Kim Simonsen
?????????
"Life´s made of truble
Worry pain and struggle
She wrote good bye in
The dust on the hood (?)"
Waits "How´s it gonna end"
Tom Waits ger tað aftur, hann hevur endurnýggjað seg í 20. plátuni. Hann syngur enn sum sat hann og frysti í einum rustaðum baðikari, hundasjúkur og illani fyri. Waits ljóðar eisini sum hann hevur sitið á einum vertshúsi síðani 1972. Hetta er tó bert ein ímynd, tí Waits er ein óførur avantgardutónasmiður.
Tað finnast tvær týðiligar meiningar um Waits. Tey flestu gerast óð í høvdinum av honum, men tey, ið dáma hann, gerast reinir Waitsfans. Tað krevur nakað serligt, vit kunnu siga, eini serlig evni at opna seg fyri Waits, ið er ein fyritreyt, áðrenn fólk læra at dáma hendan amerikanska tónleikara. Maðurin hevur reint tekniskt eina ræðuliga rødd, hann fylgir ongum reglum um penheit og frasering. Sangirnir snúgva seg um líðing, óndskap, hor, morð og allan møguligan fananskap, ið Waits skrálar beint í høvdið á lurtarunum: "I feel like a preacher waving a gun around/ shake it". Waits er aftur farin at rudda í skápinum har okkara fortrongdu lív liggja væl goymd, hann ruskar í lívsóttanum sum dustið stendur í allar ættir.
Tey, sum bert dáma Celine Dion, Maria Carey og popstars renna á dyr, tá tey hoyra brølini frá Waits og orkestrið, ið ljóðar sum eitt illa spælandi sirkusband frá Balkan við tónleikarum, sum hava hug at taka lívið av sær. Tey, sum halda seg hava góðan smak, og av og á hava tað, ið ikki dáma ein "penan" smáborgarligan sang, dáma ofta heldur ikki Waits. Serliga teir desperatu sangirnir hjá Waits, har hann skinklar og vinglar seg gjøgnum eina kakafoni av óljóði fáa tey at bøna og biðja teg um at sløkkja. Eg brúki ofta at seta Waits á, fyri at læra nakað um fólk. Serliga svaku eksperimenterandi og ørir sangir frá plátunum "Mule Variations" og "Franks Wild Years" kunnu fáa tey, sum leita eftir sátt og semju í list, at gerast í øðini, tí hetta er beinleiðis frástoytandi fyri tey, sum vilja hava kosmiska list og bert vilja hoyra tað ljómvakra. Waits er handan alla veruleikaflýggjan.
Waits syngur bert um vanlig fólk, ið ongin hevur áhuga fyri, fólk, sum ikki høvdu passað inn í vanligar karmar, tí tey koma frá lægstu stættunum í samfelagnum. Fólk, sum búgva í kampingvognum, á barrum og stríðast fyri at yvirliva. Waits er tó eingin indigneraður 70ara sosialrealistur, hann sigur t.d. "What's more romantic than dying in the moonlight". Hetta er ikki ein spurningur, men ein lakonisk sannroynd.
Æviga søgan um líðing
"I have no pride/
I have no shame"
Make it Rain
Sangir hjá Waits byrja, har konan er farin frá manninum "She took all my money/ And my best friend/You know the story/Here it comes again", tíðin gongur og lívið er stutt "You can newer go back/ And the answer is no/ And wishing for it only/ Makes it bleed". Hvussu fer alt at enda spyr Waits á sanginum "How´s it gonna end", tí "Life is sweet at the edge/ Of a razor".
Í sanginum "Green Grass", ið minnir sera nógv um ein Leonard Cohen sang, er niðurlagið: "Lay your head where/ My heart used to be/ Hold the eart above me/ Lay down in the green grass/ Remember when you loved me", her ljóðar ekkó av hjartasorgini og deyðanum.
Sangir úr vesikummuni
Waits er kendur fyri at upptaka teir flestu sangirnar á einum vesi við einum gomlum bandupptakara. Tað er galdandi á øllum økjum, at Waits ikki dugir vanligan fólkaskikk, hann er sum sangari, sangskrivari og tónleikari "enhver svigermors skræk", stundum spinnandi óður, frá sær sjálvum, desperatur og ljóðar sum ein skítfullur maður og eitt landastrok, ið hevur góðtikið sín leiklut í lívinum. Waits dámar ímyndina av sær sjálvum sum ein ússaligan gøtutónleikara og ein sigoynara, ið syngur sentimentalar vísur. Hann er í ætt við ein serligan form fyri urblues, hann er 100 prosent ektaður og veruligur. Hann sigur um veruligar timburmenn, verulig morð, ektaða sorg og ektaðan deyða. Mest av øllum er Waits í familju við sirkustónleikarar, tí Waits dámar tað ljóta, tað óhomogena, tí ljóðar hann stundum sum um hann dettir oman gjøgnum einar trappur. Hann fær orkestrið at ljóða sum um eini fimm gamlir og slitnir bumsar eru farnir at spæla skítfullir. Næstu løtuna syngur hann pathosfyltar syrgiligar sangir, meðan hann í næsta sanginum er hann aftur farin at ivast í øllum og ýlur um deyða og pínu.
Meistaraverk
Waits syngir sum ein fólkasangari, ið hevur upplivað nógv í lívinum. Hann hevur sæð eitt sindur av hvørjum, sum í hesum tekstinum, ið snýr seg um eina kvinnu, sum varð svikin, har niðurlagið er: "But now she´s dead/ She´s so dead/ Forever dead/ Lovely now".
Í sanginum "Don't Go In The Damn Barn" minnir hann um ein annar Nick Cave. Tað er hin sami stemningurin í sangunum av opinbering og undirgangi. Í sanginum "Make it Rain", tekur hann til: "I´m just another sad guest on this sad earth". Vit er í eini tíð aftaná syndafallið: "And tell me how does God/Choose, who´s prayers does he/ Refuse? who turns the wheel/ Who rolls the dice, on the/ Day after tomorrow". Sangurin "Day after Tomorrow" er um ein 21. ára gamlan hermann, ið byrjar rørandi: "I got your letter today/ And I miss you all so much here (?) Its so hard and its cold here/ And I´m tired of taking orders/ And I miss old Rockford town (?) They fill us full of lies, everyone buys?" Her vísir Waits seg frá eini kenslubornari síðu: "And I know we too are made/ Of all the things that we have/ Lost here?"
Plátan "Real Gone" er eitt meistaraverk hjá Waits. Her spælir tónleikurin ein minni leiklut í mun til pláturnar "Alice" og "Blood Money" frá 2002. "Real Gone" inniheldur øll (ó)møgulig og ongantíð fyrr hoyrd sløg av tónleiki, hetta er ljóðið av hybridtónleiki og minimalismu tá tað er best.
Real Gone. 20 plátan hjá Tom Waits. Produserea av Tom Waits og Kathleen Brennan. 16 sangir. Anti Records/Bonnier. (72 min).










