alla tíðina var nøkur mál aftan fyri vestmannagenturnar, so megnaðu tær so at siga allan dystin at varveita spenningin, soleiðis at nervin ongantíð fór úr dystinum. Tá tað kom til stykkis, so vóru VÍF kvinnurnar [...] summi nú eisini farin at ivast í, um stjørnurnar í Klaksvík fara at verða so suverenar, sum tey flestu hildu í byrjanini. Enn er tó ov stutt fráliðið av kappingarárinum til at siga nakað um, hvørja endastøðu [...] í lag Um Tjaldur er at siga, at hóast tær enn ikki hava fingið nakað stig til høldar, so munnu tey fyrstu ikki vera so øgiliga langt burturi. Stríðsviljin tykist í øllum førum at vera í lagi, og sum ofta
Trupulleikin er, at Havnin so at siga veksur skjótari, enn vit kunnu útbyggja hana, og tí er alla tíðina neyðugt at raðfesta íløgur okkara, sigur Kaj Leo Johannesen, sum væntar, at Gundadalshøllin innan [...] sigur við Sosialin, at teir framhaldandi meta, at besta loysnin er at byggja upp í Gundadalshøllina. - Tilboð okkara til Býráðið stendur framvegis við, og vit eru sannførdir um, at hetta er skilabesta [...] sum aðrir postmenn hugsað mær, at tey høvdu betur skil á hundunum. Ein kona í Havn segði, at ístaðin fyri at skjóta hundarnar, skuldi mann hugsa um fólkini, sum ikki duga at venja teir! Troyttur av Elisi
skína, at líðirnar grønkast, og alt verður gott? Bíðar tú eftir at dagarnir blíðkast, at knútarnir loysna, at kærleikin kemur í nátt? Tú eigur eina víða verð at liva í Tað finst onki stað á jørð at bíða [...] bíða í. Bíðar tú eftir, at ístíðin linkar, at tey gomlu yngjast, og at børn koma til? Bíðar tú eftir, at dreymarnir vinna, at fløkjurnar greiðast, tá ið tú veitst tað, ið tú vil? 15 bygdir eru í Runavíkar [...] til hugs. Útrásin byrjaði væl fyri at teljingartólið á Ellis oynni fekk virknað, og tað merkisverda er, at Føroyar fylla lítið í hagtølunum. Vanliga verður roknað við, at útrásin gongur í trimum bylgjum,
so hart, at tær hava nú gjørt av at siga upp. Eftir á deildini verða sostatt bara fýra sjúkrasystrar og tveir sjúkrahjálparar. Ingun Gaardbo, álitisfólk hjá sjúkrasystrunum á B 6, sigur, at tað er so [...] so tungt at arbeiða á deildini, at sjúkrasystrarnar rætt og slætt verða sjúkar av tí. Tað er vanlig fatan, at eitt eyðkenni um vánaligar umstøður á einum arbeiðsplássi, er, at starvsfólkið er nógv burtur [...] Hon heldur, at teir nógvu sjúkradagarnar eru eitt víst tekin um, at arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar. ? Nógvar av sjúkradøgunum eru tí at ryggurin á sjúkrasystrunum gongur fyri av tí at arbeiðið er
sjálvur roynt at hugsa um. Eg eri so gamal, at eg minnist væl 1946. Longu nú hava tey stóru bløðini eitt stórt andsvar, hvussu leikur fer, tá ið veljast skal. Gjógvin kann skjótt blíva so stór, at ikki slepst [...] hana. Einasta hjálpin, at so ikki skal vera er sakligt og opið orðaskifti. Bara at blaka orðið blokkstuðul í bløðini, ella at vit øll hava skilfólk og vinir í Danmørk, ella »at vit hugsa um vælferðina [...] Sjálvandi skulu dagligu málini røkjast, men tað stóra felagsmálið krevur, at vit øll eru við til at loysa tað. Sigurd Joensen segði einaferð, at hann býtti ikki føroyingar í sambandsfólk og tjóðveldisfólk ella
