Keldan: Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir 19:30, tá møtið byrjaði í gjárkvøldið.
Høllin her í Kelduni er stúgvandi full av fólki, men enn sæst einki til nakran talara. Nakrir tónleikarar spæla róligan tónleik á pallinum, meðan tey seinastu møtifólkini sessast.
Eini 600 fólk eru savnaði saman at hoyra henda mannin, sum mong teirra bert hava sæð og hoyrt í sjónvarpi.
Men Rodney er komin. Hann situr hesa løtuna í einum rúmi við síðuna av, har kristna sjónvarpsrásin TV Visjon Norge hevur samrøðu við hann.
Henda støðin hevur nevniliga sett sær fyri, at senda beinleiðis frá øllum fýra møtunum, sum hesin so kendi prædikumaðurin skal hava í Føroyum.
Áðrenn hetta møtið skal hann fyrst presenterast fyri síggjarunum í teimum 30 londunum, har henda rásin sæst. Og síðani skal hann á pallin at frambera boðskap sín.
Tíverri sveik tøknin hjá sjónvarpsstøðini hesaferð. Til bar ikki at fáa fatur á rætta satelittinum, soleiðis at sendingarnar kundu fara beinleiðis út í luftina. Ístaðin verða tær sendar eitt samdøgur seinni.
Hetta tók tó einki frá talara og áhoyrarum, sum sótu við opnum hjørtum og tóku ímóti tí gleðiboðskapinum, sum hann hevði at bera fram.
Eftir at lovsangurin hevði ljóðað í høllini eina løtu, kom Rodney á pallin, og byrjaði talu sína um, hvussu stór ið ting kunnu gerast, tá tey verða latin yvir til Guds hendur.
Sorg og gleði
Hóast gleðiboðskapurin um Jesus var tað sentrala punktið á møtinum, so fekk sorgin eisini sítt pláss á hesum møtinum.
Kvøldið fyri høvdu nevniliga tríggir smádreingir latið lív í einum syrgiligum eldsbruna í Havn. Og henda svára hendingin varð ikki gloymd í gjárkvøldið.
Undan taluni kom Dánjal á Dul Jacobsen úr Havn á pallin at leggja møtið í Guds hond. Her nýtti hann høvið at heita á møtifólkið um at biðja fyri teimum, sum sótu eftir við sorgini.
- Vit ynskja eisini her í kvøld at biðja fyri teimum sum í dag syrgja, - at tey mugu kenna Guds troyst í sorgini.
- Tað er, tá vit eru veik at vit kunnu kenna, hvussu sterkur Harrin er. Og kenna, hvussu Hann kann troysta sum eingin annar, segði Dánjal.
Lovsangurin ljómar eina løtu aftrat, og líkt er til at henda løtan er til stóra gleði fyri fólkið. Tey syngja við av heilum hjarta.
Sjónvarpsliðið ur Noregi er nú liðugt við samrøðuna við Rodney. Hann er komin inn í høllina, og syngur við ensku tekstunum.
Hann fer á pallin saman við føroyska tulki sínum, og hann kann byrja talu sína.
Vendir ikki tómt aftur
Talan bíðaði kortini eina løtu enn, tí Rodney hevði fyrst eitt annað mál uppá hjarta.
Rodney veit til fulnar, at Guds orð vendir ikki tómt aftur. Hann vil tí fegin vita, um boðskapur hansara kvøldið fyri hevði sagt nøkrum nakað. Um Heilagi Andin hevði talað til nakran í samkomuni.
- Varð nakað rørdur í hjartað av Guds orði í gjárkvøldið, so eru tey vælkomin niðan á pallin. Gerið so væl, sigur Rodney.
Ein maður er kvikur á pallin, og honum á baki koma tríggir aðrir. Men einki konufólk tykist hava nóg stórt dirvi til hetta sama.
Tað gongur ein lítil løta, so fer ein ung genta á føtur, og fá sekund seinni fer ein onnur genta somuleiðis á pallin.
Við djúpu og myndigu rødd síni spyr Rodney fólkini um, hvussu tey vórðu rakt av orðinum kvøldið fyri. Gleðin lýsir av teimum, tí boðskapurin hevur veruliga sagt teimum nakað.
Vitnaði glaður
Tann fyrsti maðurin á pallin kann fegin greiða frá at boðskapurin kvøldið fyri hevði sagt honum ótrúliga nógv. Hann hevði fyrr um dagin greitt einum av starvsfelagum sínum frá hesum møtinum.
- Eg plagi ofta at vitna yfri øðrum á arbeiðsplássinum, men á arbeiðinum í dag hevur tað bara verið so super.
- Og hesin starvsfelagin segði eisini við meg, at tú mást hava upplivað okkurt gott og okkurt serligt á møtinum í gjárkvøldið. Hann hevði sjáldan hoyrt meg vitnað fyri sær so íðin sum nettupp í dag, segði hesin maðurin við einum brosi.
Við stórum jubli úr salinum kundi hann eisini greiða frá, at konan eisini hevði skilt á honum, at hann hevði havt ein serstaka uppliving á hesum fyrsta møtinum í Kelduni.
Ein lítil matpakki
Rodney lýsti nú signing sína yvir hesi seks fólkini og fór síðani undir talu sína. Hesaferð um hendingina, tá Jesus mettaði eina stóra mannfjøld við breyðum og fiskum.
- Í roynd og veru var hetta bert ein lítil matpakki hjá einum smádreingi. Hetta var einki at tosa um: Her vóru eingi superbreyð ella hvalir til at metta hesa mannfjøldina. Bert nøkur breyð og nakrir fiskar, segði hann.
Sera hugtakandi greiddi hann frá reaktiónunum hjá fólkinum, og tá lærusveinarnir hjá Jesusi byrjaðu at býta út tað lítla petti av breyði og fiski sum hvør teirra hevði fingið. Alt skuldi verða til hesa stóru mannfjøldina, sum kanska svaraði til 15 20.000 fólk.
- Ímyndið tykkum, hvat teir hugsaðu: Her standi eg við einum lítlum mola av breyði og einum lítlum petti av einum fiski. Hvussu í víðu verð skal tað kunna blíva til nakað og til so nógv fólk sum her eru?!
- Men líka so bilsnir gjørdust teir, tá teir góvu tí fyrsta fólkinum burturav. Viðkomandi fekk sín part, og tá teir so hugdu á hondina aftur, var líka so nógv eftir har sum frammanundan. Tí tað var Gud sum signaði alt, segði Rodney.
Boðskapurin var týðiligur í tí sum hann víðari segði, at hóast fólk kanska kenna seg lítisverd, so kunnu tey gerast stór í Guds eygum, um tey vilja yvirgeva seg í Hansara hendur.
- Hetta sama hava hunraðtúsundtals fólk upplivað, tá tey fult og heilt yvirgóvu seg til Hansara. Tað kanst tú eisini gera í hetta kvøld, segði Rodney.
Spennandi verður at fylgja við, hvussu hesin boðskapurin ávirkaði fólkið. Tað fæst kanska meiri at vita um á møtinum í kvøld.
Í kvøld er nevniliga aftur høvið at hoyra Rodney. Seinasta møtið á hesum sinni verður í annaðkvøld. Síðani leggur hann leiðina til Álands.