Veruligur verunleiki

Hósdagin 13.8. hevur Finnur Helmsdal eina góða grein, »Pressan amboð flokkana«, har hann heitir á bæði tey stóru bløðini, ið nú »hvønn dag bera okkum boð um, at eingin kapping er á økinum«, »heiti eg tí staðiliga á andstøðupolitikarar og ikki minst á blaðfólkini á stóru bløðunum, um at sýna Føroya fólki virðing og sóma, og fara undir ein opnan og sakligan dialog um ætlaninar á sjálvstýrisleið. Alt annað er ósømilig undirmeting av fólkinum«.

Jú, eg má av fullum huga taka undir við honum.

Bæði bløðini hava longu avgjørt at vera ímóti øllum, sum ber á brá, at vit skulu taka fulla ábyrgd av landi og fólk.

Men hvat vilja tey so? og hava tey gloymt, hví so nógvir føroyingar nú vilja hava gjørt upp við Danmørk.

Vit liva í lagnutíðum.

Flokspolitikkur má dvína fyri teimum truplu avgerðum, vit sum fólk skulu taka.

Sjálvandi skulu dagligu málini røkjast, men tað stóra felagsmálið krevur, at vit øll eru við til at loysa tað.

Sigurd Joensen segði einaferð, at hann býtti ikki føroyingar í sambandsfólk og tjóðveldisfólk ella brøðrasamkomufólk og kirkjufólk, fyri honum vóru tey øll føroyingar. Hetta havi eg sjálvur roynt at hugsa um. Eg eri so gamal, at eg minnist væl 1946. Longu nú hava tey stóru bløðini eitt stórt andsvar, hvussu leikur fer, tá ið veljast skal. Gjógvin kann skjótt blíva so stór, at ikki slepst um hana. Einasta hjálpin, at so ikki skal vera er sakligt og opið orðaskifti. Bara at blaka orðið blokkstuðul í bløðini, ella at vit øll hava skilfólk og vinir í Danmørk, ella »at vit hugsa um vælferðina hjá fólkinum«, altso tað gera hini ikki, ger, at vit longu nú hava ilt við at tosað saman.

Tíðindablaðstjórin á Dimmalætting hevur longu svarað Finni aftur. Í fyrstanini sat eg og nikkaði og frøddist um hetta nýggja lotið, sum er í greinini, men so kemur tað: »Finnur skal vita, at eru nøkur verulig tíðindi at bera um Føroyar á sjálvstýrisleið, so verða tey eisini viðgjørd og borin fram. Men so leingi tað mest av øllum bert er tos og hugskot, kunnu tey ikki fáa nakra serliga umrøðu«.

Og verulig tíðindi eru verulig tíðindi, sum blaðstjórin metir eru verulig tíðindi.

Nakað herfyri hevði Sosialurin oddagrein, har hann heitir á fólk um at skriva um tær nýggju sjálvstýris ætlanirnar, blaðið vil vera opið, men eisini teir hava eitt mark fyri, hvør skal skriva.

Eftir minninum siteri eg, »verunleikafjarir tjóðveldisromantikarar«. Teir vóru ikki vælkomnir.

Jú, jú eg meini tað. »Ordnung muss sein«, søgdu týskarar. Ordan skal vera í. Og sig so tað. Tey bæði bløðini í Føroyum vita, hvat er veruligt og kenna verunleikan.


Steinbjørn B. Jacobsen

14.8.98