- Báturin gleið stillisliga eftir dimma vatninum. Ljóðleyst og varisliga bóru árarnar við vatnið, og tú hoyrdi bara, hvussu tað ríkti í tollarunum. Ongin segði nakað.
Danski rithøvundurin Lene Kaaberbøl byrjaði sín fyrilestur, við at lesa ein kapittul úr "Gáva Ormsins", sum er triðja bókin í Skammararøðini.
Røðin handlar um Dinu og beiggjan Davin.
Dina hevur arvað eyguni á mammuni, skammaraeygu. Um onkur hyggur í eyguni á henni, skammast tey um alt tað ljóta, tey hava gjørt. Av tí sama hevur Dina ongar vinir.
Eftir at Lene Kaaberbøl hevur lisið kapittulin fyri næmingunum, sigur hon somu søgu, við trimum setningum.
- Davin og Niko eru tiknir til fanga. Teir eru í einum báti, á veg yvirum eitt vatn. Har møta teir einum ódjóri.
- Henda útgáva kundi staði á einum postkorti, sigur Lene Kaaberbøl, og spyr ungu áhoyrararnar, hvat teimum dámdi betri, postkort útgávuna av søguni ella soleiðis sum hon er skrivað í bókini. Børnunum dámar betur søguna í bókini.
Men hvat er tað, sum ger bókina so nógv øðrvísi enn postkortið? Hvat er tað serliga sum bókin kann?
Allir sansirnir
- Tá man skrivar, skal man skriva til allar fimm sansirnar, sigur Lene Kaaberbøl.
Søgan skal ikki vera fylt við sansaávirkanum, men tær mugu vera við.
Í kapitlinum, sum Lene læs, hoyrir lesarin til dømis ymisk ljóð. Hann hoyrir plask og prát, men í byrjanini er heilt kvirt. Fyri at vísa hvussu kvirt tað er, hoyrir man hvussu tað ríkir í tollunum.
- Tað er ringt at lýsa kvirru, uttan at nýta ljóð, tí tað er sjáldan, at kvirra er fullkomin. Bara tað er nóg kvirt, og man lurtar nóg væl, so kann man eisini hoyra 350 fólk anda inni her, sigur Lene Kaaberbøl. Og øll 350 lurta eftir andadráttinum.
- Eg gangi so høgt uppí at hava allar sansirnar við, tí tað er styrkin við bókum. Filmar kunnu bara vísa ljóðið og tað sum sæst, tað er øðiliga sjáldan, at man fær nakað at vita um, hvussu tað luktar í filmum.
Hetta heldur Lene vera spell, tí lukturin hevur øðiliga nógv at siga, fyri hvussu stemningurin er.
- Um tú til dømis kemur niður í ein myrkan kjallara, hevur tað nógv at siga fyri stemningin, um har angar av nýbakaðum kanel smákakum, ella tað luktar av rotnandi líkum, greiðir Lene frá.
Uppliva ígjøgnum ein persón
Lene Kaaberbøl hevur valt at skriva søgurnar í Skammararøðini sum frásøgnir í fyrsta persóni, soleiðis at vit uppliva søguna gjøgnum sansirnar hjá einum persóni.
- Tá eg havi valt at skriva soleiðis, noyðist eg at vera verandi í høvdinum á Davin. Tí valdi eg at greiða frá, hvussu muðurin og eyguni á ódjórinum síggja út. Eg haldi, at um man sat í bátinum, og hetta stóra ódjórið kom ímóti einum, so hevði tað verið eyguni og muðurin, man hugsaði um.
Óndskapur og ynski
Tá Lene skrivar bøkur, er hon ónd við sínar høvuðspersónar.
- Eg brúki allan mín arbeiðsdag at hugsa um, hvat er tað ringasta eg kann gera við Dinu í dag. Og so geri eg tað! Eg eri gjøgnumført ónd, men tað er tykkara skyld, sigur Lene Kaaberbøl og greiðir frá:
- Eg kundi gott verið góð við Dinu. Hon kundi vaknað um morgunin og verið í góðum lag og einki var galið. Men ta bókina, høvdu tit slett ikki tímað at lisið.
Sum rithøvundur kann man tó ikki bara hugsa um, hvat er tað ringasta, sum kann henda fyri høvuðspersónin. Man má eisini hugsa um, hvat hann ynskir sær allarmest.
- Eg hugsaði um Dinu, sum ongar vinir hevur, tí eingin klárar at hyggja inn í hennara eygu, og royndi at ímynda mær, hvat hon ynskir sær allarmest. Tað kundi verið, at hon ynskti at sleppa av við skammaraeyguni, men tað er eisini sera týdningarmikið fyri hana at fáa vinir.
Seinni møtir Dina Rósu, sum skammar seg nógv. Hon skammar seg yvir, at hini børnini arga hana, og yvir at hon verður sligin. Men tá Rósa hyggur inn í eyguni á Dinu, tekur Dina skommina frá henni, tí tað er skomm, ið hon ikki átti at følt. Tað eru hini, ið eiga at skammast.
- Í eygunum á Dinu er Rósa ein sterk og erlig genta, og tí gerast tær vinir. Tær gerast ikki vinir sjálvt um Dina hevur skammaraeygu. Tær gerast vinir tí at Dina hevur skammaraeygu og við teimum kann taka skommina frá Rósu. Um eg hevði givið Dinu tað fyrra ynskið, at sleppa av við skammaraeyguni, so høvdu hon og Rósa ikki blivið vinir, greiðir Lene Kaaberbøl frá.