri pengar av til at fremja nýggju lógina. Tásitandi nevnd sleit samráðingarnar, tí har var eingin vilji hjá landsstýrinum til hetta.


Skal menningin

bara steðgast?

Eftir aðalfundin hjá felagnum í mai 1997, tekur nývalda nevndin samráðingarnar uppaftur. Eisini hon møtti lítlum vilja, tó so, einar 4,5 milliónir vóru settar av í samband við nýggju lógina. Hetta var bara ein lítil brøkpartur av tí, sum felagið metti átti at setast av. Hetta er almenn vitan, tí fjølmiðlarnir høvdu drúgva viðgerð av hesum málinum tá. Tað eru knapt trý ár síðani!

Føroya Lærarafelag hevði bara tænastumannasettar og tænastumannalíknandi settar limir tá, og kundi sostatt ikki gera annað enn at fara til verka eftir tí nýggju lógini, við ella uttan hesar fáu milliónirnar.

Er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum illa kunnaður?

Samráðingarfólkini hjá Fíggjarmálastýrinum vóru eisini við til samráðingarnar í 1997, og vita tey sera væl, at Føroya Lærarafelag bara gekk við til hesar fáu milliónirnar sum eina byrjan at seta fólkaskúlalógina í verk. Tað tykist tí løgið at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Karstin Hansen ferð eftir ferð sigur, at lærararnir hava longu fingið endurgjald fyri nýggju fólkaskúlalógina. Siga embætismenninir bara hálvan sannleika fyri landsstýrismanninum? Ella er Karstin Hansen so uppsettur upp á at spara, at eisini fólkaskúlin skal steðgast í menningini?


Eldru næmingarnir finna seg ikki í tí

Ein kundi freistast til at spurt, hvar leiðslan í stýrinum, sum varar av fólkaskúlanum er; men tað farið eg ikki, tí hon hevur víst málinum so syndarligan lítlan áhuga, hóast fleiri áheitanir.

Føroya Lærarafelag fær rættindi at fara í arbeiðssteðg

Í august 1998, samstundis sum tann nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi, kundu 1/3 av øllum lærarum fara til arbeiðis sum sáttmálasettir. Hetta hevði við sær, at teir, sambært avtaluni, lógliga kundu leggja arbeiði niður, um Føroya Lærarafelag ikki kundi semjast við landsstýrið.

30. mars 1999 handaði Føroya Lærarafelag sítt upprit til lønarsamráðingarnar. Hetta upprit hevði, umframt krøvini til lønarhækkingar, sjálvsagt eisini ásetingar um, hvørji krøv Føroya Lærarafelag setti í samband við nýggju fólkaskúlalógina, skuldu limir tess framhaldandi arbeiða eftir lógini.

Eitt heilt ár til samráðingar.

Í dag, eitt ár eftir at landsstýrið fekk krøvini frá Lærarafelagnum, er hetta hent:

? Á aðalfundi í Lærarafelagnum verður nýggj nevnd vald, og fer hon til verka við júst somu krøvum, sum undanfarna nevnd setti.

? Fíggjarmálastýrið hevði ikki tíð til veruligar samráðingar fyrr enn inn í juni mánaði.

? Samráðingarnar verða útsettar til eftir summarfrítíðina.

? Føroya Lærarafelag boðar frá arbeiðssteðgi 1. november 1999.

? Felagið ger fyribilssáttmála, og gevur landsstýrinum enn eitt skotbrá at fáa viðurskiftini í rættlag.

? Limir felagsins hava nú arbeitt í eitt ár eftir at sáttmálin og semjan eru uppsagdar, og arbeiðsbyrðan undir tí nýggju lógini, økist støðugt.

? 1. mars 2000. Semingsmenn útseta fráboðaða arbeiðssteðgin í eina viku.

? 8. mars. Arbeiðssteðgur fyri 1/3 av øllum lærarum er veruleiki!

