Veruligt frælsi = eydnusemi?

Hergeir Staksberg



Eitt av slagorðunum hjá Tjóðveldi er: “Veruligt frælsi”. Vel Tjóðveldi og tú sleppur at smakka veruligt frælsi. Tá frælsi er tað mótsatta av avmarkingum, so má tað eisini merkja: “Vel Tjóðveldi og tú sleppur undan avmarkingum”. Taka vit sjálvt orðið, so gevur tað okkum eina kenslu av vælveru, tí frælsi er eitt positivt ladað orð, men hvat merkir veruligt frælsi? Er tað eitt ávíst slag av frælsi? Og kann nakar taka patent upp á veruligt frælsi? Havi ofta hugsað um hetta sloganið hjá Tjóðveldi og hvat Tjóðveldi byggir hetta á. Nå, men nokk tos. Her fáa tit mína tulking av veruliga frælsinum hjá Tjóðveldi.

Frælsu dúgvurnar í Barcelona
Tá eg hugsi um frælsi, so fari eg eisini at hugsa um fuglar. Fuglar eru eitt tað kendasta symbolið fyri frælsi. Tá eg búði í Barcelona á sinni, so sat eg ofta á einum bonki á Placa de Cataluna og nýtti sólina. Hetta er eitt torg mitt í hjartanum á Barcelona og har ganga og flúgva nógvar dúgvur. Og um tú ert ein fan av dúgvum, so kanst tú keypa korn frá fólki á staðnum, sum tú so kanst geva dúgvunum.

Tá tú sært tað fyrstu ferð, so sær tað øgiliga fitt út, tá lítil børn halda armarnar úti og lata dúgvurnar eta úr hondunum, meðan mamman tekur eina mynd av barninum... men fylgir tú við dúgvunum ein løtu og hvussu tær uppføra seg, so eru tær ikki so fittar alíkavæl.

Dúgvurnar gera alt fyri at fáa sítt korn. Tær brúka skitin tricks og pikka hvørja aðra. Serliga eru tær størru dúgvurnar nakrir fanar og leggja á allar dúgvurnar sum nærkast. Haldi dúgvurnar í Barcelona lýsa “veruliga frælsið” rættiliga væl. Fuglar eru symbol upp á frælsi, men um vit hyggja at dúgvunum í Barcelona, sum eisini symbolisera frið, so eru tað ikki allar, sum eru eins glaðar fyri sítt “frælsi”. Tað kann væl vera, at lívið er feitt hjá dúgvuni, sum er stór og sterk, men tað sær út til at vera rættiliga súrt hjá teimum veiku.

Um vit brúka myndina við dúgvunum í Barcelona. So kunnu vit spyrja relevanta spurningin: er veruligt frælsi = eydnusemi?

Hvussu verður tú eydnuríkur?
Veruligt frælsi sum nakað absolutt má verða tengt at eydnusemi. Um tað ikki er tilfeldið, so kann talan ikki vera um veruligt frælsi, men relativt frælsi. Hvørki eg ella nakar annar liggur inni við uppskiftini upp á eydnuna, hóast tað eru nógv, sum siga seg liggja inni uppskriftini.

Vit hava m.a. ideologiir, heimspekingar og átrúnaðar, sum øll geva síni boð upp á eydnuna. Men eftir eina tíð, so finnur mann útav, at ongin ideologi, heimspeki ella átrúnaður er feilfríur, og tískil kann talan ikki vera um tað einasta sanna svarið. Tá Tjóðveldi so sigur seg liggja inni við svarinum upp á veruliga frælsið, so loyvi eg mær at ivast.

Hóast eg ikki veit uppskriftina, so dámar mær væl eitt modell hjá antin Stephen Covey ella Dale Carnegie. Modellið er gott, tí tað ikki byggir á absoluttar sannleikar. Modellið er meir eitt dynamiskt boð upp á, hvørji ingrediensir eru neyðug, um vit vilja verða eydnusom.

