Her eru nakrar av teimum greinunum, sum vóru nógv lisnar á in.fo um vikuskiftið. Trýst á yvirskriftirnar fyri at koma inn á tær ymsu greinarnar.
Kanna nú syrgiligu hendingina á Toftum
Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hvat tað var sum hendi, tá ið ein maður í fimmtiárunum varð funnin lívleysur í mølini á Toftum.
Í hesum sambandi verður eisini bíðað eftir líkskoðanini fyri at fáa staðfest orsøkina nágreiniligari og arbeitt verður nú fyri at at fáa tað í lag.
Spælinum hevur sum oftast ikki bilað nakað, men úrslitini hava ikki verið nakað at reypa av. Í sættu royndini hjá B36 við Jákupi á Borg við róðrið eydnaðist tað endiliga at vinna fulla úrtøku, og tað skal valdast fyri úrslit.
Framsókn hevur havt landsfund í dag og formaðurin Poul Michelsen, landsstýrismaður, legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann lýsti leiklutin hjá Sambandsflokkinum í sambandi við samráðingarnar um fiskivinnunýskipanina.
Eiga at krevja føroyskar almennar máltíðir
Vit eiga at orða ein føroyskan matpolitikk, sum millum annað sigur, at almennar máltíðir fyri ein ávísan prosentpart eiga at vera gjørdar úr føroyskari rávøru.
Tað heldur Gutti Winther, kokkur, sum á fundi hjá Framsókn mælti til, at ein føroyskur matpolitikkur so skjótt sum møguligt verður orðaður.
Hesi eru tey bestu í hondbóltinum
Leygarkvøldið var árliga gallaveitslan í hondbólti í Vestmanna, har ársins leikarar verða kosnir.
Fleiri heiðrar vóru á skránni, og síðani gjørdist greitt hvørjir vinnararnir vóru av øllum teimum ymisku ársins
Allir flokkar vilja hava stóra havn á Sundi
Tað verður trupult hjá kaldbaksfólk og øðrum, sum vilja steðga stóru havnarútbyggingini á Sundi. Tí líkindini fyri, at nakar lurtar eftir teimum, eru sera smá.
Tað er eingin flokkur í Tórshavnar býráð, sum er ímóti risastórari havnarútbygging á Sundi. Tvørturímóti vóru allir flokkar í undanfarna býráð fyri, at stór havnarútbygging skal gerast á Sundi, og eingin teirra hevur hugsað um at varðveita Sundsá, ósan ella fjøruna á Sundi.
Video: Dómarin úr Andorra fingið bann nakrar dystir
Vit føroysku áskoðarar, sum vóru til HM-undankappingardystin niðri í Andorra millum Andorra og Føroyar, sum endaði 0-0 høvdu sjálvandi føroysku brillurnar uppiá, tá vit sóu dystin leygardagin 25. mars.
Yvirhøvur var semja millum føroysku áskoðararnar, at bosniski dómarin, Ognjen Valjic dømdi stak illa. Ikki minst í støðuni, har Jóan Símun Edmundsson í fyrra hálvleiki fekk albogan frá einum andorianskum verjuspælara í brotsteiginum
- Eg eri vísur í, at tað var offside. Tað sigur Lars Müller í beinleiðis samrøðu við Rás2, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur".
Video: Her er dramatikkurin í Gundadali
Tað var dramatikkur í Gundadali, tá HB og Víkingur í 6. umfari í landskappingini spældu javnleik 2-2. Víkingur var á odda tvær ferðir, men báðu ferðir javnar HB.
Tænastan í Føroyum er verri enn uttanlands
Meira enn helmingurin av føroyingum halda seg ikki fáa eins góða tænastu í Føroyum, sum teir fáa uttanlands.
Tað vísir ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri felagið Fegin, ið fæst við at ráðgeva um sølu og tænastu. 300 fólk hava verið við í kanningini.
Halda seg vita hvør tjóvurin er
Tíðliga leygarmorgun morgun fekk løgreglan boð um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli á Grønlandsvegnum.
Løgreglan hevur ikki rættiliga greiði á, hvat er stolið, men tey vita undir øllum umstøðum, at sigarettir og pengar eru stolnir. Løgreglan hevur eisini funnið nakrar sigarettpakkar, og eitt sindur av pengum stutt frá handlinum
Stjólu fitt av pengum og nakrar sigarettir
Innbrotstjóvarnir, sum eru umrøddir í greinini omanfyri, vórðu skjótt tiknir. Tað vísti seg at vera tann sami, sum eisini breyt inn í sama handil fyri tveimum vikum síðani