Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvsstýri, er týðiliga illur inn á avgerðina um leiðslubroytingarnar, sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum í landinum.
- Steðga nú, Sirið! Sigur hann á Facebook vanga sínum í morgun.
- Hvat er hetta fyri nakað? Klárar samgongan ikki at gera tað, sum hon sigur? Skal Føroya fólk enn einaferð fara ígjøgnum somu myllu, sum við fiskivinnunýskipanini, har tað ferð eftir ferð bleiv sagt eitt, men gjørt nakað annað? Spyr hann.
- Nú er lýsingin til stjórastarvið komin, og tað er eingin ivi um, at hetta er ein avtøka av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis sum vit kenna tey, sigur hann.
- Slut við at gera avtalur við hesa samgonguna! Staðfestir hann










