Vestmannakvinnur nú fremstar

Hondbóltur: Við sigrinum mikukvøldið legðI VÍF seg undir liðina av Stjørnuni, so kanska fer kappingarárið at gerast meira spennandi enn líkt var til fyri viku síðani

VÍF ? Tjaldur

29-21 (17-13)


Hóast talan at enda gjørdist um ein greiðan sigur til heimaliðið, so var tað ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at VÍF beindi allan iva av vegnum í dystinum mikukvøldið.


Gongur framá

Hóast Tjaldur alla tíðina var nøkur mál aftan fyri vestmannagenturnar, so megnaðu tær so at siga allan dystin at varveita spenningin, soleiðis at nervin ongantíð fór úr dystinum.

Tá tað kom til stykkis, so vóru VÍF kvinnurnar ov sterkar fyri tær úr Eysturoynni, og annað hevði sum so heldur ikki verið væntandi.

Seinastu dystirnar hava vestmanangenturnar nevniliga havt nógv viðrák, og eftir showið í Klaksvík seinasta vikuskifti, eru summi nú eisini farin at ivast í, um stjørnurnar í Klaksvík fara at verða so suverenar, sum tey flestu hildu í byrjanini.

Enn er tó ov stutt fráliðið av kappingarárinum til at siga nakað um, hvørja endastøðu VÍF fer at fáa, men heldur positiva gongdin fram, verður tað í hvussu so er rættuliga ovarlaga. Tað, sum kanska er mest umráðandi hjá teimum nú, man vera at hava bæði beinini á jørðini, so tær ikki fara at tveita stig burtur í ovfarakæti.


Eingin Ioana

Tað, sum kanska var serliga merkisvert við dystinum mikukvøldið var, at Ioana fyri fyrstu ferð í ár sat á beinkinum allan dystin. Hetta var fyrst og fremst orsakað av harða stoytinum, sum hon fekk í dystinum í Klaksvík leygardagin.

Mikudagin var tó komin upp aftur úr sjúkrahúsleguni, men hon helt sær so á beinkinum allan dystin, hóast hon var við á dómaraseðlinum, soleiðis at hon var klár at koma inn, um tað skuldi verið neyðugt.

Hetta gjørdist tó ongantíð neyðugt, og vóru fleiri orsøkir til hetta. Fremsta orsøkin man helst vera, at liðfelagar hennar tykjast vera fullar í sjálvsáliti fyri tíðina.

Áður hevur Jacklin kanska tikið í so nógv á sínar herðar, men leygardagin sýndu fyrst og fremst Fríða og Nicolina, at tað so sanniliga eisini skal roknast við teimum. Jacklin sjálv stóð tó einki aftan fyri tær báðar, og at ein leikari skjýtur 8 mál, hóast hon er mansvard meginpartin av dystinum, sigur eitt sindur um dygdir hennara.


Stríðsviljin í lag

Um Tjaldur er at siga, at hóast tær enn ikki hava fingið nakað stig til høldar, so munnu tey fyrstu ikki vera so øgiliga langt burturi.

Stríðsviljin tykist í øllum førum at vera í lagi, og sum ofta verður tikið til, so er tað ein vegur, har tað er vilji.

Enn mugu tær so sláa seg til tols við, at tað ikki hevur eydnast teimum enn, men sum VÍF spælir í løtuni, skal eisini rættuliga nógv til at basa teimum ? sjálvt um Ioana Rapa sigur á beinkinum.


Dysturin í tølum:

VÍF: Jacklin Durhuus 8 (2), Nicolina Joensen 7, Eydna Johannesen 5, Fríða Johannesen 4 (1), Óluvá Poulsen 3, Angela Joensen 2

Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 9, Mona Langgaard 5, Oddvá Fossdalsá 4, Sonja Gleðisheygg 1, Heidi Jacobsen 1, Kristina Ellingsgaard 1

Brotskøst: VÍF 5, Tjaldur 2

Útvísingar: VÍF 2, Tjaldur 3

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen