Verða sjúkar av at arbeiða á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrasystrar á Landssjúkrahúsinum hava so nógvar sjúkradagar, at tað má vera á fáum arbeiðsplássum, at støðan er so ring

 

Landsjúkrahúsið


Tað er hart lív at arbeiða á Landssjúkrahúsinum.

Tað kunnu sjúkrasystrarnar skriva undir upp á.

Á B 6, sum er ein heiliráðsdeild á Landssjúkrahúsinum, hava 19 av teimum 23 sjúkrasystrunum følt arbeiðstrýstið so hart, at tær hava nú gjørt av at siga upp.

Eftir á deildini verða sostatt bara fýra sjúkrasystrar og tveir sjúkrahjálparar.

Ingun Gaardbo, álitisfólk hjá sjúkrasystrunum á B 6, sigur, at tað er so tungt at arbeiða á deildini, at sjúkrasystrarnar rætt og slætt verða sjúkar av tí.

Tað er vanlig fatan, at eitt eyðkenni um vánaligar umstøður á einum arbeiðsplássi, er, at starvsfólkið er nógv burtur vegna sjúku.

Er tað rætt, stendur rættiliga illa til á B 6, tí har tað munnu vera fá arbeiðspláss í landinum, har starvsfólkið er so illa sjúkt.

? Í fjør vóru sjúkrasystrarnar á B 6 sjúkar í 23 dagar í miðal. Tvs, at hvør sjúkrasystir var sjúk í yvir tríggjar vikur í miðal.

Tilsamans høvdu tær 23 sjúkrasystrarnar 545 sjkúkradagar.

Álitisfólkið minnist, at í 1997 høvdu tær á B 6 yvir 380 sjúkradagar tilsamans og tað var hildið at vera óhoyrt nógv. Í fjør vóru teir so yvir hálvtannað hundrað fleiri.

Hon sigur, at tað er ógvuliga ójavnt, hvussu sjúkradagarnir eru býttir ímillum sjúkrasystrarnar á deildini.

? Summar eru ikki ofta sjúkar og aðrar eru rættiliga nógv burtur vegna sjúku.

Hon heldur, at teir nógvu sjúkradagarnar eru eitt víst tekin um, at arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar.

? Nógvar av sjúkradøgunum eru tí at ryggurin á sjúkrasystrunum gongur fyri av tí at arbeiðið er so tungt.

Eisini í gjár stóð rættiliga illa til á B 6. Tær skuldu vera átta til arbeiðis, men vóru bara fýra, so tær høvdu úr at gera.


Ikki frið at halda frí

Ingun Gaardbo sigur, at tað, su mtey hava brúk fyri á B 6, er rætt og slætt at tær fáa fleiri fólk.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur bjóðað teimum á skeið, men tað hava tær tikið rættiliga illa upp.

? Tað einasta, hetta vísir, er, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur brúk fyri at fara á skeið. Vit hava ikki brúk fyri skeiði, tí tað eru ikki samstarvstrupulleikar, ella annað, sum eitt skeið kann loysa, sum er trupulleikin. Tað einasta, sum er trupulleikin, er, at vit eru ov fá starvsfólk.

? Avleiðingin av, at vit eru so fá, er m.a. at vit fáa aldrin frið, tí tá ið vit annars hava frí, er tað næstan altíð boð eftir okkum, tí trot er á fólki. Av tí sama er yvirtíðin alt ov nógv.

Tey siga, at hevði B 6 fingið 3,6 sjúkrasystrar afturat, hevði tað staðið væl til.

? Men vit hvørki krevja ella vænta, at fáa øll í senn. Høvdu vit fingið eitt, ella tvey fólk afturat beinanvegin og lyfti um at fáa restina seinni, og at amboð og útgerð verða skift út, tí alt er so niðurslitið, hevði tað helst fingið okkum at tikið uppsagnirnar aftur.

Alitisfólkið á B 6 sigur, at so leingi, sum leiðslan á landssjúkrahúsinum ikki gongur teimum á møti, standa uppsagnirnar við. Og í gjáramorgunin høvdu tey onki hoyrt frá leiðsluni.

? Hetta er ikki ein nýggjur trupulleikar. Vit hava verið undirmannað í fleiri ár og nú eru vit so úkoyrdar, at tað var ongin vegur aftur, uttan at taka tað álvarsliga stigið at siga upp, sigur Ingun Gaardbo.