spell, tí lukturin hevur øðiliga nógv at siga, fyri hvussu stemningurin er. - Um tú til dømis kemur niður í ein myrkan kjallara, hevur tað nógv at siga fyri stemningin, um har angar av nýbakaðum kanel smákakum [...] tey hava gjørt. Av tí sama hevur Dina ongar vinir. Eftir at Lene Kaaberbøl hevur lisið kapittulin fyri næmingunum, sigur hon somu søgu, við trimum setningum. - Davin og Niko eru tiknir til fanga. Teir [...] Henda útgáva kundi staði á einum postkorti, sigur Lene Kaaberbøl, og spyr ungu áhoyrararnar, hvat teimum dámdi betri, postkort útgávuna av søguni ella soleiðis sum hon er skrivað í bókini. Børnunum dámar
bæði umrøddir og heiðraðir seinastu dagarnar. Hóast teir eru komnir nakað upp í árini, eydnaðist tað teimum nevniliga at taka vápnaða Philip Manshaus inni í bønarrúminum í moskuni, áðrenn hann seinasta leygardag [...] Í einari samrøðu í Aftenposten fortelja teir báðir frá óhugnaligu hendingini, har tað eydnaðist teimum at halda yvirgangsmanninum niðri í einar 20 minuttir, áðrenn løgreglan kom á staðið og fekk tikið [...] leygardagsbønina, tá teir knappliga hoyra skot. Yngri maðurin leypir út gjøgnum høvuðsinngongdina fyri at boða frá, meðan teir báðir eldru stilla seg við veggin. Í serligum búna og við fleiri skotvápnum
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvsstýri, er týðiliga illur inn á avgerðina um leiðslubroytingarnar, sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum í landinum. Her verða nógvir vinnarar - Steðga nú, Sirið! Sigur [...] Sigur hann á Facebook vanga sínum í morgun. - Hvat er hetta fyri nakað? Klárar samgongan ikki at gera tað, sum hon sigur? Skal Føroya fólk enn einaferð fara ígjøgnum somu myllu, sum við fiskivinnunýskipanini [...] hann. - Nú er lýsingin til stjórastarvið komin, og tað er eingin ivi um, at hetta er ein avtøka av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis sum vit kenna tey, sigur hann. - Slut við at gera avtalur við hesa
eisini gleðast um, at nú er munandi betri hjá teimum at koma umborð og í land. - Ja, hetta fer at lætta munandi um hjá ferðafólkunum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri tey, nú tey sleppa undan at draga viðførið [...] . Við skipinum eru fleiri almennir gestir, tí á hesum túrinum verður á fyrsta sinni møguligt hjá teimum ferðandi at kunna ganga umborð umvegis nýggju farstøðina. Frammanundan hevur Hanus boðað frá hesum [...] slaka ferðini nakað orsakað av hesum. - Nei, hetta hevur alt bara riggað so sera væl, sigur hann. Fyri suðringar er tí talan um eitt sera snotuligt og sjógott skip, sum teir bara kunnu fegnast um. Smyril
ið ger so ómetaliga nógv gott fyri áhugan fyri fótbólti her á landi. Børnini sleppa at síggja nakrar av stóru hetjunum hjá sær, og slíkt hevur sera stóran týdning fyri menningina av fótbóltinum. Um børnini [...] sjónarmiðini, men eg eri ikki samdur í teimum. Tað vilja altíð verða sterk og veik lið í undankappingum, og tað verður ikki øðrvísi. Tað hevur eisini ómetaliga stóran týdning fyri menningina av fótbóltinum, at [...] Fleiri av teimum størru tjóðunum, ið taka lut í altjóða fótbólti, finnast mangan at, at smærri tjóðir, so sum Føroyar, Andorra, San Marino og Liktenstein, taka lut í altjóða kappingum á jøvnum føti við
Her nýtti hann høvið at heita á møtifólkið um at biðja fyri teimum, sum sótu eftir við sorgini. - Vit ynskja eisini her í kvøld at biðja fyri teimum sum í dag syrgja, - at tey mugu kenna Guds troyst í sorgini [...] orðinum kvøldið fyri. Gleðin lýsir av teimum, tí boðskapurin hevur veruliga sagt teimum nakað. Vitnaði glaður Tann fyrsti maðurin á pallin kann fegin greiða frá at boðskapurin kvøldið fyri hevði sagt honum [...] nevniliga sett sær fyri, at senda beinleiðis frá øllum fýra møtunum, sum hesin so kendi prædikumaðurin skal hava í Føroyum. Áðrenn hetta møtið skal hann fyrst presenterast fyri síggjarunum í teimum 30 londunum
Teir plaga at seta mær spurningar: - Nú, góðin. Hvat hendir á Skarvanesi? - So plagi eg at fortelja teimum um øll tey mongu fólkini, sum koma higar hvønn einasta dag og hvat tey gera. Hetta fáa teir seg illa [...] føroyska veganetinum. Vanliga koma ikki nógv fólk hagar, sum ikki ætla sær tað. Men tað kemur kortini fyri at útlendingar koma higar. Tey síggja bara á kortinum at koyrandi er higar. Tey vita ikki reiðiliga [...] verður helst eitt útferðarmál eins og Múli og Gásadalur. - Men tá tunnilin kemur, tá seta vit ein bumm fyri, sigur hann við einum skálkasmíli.
at skipa nevndirnar á nýggjum, so verður teskað nógv í krókunum um, at nýggi meirilutin fer at sýta fyri, at Kristin Michelsen sleppur at vera borgarstjóri og tingmaður samstundis. Tí sambært lógini skal [...] til at velja ímillum borgarstjórasessin og tingsessin. - Samtykkir býráðið hetta fari eg at boða teimum frá at eg fari at røkja borgarstjórasessin fult og heilt. Men so kemur løgtingssessurin at standa
í samband við Jenis av Rana, løgtingslim fyri Miðflokkin, og spurt um hansara hugsan um fíggjarlógaruppskotið. Hann er samanumtikið rættiliga vónbrotin. - Fyri fyrst kann eg siga, at tað er gott, at tað [...] út aftur. Miðflokkurin er uppptikin í teimum sosialu virðunum, og tí duga vit ikki ordiliga at skilja skattalættan, tí at vit halda ikki at umstøðurnar hjá teimum veiku eru nóg góðar sum er, og vit duga [...] in vil heldur, at skattalættin skal betra um umstøðurnar hjá teimum veiku í samfelagnum. Teir halda ikki, at skattalættin skal koma teimum hægstløntu til góðar, so at tey fara at tíma betri at arbeiða
hugaligu tíðindini bórust teimum seinnapartin mánadagin. Týsmorgunin var lagið lítið frægari, tá Sosialurin vitjaði flokkin. Tey vóru beint tá á veg til ein lestrarvegleiðara fyri at spyrja, um nakað var [...] beinanvegin, og spyr, hvat politikkarnir hugsa fyri sær: Teir tosa um Føroyar sum verðins besta samfelag í 2015, samstundis sum teir oyðileggja skúlan fyri tey og teirra flokk. Svarið í vindinum Sambært [...] at gerast ein alt ov tung uppgáva fyri tey. Svarið uppá henda spurningin og hesa truplu uppgávuna blaktar tí framvegis í skúlapolitiska vindinum. Splittað sundur Fyri næmingarnar í 2.A var hetta tað ringasta