so er fyrsta treytin, at samkynd sleppa í skrásett parlag, at vit eisini sleppa at bryggja sterkt í Føroyum, at monopolið hjá rúsuni verður avtikið, at porno verður lógligt, at lærugreinin kristni verður [...] frælsi til at fáa okkum ta útbúgvingina, sum vit hava hug til. Siga vit farvæl Danmark, so siga vit eisini farvæl við SU stuðulin. Hetta merkir sostatt, at vit skerja møguleikarnar, heldur enn at økja um [...] vilja verða eydnusom. Modellið er einfalt. Fyri at verða eydnuríkur, so má mann fáa trý ymisk øki at ganga upp í eina hægri eind, tí hesi trý øki eru tengd at hvørjum øðrum. Økini eru fylgjandi: 1) Kærleiki
skinklar og vinglar seg gjøgnum eina kakafoni av óljóði fáa tey at bøna og biðja teg um at sløkkja. Eg brúki ofta at seta Waits á, fyri at læra nakað um fólk. Serliga svaku eksperimenterandi og ørir sangir [...] gerast reinir Waitsfans. Tað krevur nakað serligt, vit kunnu siga, eini serlig evni at opna seg fyri Waits, ið er ein fyritreyt, áðrenn fólk læra at dáma hendan amerikanska tónleikara. Maðurin hevur reint tekniskt [...] orkestrið at ljóða sum um eini fimm gamlir og slitnir bumsar eru farnir at spæla skítfullir. Næstu løtuna syngur hann pathosfyltar syrgiligar sangir, meðan hann í næsta sanginum er hann aftur farin at ivast
nærmast at leggja hann undir at vera “til grin” millum føroyingar. Og úrslitið var, at eg sat eftir við einari kenslu av als einki hava lært um Hans Fróða Hansen ella eitt nú orsøkina til, at hann vil [...] stjørnum Eg gjørdist sera áhugað, tá ið eg frætti, at Kringvarp Føroya fór undir at gera eitt klassiskt talkshow. Eingin ivi er um, at tað er hart tiltrongt at fáa slíkar sendingar í Sjónvarpið, og eg sum hyggjari [...] sørt skuffandi at síggja, hvussu lítið verturin fekk burtur úr samrøðuni við hann. Hans Fróði tóktist at vera heldur defensivur og royndi mest sum at verja seg, meðan verturin skifti ímillum at vera kritiskur
vánaligt, at tað satt at siga er stor skomm. Ikki mintur fyri spælið Nei, dysturin mikukvøldið verður so ikki verandi í minninum orsakað av góða spælinum. Heldur fer minnið at festa seg við, at hoyvíkingar [...] ikki tann stóri ivin um, at vestmenningar fóru at vinna tryggan sigur á hoyvíkingum. Ikki tí, fleiri ferð í ár hevur verið nær við, at okkurt av niðaru støddu liðunum hevur megnað at skapt eina sensatión, [...] minuttunum hevði ein varhugan av, at hoyvíkingar veruliga trúu uppá, at tað kundi lata seg gera at basa vestmenningunum. Kortini vóru onkur tekin um, hoyvíkingar ikki fóru at knógva VÍF. Tvær ferðir vóru teir
dansitjaldið hótti við at fara í luftina, og fólk brúktu ikki pengar. Nei, formaðurin í Torshavnar Ítróttarráð, Kristianna Høgnesen, veit ongar fíggjarvánir satt at siga mær, tá ringt verður at fregnast, hvussu [...] var beinleiðis óhugnaligt at síggja 12-15 ára gomul børn ganga full, meðan konsertin var, sigur hon. ?Tað er nú eitt. Men so at vera vitni til, at foreldur, sum verða boðsend at koma eftir einum avdotnum [...] hvussu gekst. Hon sigur, at ólavsøkudagur miseydnaðist fullkomuliga hjá Ítróttarráðnum. Inntøkan var einar 300.000,- krónur minni, enn hon var í fjør. Og tað verður so tað minni at luta út til feløgini í