? 21. mars. Sáttmálasettu lærarar hava verið í arbeiðssteðgi í tvær vikur. Skúlagongdin á summum skúlum er mestsum í sori. Eldru næmingarnir finna seg ikki í hesum meira.


Snýr seg ikki

um lønarhækking

Arbeiðssteðgurin er ein avleiðing av einari lóg, sum landsstýrið hevur sett í verk, hóast tær fíggjarligu avleiðingarnar ikki vóru í tilagaðar.

Hvørki lærarar ella skúlaleiðslur kunnu síggja burtur frá teimum uppgávum, sum lógin áleggur teimum. Hesar hava víst seg at vera so rúgvis- og týdningarmiklar, at tað er alneyðugt, at lærarar og skúlaleiðslur fáa møguleika at fremja hesar.

Tað kann bara gerast við m.a. at stytta tíðina við pultin til frama fyri tíð til samstarv, samskipan, felags ráðlegging, - fyrireiking og - eftirmeting o.a.. Alt til frama fyri eini betri undirvísing og tænastu fyri børnini og tey ungu.

Talan er als ikki um minni tíð á skúlanum, men tvørturímóti krevur hetta

-at lærarin skal nýta meiri tíð enn nú á skúlanum og

-at skúlaleiðslurnar skulu nýta størri part av teirra arbeiðstíð til leiðslu..

Eftir at lærarar í kravgonguni fríggjadagin 24. mars handaðu varaløgmanni skriv, sigur hann somu orð, sum Karstin Hansen hevur endurtikið nú í eitt ár: Lærarar fáa ikki størri lønarhækkan enn onnur!

Tað, sum arbeiðssteðgurin snýr seg um, er ikki størri lønarhækking til lærarar enn onnur, men at geva skúlunum møguleika at veita ta tænastu, sum samfelagið (Løgtingið/landsstýrið/lógin) krevur av honum.

Ber tað ikki til hjá landsstýrismanninum, sum varar av skúlanum, at greiða sínum landsstýri frá, hvat málið snýr seg um, og hvat skal til fyri at enda arbeiðssteðgin?


Hvørja ætlan hevur landsstýrið?

Er tað veruliga soleiðis, at Føroya Lærarafelag enn, á sama hátt sum meginpartin av seinastu øld, er einasti garantur fyri menningini av tí føroyska fólkaskúlanum. Hvat vil landsstýrið? Skulu Føroyar ikki fylgja við í altjóða rákinum við tí nýggju námsfrøðiligu menningini av fólkaskúlanum?

Landsstýrið eigur sjálvsagt at taka ábyrgd av teimum lógum tað setir í verk. Fólkaskúlalógin áleggur bara einum yrkisbólki meiri arbeiði. Føroya Lærarafelag varar av hesum yrkisbólki og kann ikki bara lata standa til.

Føroya Lærarafelag hevur síðan 1997 roynt at fáa landsstýrið at skilja síni sjónarmið viðvíkjandi tí nýggju fólkaskúlalógini, men til fánýtis. Við samráðingarupplegginum í mars í fjør hevur landsstýrið fingið eitt ítøkiligt boð upp á hvussu trætan kann loysast, men svarið er mestsum bara: Lærarar fáa ikki størri lønarhækkan enn onnur! Hetta er fávitska og dramblæti so tað forslær. Tað sømir seg ikki einum landsstýri.

Sagt við ørðum orðum: Landsstýrið hevur við fólkaskúlalógini álagt einum yrkisbólki (tænastumenn v. fl. í fólkaskúlanum) eyka arbeiði. Felagið hjá yrkisbólkinum sigur nei, tí landsstýrið ikki samstundis vil gjalda eykakostnaðin. Landsstýrið áleggur tænastumonnunum v. fl. eykaarbeiðið kortini!

Tí má landsstýrið, einsamalt, taka ábyrgdina av hesum arbeiðssteðgi!


Andras L. Samuelsen