Modellið er einfalt. Fyri at verða eydnuríkur, so má mann fáa trý ymisk øki at ganga upp í eina hægri eind, tí hesi trý øki eru tengd at hvørjum øðrum. Økini eru fylgjandi:
1) Kærleiki.
2) Pengar.
3) Heilsa.
Um tað ikki er samsvar millum hesi trý, so kemur óbalansa í lívsgleðina. Manglar tær kærleika, so ert tú ikki eydnusamur. Samstundis sum manglandi kærleiki gongur útyvir heilsuna.

Um tú ikki megnar at fáa tað heila at mala runt fíggjarliga, so kann hetta lættliga ganga útyvir parlagið ella forhold generelt. Samstundis sum heilsan eisini ávirkast av hesum.

Heilsan kann somuleiðis ganga útyvir inntøkurnar hjá tær, eins og heilsan kann ganga útyvir kærleika. Generelt er vánalig heilsa nakað, ið øll helst vilja vera fyriuttan.

Hetta merkir, at skulu vit verða eydnurík, so mugu vit royna at halda eina balansu millum hesar tríggjar faktorarnar, tí allir ávirka hvønn annan. Í hesum førinum hugsi eg serliga um tann fíggjarliga partin hjá Tjóðveldi, sum í nógv størri mun skapar avmarkingar, heldur enn møguleikar.

Persónligt frælsi vs. sjálvstøðug tjóð
Veruliga frælsið hjá Tjóðveldi byggir m.a. á, at Føroyar verður ein sjálvstøðug tjóð. Hetta merkir, at so skjótt Føroyar eru leysar av Danmark, so eru allir føroyingar veruliga frælsir. Hetta minnir um, tá Bill Justinessen, Jenis av Rana og Alfred Olsen siga, at Føroyar eru ein kristin tjóð. Problemið við slíkum útsagnum er, at tú ikki tekur støði í tí einstaka menniskjanum, men heldur generaliserar eina heila tjóð sambært egnum preferansum.
Skulu vit hava veruligt frælsi, so er fyrsta treytin, at samkynd sleppa í skrásett parlag, at vit eisini sleppa at bryggja sterkt í Føroyum, at monopolið hjá rúsuni verður avtikið, at porno verður lógligt, at lærugreinin kristni verður avtikin í fólkaskúlanum osfr.. Hetta eru alt ting, ið avmarka frælsið hjá tí einstaka.

Tað sama er galdandi fyri skúlaskipanina. Í løtuni hava vit frælsi til at fáa okkum ta útbúgvingina, sum vit hava hug til. Siga vit farvæl Danmark, so siga vit eisini farvæl við SU stuðulin. Hetta merkir sostatt, at vit skerja møguleikarnar, heldur enn at økja um møguleikarnar. Og tá mann skerjir møguleikarnar, so skerjir mann eisini frælsið.

Veruligt frælsi er individuelt
Veruligt frælsi er ikki nakað, sum verður avgjørt við landamørkum ella um eitt land er sjálvstøðugt ella ikki. Um hetta var tilfeldið, so upplivdu sjálvstøðug lond sum Afghanistan, Irak, Eystur Timor og Kina veruligt frælsi. Um hesi londini umboða veruligt frælsi, so veit eg fanin.

Sannleikin er helst tann, at vilt tú fáa eitt eydnuríkt lív, so má tað koma frá tær sjálvum. Vit kenna frá tí vit vóru smá og upp gjøgnum alt lívið. Tú byrjar við at billa tær sjálvum inn, at tú finnur eydnuna, tá tú fært tín favorit Pokémon, tína fyrstu teldu, tá tú fært eina súkklu, tá tú fert í skúla, tá tú vinnur eina medalju í ítrotti, tá tú skorar eina lekkra damu, tá tú verður student, fært børn, verður giftur, flytir til eitt heitari land osfr... ikki fyrr enn tá finnur tú eydnuna. Bullshit! Eydnan er hvørki statisk ella absolutt. Veruligt frælsi og eydnan finnast ikki í tablettformi, men inni í tær sjálvum.