H71-VÍF 17-29 (14-14)
Tá farið varð í Ítróttarhøllina á Hálsi mikukvøldið var sum so ikki tann stóri ivin um, at vestmenningar fóru at vinna tryggan sigur á hoyvíkingum.
Ikki tí, fleiri ferð í ár hevur verið nær við, at okkurt av niðaru støddu liðunum hevur megnað at skapt eina sensatión, men kortini er hendan ikki komin enn. Sannlíkindini fyri, at hon skuldi koma í hesum dystinum, vóru tó ikki serliga stór, og eftir dystin var tað skorið út í papp, at munurin millum topp og botn er øgiliga stórur.
Rótut í fyrra
Ikki tí, i fyrra hálvleiki sást lítið til, at liðini eru í hvør sínum enda á stigatalvuni. Hetta var tó ikki nakran hátt orsakað av, at hoyvíkingar spældu væl, men heldur tí vestemenningar tóku heldur lætt upp á uppgávuni.
Spælið hjá VÍF batnaði heldur ikki, sum hálvleikurin leið, og móti endanum av fyrstu 30 minuttunum hevði ein varhugan av, at hoyvíkingar veruliga trúu uppá, at tað kundi lata seg gera at basa vestmenningunum.
Kortini vóru onkur tekin um, hoyvíkingar ikki fóru at knógva VÍF. Tvær ferðir vóru teir í yvirtal móti ávíkavist fimm og seks vestmenningum, men hvørga ferð eydnaðist tað heimaliðnum at fáa fyrimun burtur úr hesum.
Tað var nærum ótrúligt at síggja, at hóast vestmenningar bert høvdu fýra útileikarar, so megnaðu hoyvíkingar ikki at spæla verjuna tunna, men royndu framhaldandi at sleppa bóltin inn á strikuna, har Bárður var umgyrdur av tveimum mótstøðuleikarum. Býtt, ótaktiskt og beinleiðis vánaligt hondbóltsspæl.
Skomm
Í hálvleikinum hevði Hjalmar Klein Olsen helst skeldað leikarar sínar eitt sindur. Í hvussu so er var nú sjónligt, at teir nú tóku uppgávuna í nógv størri álvara, og skjótt fór hetta eisini at geva úrslit.
Serliga í verjupartinum gjørdist nú nógv tættari, og beinanvegin byrjaðu teir at draga frá heimaliðnum. Fyrstu løtuna gekk tó rímuliga javnt á, men eftir at H71 skoraði til 16-18 gingu 22 minuttir til teir aftur sóu bóltin í vestmannamálinum.
22 minuttir er ófatuliga long tíð í einum hondbóltsdysti, men hoyvíkingarnir skulu eisini eiga, at teir spældu ófatuliga vánaligt. Ikki var líkt til, at orkan var serliga góð, og tá hugurin til at spæla als ikki er til staðar, so kann tað nærum ikki ganga øðrvísi. Seinasta málið fingu teir enntá, meðan vestmenningar enn eina ferð vóru fýra á vøllinum, tá leikandi venjarin hevði verið ov skjótur inn á vøllin, eftir at hann hevði fingið eina útvísing.
Ein skuldi kanska trúð, at vestmenningar veruliga vundu seg upp, og at teir tískil fingu so greiða yvirvág, men so var ikki. Vestmenningar gjørdu so avgjørt ikki meira enn neyðugt, tí tørvur var als ikki á hesum. Avrikið hjá mótstøðuliðnum var so vánaligt, at tað satt at siga er stor skomm.
Ikki mintur fyri spælið
Nei, dysturin mikukvøldið verður so ikki verandi í minninum orsakað av góða spælinum. Heldur fer minnið at festa seg við, at hoyvíkingar bert megnaðu at skora tríggjar ferðir í 30 minuttir, ella at Sjúrður Holm nærum gjørdist toppskjútti fyri vestmenningarnar. Ja, summir áskoðarar tosaðu enntá meira um, hvussu dómararnir vóru ílætnir, heldur enn at tosa um spælið á vøllinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Bárður Brimvík 5, Eyðun Højgaard 4, Olaf Vestergaard 3 (1), Halgir Dahl Olesen 2, Tróndur Vatnhamar 2, Rene Dahl Olesen 1 (1)
VÍF: Ingi Olsen 8, Sjúrður Holm 6, Sámal Joensen 5, Agnar Joensen 4, Martin Hummeland 2, Johnny Joensen 2, Eli Müller 1
Brotskøst:
H71 4, VÍF 1
Útvísingar:
H71 3, VÍF 5
Dómarar úr Neistanum/Kyndli:
Kristian Johansen og Gunnar Gregoriusen